týsdagur 21. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 160 - 21. august 2007
ur ikki at virka
Tað er Fiskiveiði
eftirlitið, sum umsitir
keyp/ sølu og leigu av
fiskidøgum
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Auðunn Konráðsson og
Óli M. Lassen eru samdir
um, at vit hava havt ein
sera vælvirkandi fiskidaga
banka.
Fiskidagar eru seldir
endaliga millum skip, og
eisini hevur verið vanligt
at leiga fiskidagar í einum
fiskiári.
Teir vísa á, at tað eru
marknaðarviðurskiftini,
sum hava ásett prísirnar á
fiskidøgum,
eins
og
fiskaprísir og fiskiskapur
hava stóra ávirkan á virðið
av einum fiskidegi.
Tað er Fiskiveiðieftirlitið,
ið umsitir keyp/ sølu ella
leigu av fiskidøgum.
Auðunn Konráðsson og
Óli M. Lassen eru samdir
um, at vinnan er væl nøgd
við hesa skipan, eins og
vinnan heldur, at Fiski
veiðieftirlitið hevur gjørt
eitt sera gott arbeiði við síni
umsiting av ”fiskidagabank
anum”.
n virkar sera væl
- Vit halda, at Fiskiveiðieftirlitið hevur
gjørt eitt sera gott arbeiði við síni umsiting
av ”fiskidagabankanum”, halda Auðunn
Konráðsson og Óli M. Lassen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hví fiska
vit so lítið?
Tað sæst týðiliga, at broytingar í
fiskiskapinum í stóran mun verða
reguleraðar av fleiri viðurskiftum enn
veiðitrýstinum, halda teir, sum skipaðu fyri
fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hyggja vit at heildarveiðini undir Føroyum, eru
veldugar broytingar at síggja í tíðarskeiðinum 1971 til
2005.
Fyrst í sjeytiárunum var veiðan umleið 100.000
tons, men í dag liggur veiðan millum 600.000 og
700.000 tons um árið.
Tað er serliga veiðan eftir uppisjóvarfiski, ið stendur
fyri stóru økingini.
Men hvønn týdning kunnu vit so vænta, at økingin
í uppisjóvarveiðini við Føroyar hevur á kringum
støðurnar á okkara leiðum?
Ein annar spurningur er hjáveiðan hjá uppisjóvar
flotanum, sum kann ávirka botnfiskaveiðina hjá
línubátunum og trolarunum, sum fiska við Føroyar.
Fiskiskapurin eftir botnfiskasløgunum toski, hýsu,
upsa, brosmu, longu og blálongu er seinastu 17 árini
eini 14.000 tons minni, enn veiðan var tey 17 árini
frammanundan.
Í miðal fiskaðu vit 102.000 tons um árið í tíðar
skeiðinum 1972 til 1988, men árini 1988 til 2005
fiskaðu vit einans 88.000 tons í miðal um árið.
Teir, sum skipaðu fyri fiskivinnuráðstevnuni í
Klaksvík, Auðunn Konráðsson, Óli M. Lassen og
Jákup Sólstein, halda, at hesi veiðitøl seta stórar og
viðkomandi spurningar til okkara fiskivinnupolitikk.
Henda broyting er ikki íkomin, tí flotin er broyttur
so nógv í hesum tíðarskeiði. Helst stavar orsøkin frá
økisfriðingunum, fiskidagaskipanini og øðrum.
Teir tríggir reisa tí spurningin, um vit føroyingar
ikki tora at gagnnýta tað tilfeingið, sum er rundan um
okkum?
Botnfiskaveiðan var sera góð í sjeytiárunum,
miðskeiðis í áttatiárunum og aftur fyrst í 2000.
Auðunn Konráðsson, Óli M. Lassen og Jákup
Sólstein ásanna, at veiðimynstrið undir Føroyum er
broytt sera nógv árini 1971 til 2005.
Tað sæst týðiliga, at broytingar í fiskiskapinum í
stóran mun verða reguleraðar av fleiri viðurskiftum
enn veiðitrýstinum – og ein áhugaverdur spurningur
er, hví fiskiskapurin altíð fellur aftur, tá veiðan av
botnfiski kemur upp ímóti teimum 120.000 tonsunum,
spyrja teir tríggir