Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 161 - 21. august 2007 ] EB/Streymur leingir við lyklaleikarar Heimasíðan hjá samansetta liðnum úr Sundalagnum boðar í morgun frá, at tey hava longt sáttmálan við málverjan René Tórgarð og áleyparan Sorin Anghel. Avtalurnar við teir báðar komu í rætt lag í gjárkvøldið, og er tað ein fegin formaður sum úttalar seg á heimasíðuni hjá EB/Streymi. - Vit eru fegin um at hava longt sáttmálan við tveir so góðar og týdningarmiklar leikarar, sigur Rólant Højsted. Heimasíðan hjá EB/Streymi staðfestir síðani, at tað við hesum er greitt, at fremsti og aftasti maðurin á liðnum sostatt vera við komandi kappingarðár, tá liðið aftur skal royna seg í føroyskum og altjóða fótbólti. Ein vika til HM Katrin Olsen og restin av tí danska rógvilandslið- num hava síðstu tíðina verið í Volkermarkt í Eyst- urríki á venjingarlegu unda HM-kappingini í rógv- ing, sum byrjar um minni enn eina viku. Hósdagin fara Katrin og donsku rógvararnir úr Volkermarkt, og hon sigur, at tey hava havt tað avbera gott í Eyst- urríkska býnum. Annars er tilmeldingarlistin til HM komin, og 19 bátar eru við í kappingini, har Katrin skal kappast. Hetta stendur at lesa á heima- síðuni www.rogving.fo. Tosa ikki um meistaraheiti Jákup á Borg var størsti munurin á HB í fyrra hjálvleiki og seinna. Ella rættari plaseringin av Jákupi. Í fyrra hálvleiki leikti hann høgri bakkur, men HB fekk als ikki tamar- hald á spælinum. Eftir útskifting í hálvleikinum og flyting av Jákupi framm á miðvøllin, gjørd- ist søgan ein heilt onnur. - Um alt virkaði opti- malt í verjuni, so kundi eg havt ligið sum ein rættiliga offensivur bakk- ur, men har vóru alt for nógvir snøklar, sum ikki riggaðu. Og so bleiv tað ikki nóg gott, hvørki í verjupartinum ella álops- partinum, sigur Jákup. Aftur hesaferð byrjaði HB trilvandi í verjuni, og lótu – eins og í steypa- finaluni – mótstøðuliðið sleppa fram til tríggjar risamøguleikar. Munurin hesaferð var bert tann, at GÍ tók bert av tí eina. - Ja, mann kann siga, at vit sluppu við skrekkinum. Umframt málið høvdu teir skot á stongina og ein púra frían møguleika, sum teir so ikki skora upp á, sigur liðskiparin hjá HB. Hann fegnast tó um, at Mortan úr Hørg og Ras- mus Nolsøe reageraðu sum teir gjørdu, eftir at báðir vóru skiftir út í hálvleikinum av steypa- finaluni og ikki byrjaðu inni móti GÍ. - Teir vóru irriteraðir av verða skiftir út, og teir reageraðu við at spæla aggresivt og vísa stóran vilja tá teir komu inn, og tað er júst soleiðis, mann eigur at reagera, metir Jákup. HB megnaði at venda dystinum við lít, men hóast teir nú eru komnir upp á triðja plássið, verður einki tosað um meistaraheitið. - Nei, tað hugsa vit ikki so nógv um. Fyri tað fyr- sta er munurin so stórur, og hartil skulu vit vinna tvey lið aftur. So tá støðan gjørdist sum hon gjørdist, hava vit sett málið eftir at vinna heiðursmerki, og so taka vit tað annars, sum tað kemur, sigur Jákup á Borg. Sjálvur fekk hann ein risamøguleika at økja til 5-1, men bólturin var nærri við at fara út til innkast enn í málið. - Ja, tað var eitt risa- problem at burturforklára í skiftirúminum eftir dyst- in. Bólturin kom í eini keðiligari hædd, og eg kláraði ikki at »time’a« tað nóg væl. Tíbetur hev- ði tað so einki at siga, men hann skuldi altso sitið, sigur Jákup á Borg. (leo) Gøtumenn kendu ikki sína vitjunartíð í fyrra hálvleiki, og so kundi HB sleppa sær av við gula kompleksið og vinna ein ivaleysa trivaligan sigur í Gundadali í gjárkvøldið FÓTBÓLTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nógv hevur verið tosað um gula kompleksið hjá HB, og um tað var tað, sum mól í høvdinum á leikarunum hjá heimaliðnum, er ikki gott at vita. Í hvussu er høvdu HB-leikararnir ógvu- liga trupult við at fáa spælið at hanga saman í fyrra hálvleiki. HB-venjarin hevði valt at seta Mortan úr Hørg og Rasmus Nolsøe á beinkin til dystin móti GÍ, og lat so Jákup á Borg operera á høgra bakki, nakað, ið langt frá skuldi vísa seg at vera eitt gott hugskot. Tað var lítið at síggja til nakað flótandi fótbóltsspæl, og tað sum var, átti GÍ. Tað tóktist sum verjan hjá HB skuldi brúka væl av tíð at koma upp í snúningar, og tvær ferðir var hepni betri enn skilið hjá heimaliðnum, tá fyrst Hendrik Rubeksen gjørdist leysur í høgru, men skotið frá honum rakti stongina og út, og løtu seinni var Lundberg spæld- ur væl leysur, men tá hevði Tróndur Vatnhamar sera góða bjarging. Hóast hesar ávaringar var HB-verjan ikki nóg ansin, og tá tjúgu minuttir vóru spældir sendi Hendrik Rubeksen hegnisliga snúr- andi avlevering inn um HB-verjuna, har Christian Lundberg kundi renna frá sínum mótstøðumonnum, sneiða Vatnhamar av og so var lætt spæl at seta bóltin í málið til 1-0 til gestirnar. HB fekk ongantíð tak á spælinum í fyrra hálvleiki, og sjálvt um Jákup á Borg ofta fekk hálvan flogvøll at renna á í høgru síðu, so kom einki burtur úr hansara innleggum. Heimaliðið gjørdist ongantíð vanda- mikið, og tær skotroyndir og hálvu møguleikar, sum HB fekk, tók Geza Túri sær av, tá teir raktu innan fyri málrammurnar. GÍ mátti skifta fólk longu áðrenn farið var til hálv- leiks, tá Símun L. Jacobsen mátti av vølli, og inn fyri hann kom Sverri Jacobsen. Hamskift HB Seinastu fimm minuttirnar royndu bæði lið at gera sínar atsóknir, men hóast HB fekk lagt nakað, sum líktist einum trýsti á GÍ- málið, vóru tað gestirnir, sum vóru nærri við móti endanum av hálvleikinum. Men Hendrik sendi upp um frá spískum. Í hálvleikssteðginum gjørdi Albert Ellefsen av at seta Mortan úr Hørg inn á høgra bakk og flyta Jákup á Borg fram á miðuna, og tað gav beinanvegin eitt heilt annað HB-spæl. Heimaliðið legði nú eitt veruligt trýst á GÍ-verjuna, sum vardi meiri og meiri desperat. Til tíðir minti tað um stríðsvilja á landsliðnum á sinni í Landskrona, tá GÍ-verju- leikarar tveittu seg í taklingar. Fyrsta korterið av seinna hálvleiki megnaðu gøtu- menn at halda HB frá teim- um heilt stóru møguleiku- num, og Geza Túri hevði onkra hissini bjarging, uttan tó at noyðast at fara í fulla longd. Men tá so gott korter er farið av seinna umfari gongur ikki longur hjá GÍ- verjuni. Milan Kuljic lyftir bóltin yvir í vinstru síðu, har Andrew á Fløtum gerst rættiliga fríur, og úr brots- sparkshorninum lyftir fyrr- verandi Fremad Amager leikarin bóltin upp um fram- stormandi GÍ-málverjan, og so er 1-1. Flestu áskoðarar mundu nú fáa eina greiða kenslu av, at tá HB fyrst hevði fing- ið hol á, mundu teir fáa HB slapp av við g HB-GÍ 4-1 (0-1) 0-1 Christian Lundberg (21) 1-1 Andrew av Fløtum (62) 2-1 Andrew av Fløtum (69) 3-1 Rókur av Fløtum Jespersen (70) 4-1 Rókur av Fløtum Jespersen (73) Dómari: Dagfinn Olsen HB: Tróndur Vatnhamar – Poul Thomas Dam (Rasmus Nolsøe 65), Vagnur Mohr Mortensen, Hans á Lag, Jákup á Borg – Kári Nielsen, Milan Kuljic, Ólavur í Ólavstovu (Mor- tan úr Hørg 46), Páll M. Joensen (Emil Leifsson 71) - Rókur av Fløtum Jespersen, Andrew av Fløtum Gult kort: Kári Nielsen GÍ: Géza Túri – Poul Johannes Justinussen (Poul Ennigarð 59), Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hans Pauli Petersen (Jónreid Dalheim 80) – Sam Jacobsen, Sámal Joensen Magnus Skoralíð, Símun L. Jacobsen (Sverri Jacobsen 39) – Christian Lundberg, Hendrik Rubeksen Gult kort: Niclas Niclasen FAKTA GÍ HB Hóast GÍ byrjaði betur, so endaðu Poul T