Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 160 - 21. august 2007 29 tíðindi Cech ársins spælari í Kekkia Málmaðurin hjá Chelsea og kekkiska landsliðnum, Petr Cech, bleiv í gjárkvøldið kosin til ársins spælara í Kekkia triðja árið á rað. Tað eru ítróttarjournalistar í Kekkia, sum standa aftan fyri valið av ársins leikara, og valið er grundað á góða spælið hjá Cech síðsta árið. 25 ára gamli málmaðurin, sum hevur spælt 52 landsdystir fyri Kekkia, vann atkvøðugreiðsluna framman fyri Tomas Rosicky hjá Arsenal og Marek Jankulovcki hjá AC Milan. Leeds flúgvandi Heiðurskrýnda stórfelagið Leeds United hevur sæð betri dagar. Í fjør fluttu teir niður í triðbestu ensku deildina, eftir at verða dømdir til tíggju minusstig, sum rættiliga gjørdi enda á vónunum um at halda sær í deildini. Felagið var sett undir umsiting og noyddist at byrja kappingina við minus fimtan stigum. Felagið er kortini byrjað væl, og eftir at hava vunnið fyrsta dystin 2-1 á útivølli, fylgdu teir upp við einum 4-1 sigri á heimavølli móti Southend leygardagin Atli Gregersen skilir ikki reiðiliga, at GÍ-liðið kun- di fara so niður við flaggi- num í seinna hálvleiki. - Eg føldi at vit høvdu fult tamarhald á dystinum í fyrra hálvleiki, men so gera vit tríggjar mega per- sónligar feilir í seinna hálvleiki, sum loyva teim- um at javna til 1-1 og síð- ani fara frá 2-1 til 4-1. Vit hildu rættiliga jólaaftan fyri teimum, sigur stóri miðverjuleikarin hjá GÍ. Atli heldur, at tað er bei- skt at tapa á handan hátt. - Eg hevði næstan heldur vilja tapt 0-5 eftir at hava verið niðurspældir, enn at tapa upp á hendan mátan, sigur hann. Hann iðrar seg eisini um, at teir ikki tóku av hinum báðum risamøgu- leikunum, sum teir fingu í byrjanini av dystinum. Tí hevði GÍ ført 3-0 í hálvleikinum í staðin fyri 1-0, hevði verið meiri ivasamt, um HB kom aftur í aftur. Ikki tí, hann heldur, at teir báðir Hendrik og Christian spældu ógvuliga væl í fyrra hálvleiki, men eisini teir vóru við í kollektiva kollapsinum hjá gøtumonnum í seinna hálvleiki. - Vit tosaðu um tað í hálvleikinum, at vit høv- du teir júst har, vit vildu hava teir. Men kortini er tað lítið meir enn vit nerta bóltin í seinna hálvleiki. Teir eru so mikið góðir bóltleikarar, og tá vit har- til gera so stórar persón- ligar feilir, so má tað ganga galið. Atli sigur, at tað er lítið hugaligt hjá teimum at fara at venja í kvøld. Vit hava ein beiskan smakk í munninum. Nú hava vit einki at spæla fyri meiri í ár. Hinvegin hava vit góða tíð at spæla liðið enn betur saman, og tað er hóast alt hugaligari at enda á fimta plássi heldur enn á áttanda, sigur Atli Gregersen. (leo) Persónligir feilir kostaðu fleiri mál. Og so var. Jákup á Borg, hesaferð í vinstru síðu, stríðir seg fram móti baklinjuni og sendir inn til Andrew, sum enn einaferð vísir hvussu vandamikil hann er í brotsteiginum, og so var 2-1. Og nú gekk skjótt. Longu minuttin eftir vinnur And- rew enn ein bólt í vinstru, spælir ein fullkomiliga frí- an Rók av Fløtum Jespersen mitt fyri málinum, og hann svíkur inni, sendir bóltin dygst inn við vinstru stong til 3-1. GÍ veingjaskert Andrew av Fløtum, sum lítið hevði verið at sæð til í fyrra hálvleiki – eins og restin av HB-leikarunum – hevði eina sera góða løtu, og tað var eisini hann, ið var meistari fyri fjórða máli- num. Hetta kom tá Niclas í GÍ-verjuni sløsaði so Andrew fekk takla bóltin av honum. HB-leikarin trekti inn í brotssparksteigin til høgru við báðum GÍ- leikarunum í hølinum, og við lítlari fintu kundi hann leggja yvir til Rók enn einaferð, sum aftur púra fríur sendi í málið til endaliga úrslitið 4-1. GÍ-verjan kollapsaði fullkomiliga hesa løtuna, og gestirnir tóktust í heila tikið ongantíð at finna rútmuna í seinna hálvleiki. Tróndur í HB-málinum fekk seg tískil ongantíð veruliga royndan í seinna hálvleiki, sum heimaliðið stýrdi allan sum hann var. Tað kundi endað enn verri – ella rættari átti – tá innskifti Emil Leifsson spældi seg leysan í vinstru síðu, men innleggið frá honum mundi Jákup sent út til innkast heldur enn í tóma GÍ-málið. Gestirnir iðra seg uttan iva um risamøguleikarnar í byrjanini av dystinum. Í fyrra hálvleiki var GÍ í heila tikið betra liðið, og teir kundu sum longu nevnt fleiri ferðir havt tryggari leiðslu í hálvleikinum. HB hinvegin fekk fulla nyttu av spælinum, tá Jákup kom fram á miðvøllin at leika. Um munurin var so stórur á spælinum saman- lagt, sum úrslitið bendir á eru helst fleiri meiningar um. Eingin kann tó fílast á, at heimaliðið vann, tí samlað mett um spæl og møguleikar vóru teir tað betra liðið. gula kompleksið Thomas Dam og HB frammanfyri Símun Louis Jacobsen og GÍ Mynd: Álvur Haraldsen