týsdagur 21. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 160 - 21. august 2007
lýsingar
Á Hjalla 2 · 188 Hoyvík · Tel 360 360
Fax 360 361 · 360@360.fo
søkir
skrivstovunæming
Til skrivstovu okkara á Hjalla verður søkt
eftir skrivstovunæmingi, at byrja skjótast
gjørligt.
Umsøkjari við FHS ella HH prógvi hevur
fyrimun. Vit bjóða eitt lærupláss við góð
um arbeiðsumhvørvi og fjøltáttaðum upp
gávum.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
Fróða Sigvardsen á tlf. 510808.
Seinasta freist at senda inn umsókn við
prógvum og møguligum ummælum er 27.
august 2007.
Umsókn skal sendast til:
Sp/f 360°
Á Hjalla 24
Boks 3268
110 Tórshavn
Att: Fróði Sigvardsen
Lærarastarv í
Viðareiðis Skúla
Viðareiðis skúli søkir eftir einum lærara í tíðar
avmarkað starv skúlaárið 2007/08 at byrja 1. sep
tember 2007.
Søkt verður eftir:
• Einum lærara á umleið 20 – 24 tímar um vikuna
Tann, ið settur verður skal:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva
• verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kann átaka sær at
undirvísa í:
• donskum í 3. flokki
• støddfrøði í 4. og 5. flokki
• føroyskum og náttúru/tøkni í 6. og 7. flokki
• tónleiki
• serligum tørvi
Førleikakrøv
Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu
lærugreinum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka
skúlanum.
Løn
Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1
– 27.4.
Umsókn
Umsókn við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28.
august kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella
58 80 52.
Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid
Viðareiðis Skúli
Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði
Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo
KUNNGERÐ
UM RUDDING
Vágs kommuna hevur avgjørt at bilvrak, akfør,
bingjur og lutir annars, sum uttan góðkenning frá
kommununi rekast á almennum ella privatum
økjum, skulu verða beind burtur og latin góð
kendum móttakara.
Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1 stk. 4 í
nátúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd
liggja og rekast á almennum ella privatum
uttanduraøki, og í § 10 um burturkast stendur, at
ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í
haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðra
staðni.
Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann
burturbeina ella selja skrásetingarskyldug akfør,
sum standa á almennum vegi uttan nummar
plátu.
Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/
lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu
beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt.
Verður hetta ikki gjørt innan 1. september 2007,
beinir kommunan tað burtur fyri eigarans rokn
ing.
Vágs Kommuna
og
sýslumaðurin
Vágs Kommuna
Frá Svínoyar Kommunu
27. august, verður fólkaatkvøða, um saman
legging ímillum Klaksvíkar og Svínoyar Kom
munur, frá kl. 13.00 til 16.00, í lærarahúsi
num.
Borgarar í Svínoyar Kommunu, kunnu frá 21.
til 23. august greiða brævatkvøðu á hesum
støðum, Klaksvíkar Kommuna, Miðlan, Tórs
havnar Kommuna, Snarskivan og í Svínoy, við
at venda sær til valnevndina.
Svínoyar Kommuna
Søkir
reingerðingsfólk/avloysarar
Søkt verður eftir einum reingerðingsfólki/av
loysara til Frítíðarskúlan í Vágs kommunu at
byrja skjótast tilber.
Setunartreytir:
Talan er um reingerðing 2 tímar um dagin, og
at verða avloysari fyri starvsfólkið í barna
ansingini.
Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
avvarðandi fakfeløg.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Petry Joensen tlf. 373024/228718.
Umsóknin saman við upplýsingum um út
búgving og royndir skal vera Vágs kommunu í
hendi í seinasta lagi 3. september 2007.
Umsóknin skal sendast til:
VÁGS KOMMUNU
FO900 VÁGUR
Viðm. reingerðingsfólk/avloysari
Vágs Kommuna
Avloysari – køkshjálp
Søkt verður eftir einum avloysara frá 27. aug.
til 30. sept. Uppgávan er matgera, pakka
døgurðar og vaska upp. Arbeiðstíðin er
mánadag til fríggjadag kl. uml. 10-14.
Pf. Johannes Andreasen · Grønlandsvegur 16
Tel. 31 20 87 · ja@post.olivant.fo
Kassafólk
Søkt verður eftir fólki at passa kassan og
fylla vørur upp fyrrapartar og seinnapartar,
aðruhvørja viku og annanhvønn leygardag,
at byrja beinanvegin ella smb. avtalu.
Pf. Johannes Andreasen · Grønlandsvegur 16
Tel. 31 20 87 · ja@post.olivant.fo