mikudagur 22. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 161 - 22. august 2007
Clinton kemur 1. oktober
Nú er tað endaliga staðfest, at fyrrverandi forsetin í USA, Bill Clinton, kemur til Føroya
mánadagin 1. oktober saman við Hans Blix, fyrrverandi vápnaeftirlitsmanni. Teir báðir
fara at luttaka á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum.
- Vit eru sera fegin um, at tað eydnaðist at hava tiltakið, sigur formaðurin í
Arbeiðsgevarafelagnum, Jóhan Páll Joensen í stuttari viðmerking. Upprunaliga skuldi
Clinton koma 24. mai, men tað barst honum frá. Magni Arge, sum er limur í
fyrireikingarbólkinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum, hitti Bill Clinton og Kofi Annan,
fyrrverandi ST-aðalskrivara í Oslo 23. mai: ”I always wanted to go there - I want to see
the Faroe Islands” segði Clinton tá við Magna Arge.
Sum væntað er sunnari
partur av landinum mest
skeptiskur mótvegis einum
valdømi. Í Sandoy eru næ-
rum
helmingurin
ímóti,
meðan 30 prosent eru fyri
einum
valdømi.
Men
samstundis eru heili 22
prosent, sum siga seg ivast
enn. Í Suðuroy er meirilutin
ímóti uppaftur greiðari, har
55 prosent siga seg vera
ímóti, meðan 38 prosent er
fyri. Har hava eisini fleiri
fólk tikið støðu, tí bert 8
prosent siga seg ikki vita.
Hesi úrslit samsvara væl
við støðuna hjá tinglimunum
úr hesum báðum oyggjum,
sum eftir øllum at døma eru
ímóti.
Sum vit eisini kundu vænta,
so eru fólk í miðstaðar-
økinum mest íðin fyri
einum valdømi, og tess
longur burtur fólk eru frá
miðstaðinum, tess minni
undirtøku fær uppskotið
um eitt valdømi. Sostatt eru
fólk í Vágum og í Norðoyggj-
um eisini ímóti, men har
eru tølini kortini javnari
enn í sunnara parti av land-
inum.
Valdømi
Norð
Eyst
N-Str
S-Str
Vágoy
Sandoy
Suðuroy
Samlað
Ja
35%
59%
57%
72%
36%
30%
38%
56%
Nei
38%
22%
15%
14%
41%
48%
55%
26%
Veit ikki
27%
19%
27%
14%
23%
22%
8%
18%
Samlað
100%
100%
100%
100%
100%
100%
100%
100%
0%
10%
20%
30%
40%
50%
60%
70%
80%
Norð
Eyst
NͲStr
SͲStr
Vágoy
Sandoy Suðuroy
Ja
Nei
Veitikki
Mótstøðan størst
sunnanfyri
Suðurføroyar kenna seg hóttar
Fólk í Suðurføroyum kenna seg hótt av spurninginum um eitt valdømi.
Ein greiður meiriluti av fólkunum í Suðuroy og í Sandoy eru ímóti
uppskotinum
Valdømi
Rigmor Dam og Niels Uni Dam
Gallup-kanningin um eitt valdømi, sum Sosialurin hevur latið gjørt, vísti, at meirilutin av
føroyingum eru fyri einum valdømi. Men stórur munur er á úrslitinum norðanfyri og
sunnanfyri. Ikki óvæntað vísir kanningin eisini, at tess nærri fólk eru at høvuðsstaðnum,
tess meira eru fólk fyri einum valdømi. Sostatt er munurin millum tey sum siga ja og nei
minni í Vágum og í Norðoyggjum, enn í miðstaðarøkinum. Komandi dagarnar hyggja vit
at býtinum millum inntøkubólkar, størv og útbúgvingarstøði hjá fólkunum, sum hava
luttikið í kanningini.
Heldur óvæntað eru ungdómar í aldursbólkinum 15-24 millum tey sum eru mest ímóti at
Føroyar gerast eitt valdømi. Fólk í aldursbólkinum 40-49 eru mest fyri.