mikudagur 22. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
6
samrøða
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Tá ið teir tríggir Nikolausson-
brøðurnir, Bo, Jan og Göran, av
fyrstan tíð settu Charizma á stovn
í 1984, spældu teir ikki popp,
sum teir gera í dag. Við longum
permanentaðum hári rokkaðu
teir húsini sundur og saman hjá
foreldrunum. Júst sum rættir
80’ara rokkarar eiga at gera.
Nógv er hent síðani tá. Mitt í
hálvfemsunum ynsktu brøðurnir
at ganga nýggjar tónleikaleiðir.
Tíðin var farin frá 80’ara rokki-
num, og tí var neyðugt at endur-
nýggja seg og fáa nýtt blóð inn.
Leita varð - og funnið. Thomas
Karlsson og Johan Mauritzson,
ávikavist gittaristur og sangari,
løgdust aftrat, og saman settu
teir fimm eina nýggja kós. Eina
poppkós.
Tann kristni básurin
Samstundis sum tónleikastílurin
broyttist, varð eisini hugt
eftir mátanum, ið tann kristni
boðskapurin varð borin fram:
– Fyrr var alt nógv meiri fýr-
kantað og áleypandi. Tónleikurin
hevði sum so einki at siga. Tað
var bara ein miðil, ið varð nýttur
til at fáa ein boðskap fram, sigur
sangarin Johan Mauritzson.
– Men soleiðis er tað ikki
longur. Ella tað halda vit í øllum
førum ikki. Tekstirnir eru sjálvandi
umráðandi, men eins nógv og
tekstirnir kunnu røkka út, so kann
tónleikurin eisini geva fólki nakað
og røra nakað inni í teimum.
Samrøðan flytur seg yvir á
kristnan tónleik:
– Um tú hugsar um tað, so er
tað bara kristindómur av heimsins
átrúnaðum, sum hevur ein heilan
tónleikastíl fyri seg, christian
music. Og tekur tú til dømis USA,
so selur kristin tónleikur næstan
eins nógv og country. Og country
selur nógv har yviri!
- Men eg haldi ikki, at skilnaður
og frástøða er tað rætta. Í Svøríki
var tað soleiðis fyrr, at allur
kristin tónleikur var koyrdur í ein
bás, og vart tú kristin og ynskti
at spæla tónleik, so var tað bara
inni í hesum básinum, at tú vart
góðtikin.
- Tíbetur er hetta broytt og
liggur í fortíðini. Bólkar sum
Switchfoot og The Fray, har
øll manningin er persónliga
kristin, marknaðarføra seg ikki
sum kristnir bólkar og hoyra
til ikki-kristin plátufeløg. Av tí
sama røkka teir nógv longri út og
avmarka seg ikki bert til kristna
lurtaran.
Um sín egna bólk sigur Johan:
- Vit í Charizma eru allir kristnir,
og trúgvin er ein natúrligur partur
av okkara lívi. Hetta kemur sjálv-
andi til sjóndar í okkara tekstum
og tónleiki, men vit hava ikki hug
til at avmarka okkum bara til
kristin. Vit vilja røkka longri.
Pólskar stjørnur
Seinastu árini hevur Charizma
gjørt vart við seg á svenska hitt-
listanum. Lagið ‘Waiting (Here for
you), av seinastu fløgu teirra ‘Life
in 3D’, var sjey vikur á svenska
hittlistanum og náddi heilt upp á
eitt triðja pláss.
Men mest spennandi projektið
hjá bólkinum seinastu tíðina,
var luttøkan í pólsku Eurovision
sangkappingini í februar í ár:
– Saman við týska teknobólki-
num Scooter høvdu vit eina
konsert í Pólandi fyri góðum ári
síðani. Framførslan gekk so mikið
væl, at fólkið har niðri eggjaði
okkum til at luttaka í pólsku
Eurovision sangkappingini.
– Vit fóru heim aftur til Svøríkis
og í desember mánaði í fjør fingu
vit at vita, at okkara lag ‘Emily’
var millum tey tíggju, ið skuldu
Poppdreingir –
– Vit royna hvørki at
vera alternativir ella
nýskapandi. Vit gera
poppsangir, sum
skulu vera sitandi í
høvdinum á fólki,
sigur Johan Mauritz
son. Sangari í
svenska bólkinum
Charizma, ið er eitt
av útlendsku nøvnu
num á Fjarðafesti
valinum í ár