mikudagur 22. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 161 - 22. august 2007
Belgiari í Listaskálanum
Fríggjadagin klokkan 16.00 letur Listasavn Føroya upp fyri
nýggjari framsýning við 100 grafiskum listaverkum av
heimskenda belgiska listamanninum, Pierre Alechinsky, ið
er føddur í 1927. Listaverkini eru gjørd í einum 40-ára
tíðarskeiði frá 1963 til 2002. Framsýningin er fingin í lag
við víðagitna grafiska verkstaðin Editions Atelier Clot,
Bramsen & Georges í París, haðani øll verkini eru prentað,
og sum danski steinprentarin, Peter Bramsen, hevur staðið á
odda fyri síðan 1960-árini. Pierre Alechinsky hevur í mong
ár verið ein av stóru listamonnunum á altjóða listapallinum.
0%
10%
20%
30%
40%
50%
60%
70%
80%
Ja
Nei
Veitikki
Flokk
Fólkafl
Sambandsfl
Javnaðarfl
Sjálvstýrisfl
Tjóðveldisfl
Miðfl
Samlað
Ja
55%
54%
60%
66%
69%
31%
56%
Nei
31%
23%
23%
29%
21%
54%
26%
Veit ikki
14%
23%
17%
5%
10%
16%
18%
Samlað
100%
100%
100%
100%
100%
100%
100%
Tingmanningin hjá Mið-
flokkinum er á einum máli
um, at Føroyar eiga at verða
eitt valdømi, men hesum
eru veljarar floksins als ikki
samdir í. Í øllum hinum
flokkunum er greiður meiri-
luti fyri einum valdømi,
men
millum
miðfloks-
veljarar er meirilutin eins
stórur ímóti uppskotinum.
Heili 54 prosent av teimum
spurdu miðfloksveljarunum
eru ímóti, meðan einans 31
prosent eru fyri einum
valdømi. Fólkafloksveljarar
eru við 31 prosentum ímóti,
tann bólkurin, har mót-
støðan er næst størst, men í
hesum bólki er tó greiður
meiriluti fyri, við 55 prosen-
tum fyri, at Føroyar gerast
eitt valdømi.
Bestu undirtøku fær upp-
skotið millum veljarar hjá
Tjóðveldisflokkinum
og
Sjálvstýrisflokkinum,
har
ávikavist 69 og 66 prosent
eru fyri, at Føroyar verða
eitt valdømi.
0%
10%
20%
30%
40%
50%
60%
70%
80%
18Ͳ24
25Ͳ39
40Ͳ49
50Ͳ59
60+
Ja
Nei
Veitikki
Aldur
18-24
25-39
40-49
50-59
60+
Samlað
Ja
39%
59%
71%
59%
54%
56%
Nei
39%
27%
15%
28%
22%
26%
Veit ikki
22%
14%
14%
13%
24%
18%
Samlað
100%
100%
100%
100%
100%
100%
Tað eru yngstu veljararnar,
teir ímillum 18-24, ið vísa
mest fyrivarni mótvegis
uppskotinum um at gera
Føroyar til eitt valdømi.
Meðan tað í øllum øðrum
aldursbólkum er greiður
meiriluti fyri uppskotinum,
so stendur á jøvnum millum
tey, ið eru fyri, og tey, ið
eru ímóti. 39 prosent eru
fyri og 39 prosent ímóti.
Sostatt eru eisini 22 prosent
av teimum yngstu, ið ikki
hava tikið støðu. Einasti ból-
kur har størri partur ikki
hevur tikið støðu enn, er
tey, ið eru yvir 60 ár. Í elsta
bólkinum eru 24 prosent, ið
ikki hava tikið støðu enn,
men millum tey, ið hava
tikið støðu í hesum bólki er
greiður meiriluti fyri upp-
skotinum, heili 54 prosent
eru fyri, at Føroyar gerst
eitt valdømi.
0%
10%
20%
30%
40%
50%
60%
70%
Ja
Nei
Veitikki
Kvinna
Maður
Kyn
Kvinna
Maður
Samlað
Ja
52%
60%
56%
Nei
25%
27%
26%
Veit ikki
23%
13%
18%
Samlað
100%
100%
100%
Mannfólk og konufólk eru
rættiliga samd um at vera
fyri einum valdømi. Kortini
eru mannfólkini eitt sindur
positivari enn kvinnurnar.
Eisini eru fleiri kvinnur enn
menn, sum siga seg ikki
vita.
Størst mótstøða millum
tey yngstu
Javnt millum kynini
Miðfloksveljarar ósamdir
við tingmanning
Átalar Tórshavnar Kommunu
Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Tórshavnar kommunu
átalu í sambandi við eina starvssetan. Umboðsmaðurin hevur
viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá Tórshavnar Tveir
umsøkjarar vóru bodnir til setanarsamrøðu. Hvørgin teirra var
verkfrøðingur. Einasti umsøkjarin, ið hevði eina útbúgving, ið
samsvaraði við starvslýsingina, var klagarin, sum eisini hevði
viðkomandi arbeiðsroyndir til starvið. Umboðsmaðurin sigur, at
einki tilfar í málinum vísti, hví klagarin ikki varð boðin til
samrøðu ella sett í starv, og tí hevur Umboðsmaðurin givið
Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri hetta.