Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 7 kappast um at umboða Póland. Framman fyri 10 milliónum sjónvarpshyggjarum spældu teir lagið ‘Emily’, og hóast teir ikki vunnu, komu nógvar konsertir og nógv útvarpstíð í kjalarvørrinum á luttøkuni: – Hóast vit ikki hava útgivið nakað í Pólandi, so eru vit væl kendari har enn í Svøríki. Fólk kenna okkum aftur á gøtuni, og vit hava verið nógv í pólsku miðlunum. Nýtt á veg Teir fimm, Bo, Jan, Tomas, Johan og Göran, hava allir arbeiði við síðuna av Charizma. Onkur ar­ beiðir innan fyri marknaðarføring, onkur er lærari og Johan sjálvur hevur sítt egna grafikaravirki: – Allir hava vit eitt arbeiði við síðurnar av, og tað er nakað, sum vit hava tað fínt við. Hetta merkir tó, at tað heila tekur eitt sindur longri tíð, tí tað, sum sagt er nak­ að, sum vit gera við síðurnar av. – Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at livað av tónleikinum, men tað er ikki okkara mál. Hendir tað, so hendir tað. Seinasta útgávan hjá Charizma, ‘Life in 3D’, kom út í 2003, og tað er eitt sindur síðani nú. Hvussu sær framtíðin út? – Vit eru júst farnir í upptøku­ hølið við nýggjum tilfari og ætla at hava fyrsta staklagið klárt longu í oktober. – Hesu ferð fara vit eitt sindur annarleiðis til verka, enn vit eru vanir. Í staðin fyri at taka alla fløguna upp og síðani geva út stakløg, so fara vit hinvegin nú. Eitt lag verður tikið upp í senn og síðani givið út. Og vit miðja eftir at hava eina fløgu klára fyrst í komandi ári. Poppur – punktum Charizma leggur seg eftir at gera melodisk og fangandi løg, sum festa seg í minnið á lurtaranum. Tónleikurin er lættur og glaður, og tað er eisini ætlanin: – Okkara tónleikur er rættiliga beint fram. Vit royna hvørki at vera alternativir ella nýskapandi. Vit gera poppsangir, sum skulu vera sitandi í høvdinum á fólki. So einfalt er tað, sigur Johan, sum tó leggur aftrat: – Komandi fløgan verður eitt sindur tyngri enn undanfarna. Meðan ‘Life in 3D’ var reinur poppur, so verður meiri popprokkur yvir komandi útgávuni. Gleða seg til regnið Á heimasíðuni hjá bólkinum stendur at lesa um føroya­ vitjanina: – Vit eru sera spentir upp á hesa konsertina. Í august fara vit til Føroya at spæla á Fjarðafestivalinum. Ein sera spennandi ferð! Og Johan gleðir seg: – Eitt tað besta við at vera í Charizma er at ferðast og møta nýggjum mentanum. Vit hava spælt í fleiri enn 15 londum kring heimin, og vit elska at møta nýggjum fólki og práta við fjepparar. – Tá ið vit funnu út av, at vit skuldu til Føroyar, vóru vit ovur­ fegnir. Vit gleða okkum at vitja landið, har tað sigst, at regnið býr, sigur ein skemtingarsamur Johan at enda. og erpnir av tí F A K T A Manning Johan Mauritzson: sang og ljómborð Tomas Karlsson: gittar og røddir Göran Nikolausson: gittar og røddir Bo Nikolausson: bass og røddir Jan Nikolausson: trummur Limirnir í Charizma eru allir kristnir, og trúgvin er tí ein natúrligur partur av lívinum