mikudagur 22. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 161 - 22. august 2007
Síðst í farnu viku
vóru broytingarnar
í útlendingalógini
sendar til hoyring
ar. Føroya Arbeiðs
gevarafelag fegnast
um, at tað endiliga
hendir nakað á
økinum. Men broyt
ingarnar fáa ikki
virkna fyrr enn 1.
januar
ARBEIÐSMEGI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vinnuhúsið frættir dag og
dagliga frá fyritøkum, sum
mangla arbeiðsmegi, og tað
er ein støða, sum á ongan
hátt er nýggj.
- Seinastu tvey árini hev-
ur áhaldandi verið mangul
uppá fólk. Arbeiðsgevara-
felagið hevur tí leypandi
roynt at kunna myndugleik-
arnar um støðuna og víst á,
at neyðugt er at opna okkara
arbeiðsmarknað,
sigur
Vinnuhúsið.
Teir fegnast tí um, at tað
nú endiliga sær út til, at ein
glotti er fyri framman. Sam-
bært lógaruppskoti hjá Inn-
lendismálaráðnum
um
broytingarnar í útlendinga-
lógini, sum nú er sent til
hoyringar, fáa allir ES borg-
arar atgongd til føroyska
arbeiðsmarknaðin frá 1. jan-
uar 2008.
- Føroya Arbeiðsgevara-
felag fegnast um, at tað
endiliga hendir nakað á
økinum. Sjálvt um miðlarnir
í grannalondunum hava víst
á, at arbeiðsmegin í nýggju
eysturevropeisku limalondu-
num í ES er um at ganga
undan, so koma tvey nýggj
limalond í ES tann 1. januar
2008. Tá gerast Bulgaria og
Rumenia partur av sam-
veldinum, og hetta skuldi
tryggjað, at arbeiðsmegi er
til at fáa fatur á, sigur
Vinnuhúsið.
Stóran týdning
Men fram til 1. januar noyð-
ist vinnan at brynja seg við
toli, og lønarglíðingin og
kostnaðarøkingin fær enn
nakrar mánaðir at gera um
seg, verður sagt.
Víst verður annars til eina
norska kanning, sum í
summar setti tøl á búskapar-
liga týdningin av útlendskari
arbeiðsmegi.
Kanningin,
sum norska hagstovan hev-
ur gjørt, staðfestir, at norska
rentan hevði verið úti við
eitt prosent hægri, um
pólska arbeiðsmegin ikki
var í landinum.
- Útlendska arbeiðsmegin
hevur haft stóran týdning
fyri
norska
búskapin.
Pólendingarnir hava økt
framleiðslukapasitetin
og
hava harvið minka um trýsti
í búskapinum, segði Roger
Bjørnstad
granskari
hjá
Statistisk Sentralbyrå við
norska blaðið Dagens Nær-
ingsliv.
Hann vísti á, at útrokn-
ingar teirra vístu, at miðal
lønarstøðið
í
landinum
hevði verið umleið 2%
hægri, um pólska arbeiðs-
megin ikki var tøk.
- Her er vert at hava í
huga, at norska arbeiðsloysið
ikki hevur verið á lÍka lág-
um støði sum tað føroyska.
Í 2006 vóru í meðal 3,5
prosent arbeiðsleys, og sein-
asta hálva árið hevur talið
ligið um 3 prosent. Í Før-
oyum er arbeiðsloysi nú
niðri á 1,5 prosentum, sigur
Vinnuhúsið á heimasíðu
síni.
Vinnuhúsið fegnast
Í Vinnuhúsinum fegnast tey um, at tað endiliga hendir nakað við spurninginum um útlendska
arbeiðsmegi í Føroyum
Talan er einans um
at ganga einum ynski
frá Bristow á møti um
at seta ein sonevndan
ADELsendara í
gomlu tyrluna. Tað er
stutt sagt ein vánalig
forrætning fyri
okkum at brúka LOB
tyrluna í Onglandi,
sigur Magni Arge,
stjóri
TILBÚGVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stormur í einum vatnglasi!
Soleiðis taka danir stund-
um til, og soleiðis lýsir
Magni
Arge,
stjóri
í
Atlantsflog, øsingina um
tyrlumálið, sum hevur tikið
seg upp í fjølmiðlunum.
- Tað er einki hald í, at
Bristow hevur kravt, at vit
nýta nýggju tyrluna í flúgv-
ingini í Onglandi. Tað ein-
asta, málið snýr seg um, er,
at teir hava sett eitt krav
fram um, at vit seta ein
sonevndan
ADEL-trans-
pondara í gomlu tyrluna.
Og tað hava vit eftirlíka, sig-
ur Magni Arge.
Nakað annað er so, at tað
hevur tikið langa tíð at fáa
neyðugu góðkenningina at
seta hendan sendaran í
gomlu tyrluna. Gingið var
bara út frá, at hetta var ein
avgreiðsluspurningur, men
tað vísti tað seg ikki at vera,
og tí er so long tíð gingin.
- Gamla tyrlan hevur alla
tíðina verið nýtt í avtaluni
við Bristow, og tað hevur
als eingin trupulleiki verið í
tí. Vit sendu nýggju Leiting
og Bjarging (LOB)-tyrluna
til Onglands, meðan hesin
sendarin varð settur í gomlu
tyrluna, og tað er avgjørt
ikki tí, at hetta er nøkur góð
forrætning
fyri
okkum,
tvørturímóti, sigur stjórin á
Atlantsflog.
Magni Arge vísir á, at
fyri tað fyrsta er gamla
tyrlan bíligari í drift enn
tann nýggja, og hartil kem-
ur, at væl styttri er millum
kravdu eftirlitini hjá nýggju
tyrluni. Tað merkir, at meiri
nýggja tyrlan flýgur, styttri
tíð gongur millum dýru
eftirlitini, so tað er avgjørt í
teirra áhuga, at gamla tyrlan
røkir sáttmálan við enska
felagið.
Eingin ónøgd
Stjórin á Atlantsflog sigur,
at hann als ikki hevur merkt
nakra sum helst ónøgd um
sáttmálan, hvørki frá Fiski-
málaráðnum ella frá Til-
búgvingarstovuni. Tvørtur
ímóti hevur hann ta greiðu
kenslu av, at allir partar eru
vælnøgdir.
- Eg hevði fund við til-
búgvingina so seint sum í
vikuni, og har kom als einki
fram um nakra ónøgd, tvørt-
urímóti. Øll tykjast fegin
um samstarvið, sigur Magni
Arge.
Hann heldur tað verða
bæði óheppi og synd, at tey
fólk, sum stríðast nátt og
dag fyri at halda tilbúgving-
ini til reiðar, soleiðis skulu
koma undir illgruna fyri at
vera partar í eini spekula-
tión.
At enda sigur Magni
Arge, at teir valdu hesa
loysnina, tí summar er og
ljóst í veðrinum, og tí er
ikki brúk fyri teirri serligu
útgerð, sum nýggja LOB-
tyrlan er útstýrd við.
Vit royndu at fáa eina
viðmerking frá stjóranum
fyri tilbúgvingini, Anni á
Hædd, men tað eydnaðist
ikki at fáa fatur á henni fyri
evstamark blaðsins.
Vánalig loysn
fyri Atlantsflog
Tyrlumálið hevur einki upp á seg og er bara blást upp í
fjølmiðlunum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog
Skipamyndir í Snarskivuni
Tórshavnar Býarsavn letur í morgin klokkan 16 upp myndaframsýning í
Snarskivuni á Vaglinum. Á framsýningini, ið Finnur Johansen hevur lagt til
rættis, eru umleið 25 svartar-hvítar myndir av fiskiskipum, sum í tríatiárunum
landa við eystaru bryggju í Havn. Fyri 100 árum síðani var Tórshavn størsta
fiskivinnuplássið í Føroyum, og í fyrru helvt av tjúgundu øld vóru Tórshavn,
Tvøroyri og Vágur størstu fiskivinnuplássini í landinum. Í tríatiárunum gjørdist
eisini Klaksvík eitt av stóru fiskivinnuplássunum. Framsýningin er opin allar
gerandisdagar.
Útnorðurráð nýggjan
formann
Á fundi í Nuuk hevur Útnorðurráðið valt íslendska
altingsmannin Karl V. Matthíasson til formann í ráðnum eftir
grønlendska landstingsformannin Jonathan Motzfeldt. Hann
heldur tó fram í formansskapinum saman við Henrik Old,
løgtingsmanni og nýggja formanninum. Í sínari fyrstu røðu sum
formaður legði Karl V. Matthíasson millum annað dent á, at
londini í útnorði eiga at menna samstarvið innan javnrættindi,
fiskirannsóknir og bjarging. Karl V. Matthíasson, sum í sínum
borgarliga starvi er prestur, er altingsmaður hjá Samfylkingini.