Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 8 Braquet Eina av mest sannførandi og dyntilsrokkandi framførslunum á Fjarðafestivalinum í fjør, syrgdu Braquet fyri. Júst heimkomnir av eini drúgvari konsertferð í USA og tískil væl samanspældir, prógvaðu teir, at teir ikki lógu petti aftanfyri hini altjóða nøvnini á festivalinum. Seinasta árið hevur ikki verið nógv at hoyrt til bólkin, og hetta kemst av, at menn eru upptiknir og onkur teirra býr uttanlands. Framførslan á Fjarðafestivalinum 07 verður einasta framførslan hjá bólkinum hetta summarið, og av somu orsøk verður tað serliga spennandi at hoyra bólkin leypa á við sínum orkudrivna rokki fyri fyrstu ferð í ár. Petur Háberg Einasta umboðið fyri Klaksvík í ár er Credo. Men eingin ivi skal vera um, at teir ætla at røkta hesa uppgávuna til fulnar - og meiri enn tað. Seinastu tíðina hevur nógv tíð verið nýtt í nýggju venjingarhølunum í Dávavirkinum, og ikki kann sigast annað enn, at framleiðslumegin hevur verið í toppi: - Tað hevur gingið so væl hjá okkum undir venjingunum, at væntandi verður bara nýtt tilfar á skránni á Fjarðafestivalinum, sigur Leivur Vitalis, ið tekur sær av bassspælinum í bólkinum. - Og samstundis hava vit flutt okkum reint tónlistarliga. Alt er vorðið eitt sindur tyngri og er kanska ikki so popput, sum tað hevur verið. Nú spæla vit reindyrkaðan, nýmótans rokk við tyngd í. Bæði gestatónleikarar og telduforritan vera ein partur av framførsluni hjá Credo, og teir gleða seg til at vísa nýggja tilfarið fram á Fjarðafestivalinum: - Vit eru heilt ótrúliga spentir at vita, hvussu nýggju løgini fara at vera móttikin. Tað verður eitt heilt nýtt Credo. Petur Háberg Credo Vit ynskja øllum ein góðan FjarðaFestiVal