Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 161 - 22. august 2007 Misnøgdir roykjarar Tey, sum sigla við skipunum hjá danska reiðarínum DFDS, og sum ikki hava lagt av at roykja, eru sera misnøgd við nýggjar roykireglur, sum reiðaríið hevur sett í gildi umborð á skipunum. Sambært nýggju reglunum sleppur manningin ikki at roykja í egnum kamari, og tað eru starvsfólkini sera misnøgd við, tí kamarið er teirra heim, siga tey. Fakfelagið er eisini misnøgt, tí DFDS hevur gjørt reglurnar uttan at tingast við starvsfólkið. Borgarstjórin í Klaksvíkar komm­ unu, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur, at nú frystigoymslan er flutt 80 metrar longur norður, verður atløgubryggjan í Ánunum longd við 100 metrum VinnulíV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Frystigoymslan, sum Christian í Grótinum, JFK- Trol og Faroe Ship í felag byggja í Ánunum í Klaks- vík, eru nú so smátt við at taka skap norðaliga á havna- økinum. Tað er Klaksvíkar komm- una, sum hevur staðið fyri útfyllingini og planeringini av økinum, og tað er eisini kommunan, sum hevur latið fundamentið undir goymsl- uni stoypa. Byggifyritøkan Maltek við Hans Josephsen, stjóra, hevur gjørt planerings- arbeiði og hevur stoypt fundamentið til goymsluna. Frysting og skrivstovur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at leigu- sáttmáli verður gjørdur við feløgini, sum lata goymsl- una byggja. Sáttmálin fevn- ir um lendið og fundament- ið. Nýggja frystigoymslan, sum sambært ætlanini stend- ur liðug um mánaðarskiftið februar/ mars komandi ár, fer helst at kosta einar 30 miljónir krónur at byggja. Sjálv goymslan verður einar 3.500 fermetrar til støddar, men partur av bygninginum verður í tveim- um hæddum. - Feløgini, sum byggja goymsluna, skulu øll hava egin skrivstovuhølir í ovaru hæddini, sum vendur oman móti sjónum, sigur borgar- stjórin. Tað er norska felagið Huurre, ið selir goymsluna sum byggisett, og tað er eisini hetta felag, sum stendur fyri uppsetingini. Nýggj atløgusíða Steinbjørn O. Jacobsen sig- ur, at upprunaliga var ætlan- in at byggja frystigoymsl- una syðri á verandi havna- lagi í Ánunum, men tá sam- an um kom, varð goymslan flutt 80 metrar longur norð- ur, soleiðis at hon ikki kom at taka so nógv pláss á ver- andi havnalagi. - Nú fáa vit eisini ein longri bryggjukant. Saml- aða atløgusíðan í Ánunum er í dag 200 metrar, men nú goymslan liggur norðari, verða 100 metrar av atløgu- síðu bygdir aftrat, sigur hann. Klaksvíkar kommuna fer eisini at planera økið rundan um frystigoymsl- una. Kommunurnar partur av hesum arbeiði liggur fyri- bils um einar 5 miljónir krónur. Liðug samstundis Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at enn er ikki endaliga gjørt av, hvør kemur at standa fyri byggingini at atløgusíðuni, men tann spurningurin verður vænt- andi avgreiddur innan langt um leingi. - Vit miðja eftir, at nýggja atløgusíðan fram við frysti- goymsluni verður liðug um somu tíð sum goymslan sjálv, sigur borgarstjórin. Frystigoymsla í Ánunum fyri 30 mió krónur Tað er norska fyritøkan Huurre, ið selir frystigoymsluna sum byggisett. Tað er eisini hetta felag, sum tekur sær av at seta goymsluna upp. Íløgan hjá Christiani í Grótinum, JFK-Troli og Faroe Ship, sum eru saman um goymsluna, er einar 30 miljónir krónur Mynd: Birgir W. Høgnesen - Nú frystigoymslan verður bygd norðari á økinum enn upprunaliga ætlað, fáa vit eisini 100 metrar av atløgusíðu aftrat í Ánunum, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen Mynd: Vilmund Jacobsen Fleiri kvinnur í politikk Ásannandi at ov fáar kvinnur eru í politikki, einans tríggjar kvinnur hava sæti í løgtinginum og ongin kvinna er í lands- stýrinum, hevur Javnstøðunevndin arbeitt við ymsum upp- skotum, ið kunnu stimbra undir gongdina at fáa fleiri kvinnur at luttaka í landspolitikki. Á einum fundi týskvøldið 28. august klokkan 19.30 í Losjuni í Havn, fer formaðurin í Javnstøðu- nevndini, Kári á Rógvi, løgfrøðingur, at greiða frá uppskoti ella hugskoti, sum kann verða við til at fáa betri javnvág millum kvinnur og menn í politiska arbeiðnum í løgtinginum. Eftir framløguna verður høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar. Fundarstjóri verður Solby Eliasen, útvarpskvinna.