mikudagur 22. august 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 22. august 2007
at sosiala politikkinum hjá
tykkum og búskaparpolitikki, so
liggja tit til vinstru. Kanska
longri til vinstru enn nakar
annar flokkur, taka vit støðu
takan tykkara til søluna av
Føroya Banka sum dømi.
Tað er rætt. Tó so, at í máli
num um sølu av Føroya Banka
var tað ikki Miðflokkurin, men
eg, sum gekk ímóti. Eg var
rættuliga einsamallur við hasari
støðuni; tó eg kenni á mær, at
hetta hevur hug at broytast. Men
nógv av hasum prátinum um
vinstra og høgru er bundið at
politiskum ideologium sum
sosialismu og liberalismu. Tað er
ikki nakað, ið vit lata okkum
stýra av. Hjá okkum er tað
Bíblian, ið er leiðandi. Tað ger
tað trupult hjá fólki, ið vilja
síggja alt í politisktideologiskum
perspektivi, at viðgera okkara
politikk. Av tí sama verður tað
mangan rangvørt, ið verður sagt
um Miðflokkin.
Ja, tit hava nógv um sosial
politikk í tykkara stevnuskrá.
Men einki, sum vísir til sosial
ismu. Hinvegin so siga tit í
tykkara valskrá til seinasta
løgtingsval, at alt almannaøkið
eigur at verða endurskoðað ”so
øll, ið tørva, fáa eina virðiliga
hjálp eftir meginreglum
Bíbliunnar (Es 58.7)”.
Fyri okkum í Miðflokkinum er
eingin ivi um, hvat ið Bíblian
sigur um okkara skyldu at verja
tann minni menta í samfelagnum
móti ágangi og at hjálpa teimum,
ið eru komin illa fyri ella í neyð.
Tann boðskapurin er greiður og
broytist ikki fyri tað, at tað er
uppi í tíðini, at flokkar, ið fyrr
gjørdu eina dygd burturúr at vera
vinstrasinnaðir, í dag kappast um
tekkjast miðjuni. Hjartað eigur at
vera við. Tað ætla vit at gera
meira burturúr, tá ið vit í næstum
skulu bjóða okkum fram til eitt
valskeið afturat. Tað sama sært tú
aftur í okkara støðu til viður
skiftini millum rík og fátæk lond
í heiminum, og at vit eru fyri at
geva eina menningarhjálp, ið
veruliga munar. Tað, at hjartað
má vera við í politikki, skal vera
okkara aðalmerki.
Herfyri helt tú 1. mairøðu á
Vaglinum í Havn. Í nógvar mátar
flættaði tú traditionell sosialistisk
virði saman við boðskap úr
Bíbliuni. Tú hevur m.a. eitt sitat:
”Ikki ein segði um nakað av tí,
sum hann átti, at tað var hansara
egna; nei, tey høvdu alt í
felagsskapi.”
Hatta sitatið er úr Bíbliuni. Tað
stendur at lesa í Ápostlasøguni,
og var eisini tað, sum eyðkendi
liviháttin hjá teimum allarfyrstu
trúgvandi. Her er alt sjálvsøkni
farið.
Eingin munur er á lágum og
høgum, eingin stættarmunur. Har
var javnaður og har var
brøðralag, sum eg sigi í røðuni.
Ja, har hevur tú tveir triðingar
av kendu paroluni frá fronsku
kollveltingini, men har sum tað
vanliga hevur verið ”frælsi,
javnaður og brøðralag”, sigur tú
”frelsi” í staðin fyri ” frælsi”.
Tú leggur fyri við at siga, at tú
vilt tosa um frelsu. Seinni sigur
tú ”um frelsu/frælsi” og tá ið tú
so tekur paroluna frá fronsku
kollveltingini í 1789 fram,
skrivar tú orðarætt ”frelsi,
javnaður og brøðralag”. Orðini
frelsa og frælsi renna saman til
eitt!? At tú leggur annað í hetta
enn eitt retoriskt orðaspæl, haldi
eg meg skilja, tá ið tú setur
Frelsaran í samband við ”tað
ultimativa og fullkomna frælsið”.
Hetta kundi eg hugsað mær at
fingið teg at sagt eitt sindur
meira um. Tykkara fatan av frælsi
í politikki. Og avmarkingar í
hesum.
Bíbilska orðið frelsa, sum jú er
so kent fyri umvending til
kritnitrúnna v.m., kemur av
frummálsorðinum Sozo. Hetta
orðið rúmar tí at verða settur
frælsur frá øllum hugsandi
fylgjum av syndafallinum, allari
tí oyðileggjan, sum tað førdi við
sær. Tvs. at tú gerst frælsur til t.
d. at kunna broyta kós frá
helheimi til Himmals, at verða
loyst(ur) frá bundni til t.d. lastir
( rúsdrekka/ evnir v.m. ), verður
settur í frælsi frá sjúku,
fíggjarligum ófrælsi v.m. v.m.
v.m. Hetta frælsið, sum Jesus
vann okkum við kross
deyðanum, eiga vit. Men fyri
mong er tað í hugaheiminum ov
smalt, snýr seg mangan bert um
tað at skifta kós frá helheimi til
Himmals. Men tað er nógv, nógv
breiðari enn so, tað frælsi Jesus
ynskir at seta menniskja í. Eitt
fantastiskt hugtak, sozo, ein
ótrúligur møguleiki, tað
ultimativa frælsið ella frelsan
um ein vil. Frælsi= frelsa ein
fantastisktur møguleiki hjá
hvørjum einstøkum at taka til
sín.
Tykkara fatan av frælsi og hvat
tað inniber fyri politikk kann her
tykjast at bresta saman við eina
liberalistiska fatan. Vit vóru inni
á bannið móti morgunandakt í
USA. Tit siga, at reglulig
morgunandakt eigur at vera í
øllum fólkaskúlum. Hinvegin so
hevur spurningurin um
”intelligent design”, tá ið undir
vísingartilfar skal loyvast, verið
opin í nógvum amerikanskum
statum, serliga í sonevnda
Bíbliubeltinum. Tað fær meg at
spyrja, um tað er tað sama, tit
sipa til, tá ið tit siga, at orð
Guds, Bíblian, eigur at vera
grundarlagið undir frálæru
tilfari, og eigur frálæran á ongan
hátt at mótstríða Bíbliunnar
boðskapi. Ella v.ø.o.: Eigur
útviklingslæran hjá Darwin at
verða útihýst t.d.?
Ja, heilt erligt, so meta vit, at
mangan størri trúgv skal til fyri
at góðtaka tilvildarligu og stak
óvísundaligu hypotesum
Darwins, enn til at trúgva
boðskapi Bíbliunnar.
Boðskapurin um hann, fyri
hvørjum ein dagur er sum túsund
ár, og túsund ár er sum ein dagur,
er fyri okkum eingin trupulleiki
at trúgva, góðtaka og grunda lív,
læru og frálæru. Tað fevnir eisini
um frálæru í skúlunum.
Í tí sama brotinum um
frálærutilfarið siga tit, at ”bert
játtandi trúgvandi eiga at kunna
undirvísa í kristni”. Hvat merkir
hetta í grundini?
Og hvussu hugsa tit tykkum
hetta framt politiskt og
umsitingarligt?
Vit hava størri trupulleikar at
skilja, hvussu nakar er førur fyri,
og hvussu nakar megnar at
undirvísa í einum faki sum tey
als ikki trúgva uppá. Tað kann
ikki vera lætt, og tað man vera
trupult at engagera seg og ljóða
trúverdur í tí, ein ber fram. Her
er talan um so grundleggjandi
frálæru, at tað burdi verið trupult
at sagt frá, uttan at havt eitt
persónligt forhold til tað. Hvussu
tað skal fremjast í praksis?
Vitan um slíkt krav ella ynski frá
skúlans síðu átti væl heilt
automatiskt at fingið lærarar at
hildið seg frá at halda seg til at
undirvísa í kristni, um teir ikki
eru persónliga kristnir vildi eg
meint. Men Berufsverbot nei,
eins og vit siga í spurninginum
um fosturtøku, so trúgva vit ikki
uppá, at eitt forboðssamfelag
loysir nakrar trupulleikar
tvørturímóti.
Brot úr Bíbliuni ganga aftur í
stevnuskránni. Síggja tit hesi sum
ófrávíkilig boð, sum okkara
lóggáva eigur at laga seg eftir?
Tvs. allir føroyingar. Ella er
hetta at fata sum tykkara
grundgeving fyri, hví
Miðflokkurin vil fremja eitt ávíst
mál? At tit eru leidd av hesum
til ein ávísan politikk?
Alt, sum hevur við tað
andaliga, tvs. Guðslívið at gera,
er frívillugt.
Tó, fyri okkum sum flokk
leiða vegleiðingar Bíbliunnar
okkum m.a. til konkretan
politikk á flestu økjum, og vit
Framhald á næstu síðu
Umframt at vera løgtingslimur
og floksformaður í
Miðflokkinum er Jenis av Rana
virkin innan kristiligt arbeiði.
Millum annað á útvarpsstøðini
Lindini og samkomuni Lívdini
í Hoyvík
Savnsmynd
ur á meginreglur Bíbliunnar
tíðindi 15
Veljarar Miðfloksins eftir aldri samanborið við allar veljarar landsins (í prosentum)