mikudagur 22. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
14
áhoyrarar
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eini 2500 fólk vóru seinasta
vikuskiftið í august 2006 vitni til
tann allar fyrsta Fjarðafestivalin.
Hetta gjørdist ein sera jalig
uppliving, har góður tónleikur
varð framførdur í góðum karmum.
Tónlistarliga hæddarpunktið var
fyri flest øll, tá høvuðsnavnið Tait
fór á pall uttan fyri Kelduna. Tá
bólkurin hjá fyrrverandi DC Talk
oddamanninum, Michael Tait,
spældi DC klassikaran Jesus
Freak, var alt á gosið. Hetta var
júst lagið, sum fólk høvdu bíða
eftir, og tóktist tyngdarlógin
fullkomiliga at missa tamarhaldið
á teimum hoppandi áhoyrarunum.
Minniligar
løtur
Men eisini fleiri av
hinum 21 nøvnunum,
ið fóru á pall á fyrsta
Fjarðafestivalinum
sannførdu. Fleiri løtur
brendu seg fastar í
minnið hjá áhoyrarun
um. Ummælarin hjá
Sosialinum skrivaði
t.d. um framførsluna
hjá Heina Lützen:
“tað sum hugtók meg
allarmest, var ein tung
útseting av einum
Kingosálmi. Sálmurin
var gjøgnumsúrgaður
av pínu, og var hetta
ein so sterk løta, at
eg næstan gloymdi at
anda. Serliga gjørdist
lagið stórt ímóti
endanum, tá ið allir
tónleikararnir spældu
meiri frítt.”
Um Sigrid Rasmussen skrivaði
ummælarin: “Sigrid er ein verulig
diva á pallinum. Hon sær gott út,
hon hevur tí røttu útstrálingina
og hennara sangháttur hevur ein
rættan altjóða dám”
Um Petur Háberg skrivaði
hann: “Eyðkent fyri Petur er
hansara sera vakra rødd. Tað er
bergtakandi at hoyra, hvussu gott
tamarhald hann hevur á røddini.
Hann syngur púra reint, sjálvt tá
ið hann fer yvir í falset.”
Karmarnir riggaðu
væl
Karmurin um Fjarðafestivalin var,
sum í ár, økið rundan um Kelduna
í Skálafirði. Økið riggaði væl, tað
er avmarkað og tóktist lætt at
halda skil á.
Parkeringsøkið uttanfyri
Kelduna gjørdi eisini sítt til, at
festivalurin var so atkomuligur.
Parkeringsøkið er stórt, og har
vóru alla tíð vaktir, sum beindi
teg til ein bás. Hetta var eitt stórt
pluss fyri heildarupplivingina.
Gott ljóð
Serliga vóru ljóðviðurskiftini
inni í Kelduni heilt góð. Salurin
er bygdur soleiðis, at sum mest
fæst burturúr ljóðinum, og saman
við einum frálíkum anleggi,
fingu tey, sum lýddu á, eina
framúrskarandi ljóðmynd inni í
salinum. Sostatt vóru karmarnir
inni í Kelduni heilt góðir. Stóri
pallurin á graslíkisvøllinum
aftanfyri kelduna hýsti teimum
størru bólkunum, og eisini hetta
riggaði væl. Tað var serliga
heppið, at talan var um graslíki,
tí at vikuskiftið var eitt sindur
vátt, og tú kanst ímynda tær,
at undirlagið hevði verið nakað
ótespiligt, um fólk stóðu á bøi.
Ljóðviðurskiftini vóru til tíðir heilt
góð úti á vøllinum. Serliga tá ið
teir betru bólkarnir spældu.
Seinkingar darvaðu
Men Fjarðafestivalurin hevur
eisini okkurt at læra. Skráin
fríggjakvøldið varð illa darvað av
seinkingum. Fleiri bólkar máttu
skera nøkur løg av síni skrá fyri
at loyva øðrum framat. Hetta er
tó ein rættiliga vanlig barnasjúka,
og átti at verið grødd í ár. Longu
leygarkvøldið í fjør var skráin
nógv betur hildin. Næstan allar
framførslurnar byrjaðu uppá
minuttin, men seint út á kvøldið
vóru tær eitt sindur seinkaðar.
Samanumtikið var Fjarðafesti
valurin 2006 tó ein góð uppliving.
Høvuðsnavnið í fjør, Michael Tait, hevði eina brakandi góða konsert, sum uttan iva telist millum bestu, kristnu
framførslurnar á oyggjunum nakrantíð
Fjarðafestivalurin
Í 2006 varð Fjarða
festivalurin ikki væl
signaður við góðveðri,
men fyri tey 2500
fólkini, ið vóru komin
saman á økinum kring
Kelduna í Skálafirði,
var vikuskiftið bæði
væleydnað og
hugnaligt
Í fjør prógvaðu áhoyrararnir, at tað ber til at flippa út – edrúur