Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 22. august 2007 valfepur Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur Miðflokkurin royndi seg fyrstu ferð við løgtingsvalið í 1994 og fekk tveir tinglimir valdar, Jenis av Rana sjálvur annar. Tordur Niclasen, sum hevði verið løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk var hin. Valið var eitt val, ið skakaði politisku floksskipanina. 11 flokkar still- aðu upp og 8 vunnu sær umboðan. Saman við Verka- mannafylkingini var Miðflokk- urin annar av teimum nýggju flokkunum á tingi og tóku tilsamans 5 tinglimir frá teimum gomlu flokkunum. Valið hevur mangan verið sæð sum eitt protestval, serliga tí at flokkar sum Verkamannafylkingin og Frælsisfylkingin stillaðu upp, tí teir mettu, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu svikið. Hetta reisir spurningin, um Miðflokkurin somuleiðis var eitt slag av protestflokki? Nei, tað haldi eg ikki, at tú kanst siga. Vit vóru nøkur, ið ikki trivust í Kristiliga Fólkaflokkinum, og sum tí tóku okkum úr og stovnaðu nýggjan flokk, ið vit valdu at nevna Miðflokkin. Hóast stevnuskráir- nar vóru mest sum meinlíkar at byrja við, so sært tú við tíðini, at m.a. skriftstøð úr Bíbliuni koma at standa beinleiðis í stevnu- skránni. Eitt ynski okkara, sum stovnaðu nýggja flokkin, var at fáa kristnitrúnna meira sjónliga í dagliga politikkinum. Hvat er so komið at vera størsti munurin á Miðflokkinum og tí Kristiliga Fólkaflokkinum, ið var, tosa vit um tey málini, tit hava roynt at framt? Her vil eg siga stríðið móti einkarrættinum hjá almennu fjølmiðlunum og stríðið fyri at kunna seta frískúlar á stovn. Og ivaleyst hava vit víst okkum at vera meira avgjørd fyri fullveldi í sjálvstýrismálinum. Tá ið fólk fóru at tosa um at stovna kristiligan fólkaflokk í Føroyum – also stigtakararnir til KrF - tá vóru fyrimyndirnar teir kristiligu flokkarnir í Evropa, eitt nú í Danmark. Tit í Miðflokkinum tykjast eitt sindur isolerað í so máta. Tit hava ikki sum flestu av hinum flokkunum leinkjur til samsintar flokkar á tykkara heimasíðu. Tað er rætt. Og sum tú kanska legði merki til í sambandi við seinasta fólkatingsval, so løgdu vit dent á, at vit ikki høvdu í hyggju at stuðla tí danska kristiliga flokkinum, um hann vann sær sess aftur á Fólkatingi, men at ávirka danskan politikk við teimum virðum, ið vit mettu okkum frægari til at umboða enn nakar danskur flokkur. Talan er tó ikki um nakað ynski um at vera isoleraður. Samstarv millum evropeiskar flokkar fer í stóran mun fram innan fyri ES-karm og snýr seg um ES. Miðflokkurin ynskir ikki, at Føroyar verða drignar inn í ES, so samstarv henda vegin er ikki so nærliggjandi. Hinvegin so eru vit í holt við at fáa eitt etablerað samstarv við norska Kristiliga Fólkaflokkin. Sum tú veitst, so er hesin flokkur ikki nakar lítil flokkur. Hann fevnir tí um fleiri vengur og rák. Nýggi formaður teirra, Dagfinn Høybraaten umboðar eina linju, ið vit kunnu kenna okkum aftur í. So vit hava seinnu tíðina fingið eitt gott samskifti í lag henda vegin og vænta okkum eitt etablerað samstarv í næstum. Tað, at Kristiligi Fólkaflokk- urin tók sær heiti ”Kristiligur” og at tit tóku við og brúktu Bíbliuna sum argument fyri tí, tit í Miðflokkinum stóðu fyri, er follið mongum fyri bróstið, ið halda kristnitrúnna eiga sín lut í øllum flokkum. Mong kristin í øðrum flokkum hava kent seg stoytt av tykkum. Miðflokkurin var og er ein roynd at fáa trúgvandi, sum jú meta seg at hava funnið tað ella tann rætta, at gera seg meira galdandi við sínari trúgv á tí samfelagsliga økinum. Trýrt tú (sum hin persónliga trúgvandi ger), at tú hevur funnið tað rætta, so er væl ólogiskt, sum mong trúgvandi gera, at isolera teg við tíni trúgv, og lata tey, ið sambært tíni áskoðan fylgja skeivari kós og skeivum leiðara, stýra tí samfelagi, tú og tíni skulu liva í? Og trýrt tú, at bønin er sterkasta megin, ið til er, so er ikki at isolera teg millum javnlíkar við hesari megini. Myndin av Miðflokkarfólki sum tey, ið halda seg hava patent uppá trúnna v.m., er skapt av øðrum. Eg haldi meg tora at siga, at tú hevur ilt við at finna hasa hugsanina aftur millum Mið- flokkafólk generelt. Og sjálvandi eru trúgvandi í øðrum, ja øllum flokkum. Vit halda bert, at royndirnar vísa, at hesi, tá á stendur, standa einsamøll í sínum flokki við tí, tey halda vera rætt. Tey skulu vera klár við sínum stuðli til líkt og ólíkt, men tá tey biðja um stuðul til tað, teimum er kært, tá verður orðingin um at ”hvør einstakur tinglimur stendur fríur í hesum máli” brúkt. Tit verða mangan skýrd at vera fundamentalistisk og í tí sambandinum samanborin við politiska rákið í USA, Moral Majority og evangelikanska táttin í Bush-politikkinum. Tit eru ikki heilt ólík í spurningum um fosturtøku og samkynd. Men í sosialum spurningum tykist at vera ein stórur munur. Tað er so mangt, sum skilur. Yvirhøvur er so nógv í amerikanskum politikki, ið vit ikki kunnu forlíka okkum við. Deyðarevsing til dømis er beinleiðis í stríð við tað, Bíblian lærir okkum um mannalívið. Og so tað, at tað ikki skal vera loyvt at hava morgunbøn í ameri- kansku skúlunum. Vit mæla til í okkara stevnuskrá, at morgun- andakt skal vera fastur í fólka- skúlanum. Men annars er tað at verja og hjálpa hinum minni menta hjartamálið í okkara politikki. Í so máta kunnu vit ikki samanberast við tað, sum hin yngri Bush og hansara sam- sintu standa fyri. Hatta fær meg at spyrja, hvar tit sjálvi meta tykkum liggja á einum vinstra/høgra-skala. Mangan verða tit av eygleiðarum koyrd til høgru fyri miðjuna, kanska mest orsakað av støðu tykkara til mál sum rættindini hjá samkyndum. Men tá ið vit hyggja Tað er ikki so ofta, at til ber at hava samrøðu við ein av stovnarunum av einum politiskum flokki. Men tað ber so til við einum av føroysku flokkunum, sum í dag eru á løgtingi. Jenis av Rana var ein teirra, ið stovnaðu Miðflokkin í 1992 og hevur øll árini, síðani tey fingu umboð valt í 1994, umboðað flokkin sum tingmaður; meginpartin av tíðini sum einsamallur tingmaður. Tað gevur ein serligan møguleika at fáa lýst, hvat ið lá til grund, tá ið flokkurin varð stovnaður, og hvussu politikkurin hevur fingið skap til tað, hann er í dag Nú stundar móti løgtingsvali, sum í seinasta lagi verður 19. januar, fer Sosialurin undir ein nýggja greinarøð um politisku flokkarnar, skrivað av einum av okkara mætastu samfelags­ frøðingum og politisku viðmerkjarum. Hendan fyrsta greinin er um yngsta flokkin á tingi, Miðflokkin. Politikkur bygdu 14 tíðindi