mikudagur 22. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
13
samrøða
Oddur á Lakjuni
planet@sosialurin.fo
22 ára gamli Martin í Grund úr
Syðrugøtu gongur høgt uppí at
spæla góðan tónleik, men leggur
eisini dent á, at tá ið konsertin
er liðug, standa fólk ikki bert
eftir við einari góðari uppliving,
men tey skulu helst hava fingið
okkurt gott at hugsa um. Sentralt
í tónleikinum eru tekstirnir, sum
Martin sjálvur hevur skrivað.
Tekstirnir
týdningarmiklir
Martin heldur, at í nútímans tón
leiki verða tekstirnir ofta raðfestir
lágt. Á heimasíðum hjá bólkum
eru tekstirnir vanliga tað síðsta,
sum er at finna, og ofta eru
teir als ikki við í fløguhúsunum.
Martin ynskir, at tað, sum hann
hevur at siga í tekstunum, kemur
væl fram. Og tekstirnir – sum teir
flestu eru á enskum snúgva seg
um veruligar trupulleikar, og um
at svar finnast.
Eg vil helst, at tekstirnir eru
um okkurt vældefinerað; okkurt,
sum man kann tosa um aftaná,
sigur hann. Fleiri sangir snúgva
seg um longsul. Tað verður í
onkrum sangum til dømis tikið
støði í støðuni hjá Jósefi og Nóa,
sum longdust eftir Gudi. Hvussu
nógv lort man Nóa ikki hava hoyrt
fyri sítt álit á Gud? Tað er nakað,
sum fólk kunnu kenna seg aftur í.
Tónleikur er eitt gott amboð
hjá kristnum at fáa boðskapin
úteftir, sigur Martin. Tað er
týdningarmikið, ikki at halda tað,
sum man hevur fingið, fyri seg
sjálvan, men at geva tað víðari.
Man hevur fingið svar uppá nøkur
ting, og tað ræður um at lata
onnur eisini sleppa at hoyra tað.
Jesus bað okkum eisini um at
vera ljós, um at bera boðskapin
víðari. Og hetta er fremsta
drívmegin hjá mær at skriva
tónleik.
Boðskapurin skal ikki
vera umbering
Men samstundis sum, at
teksturin og boðskapurin
eru týdningarrmikil, so
eigur hetta ikki at
brúkast sum ein
umbering fyri ikki
at gera sær ómak
við tónleikinum.
Ofta verður tað í
kristnum samanhangi
hildið, at so leingi sum
gleðiboðskapurin kemur fram,
so hevur hitt ikki so nógv at siga.
Og so endar tað við, at hetta
verður ein umbering fyri at vera
dovin, og so blívur tað fesjut og
keðiligt. Tað eigur ikki at vera í
lagi at hugsa, at alt hitt er ikki
so farligt, bara Jesus verður
nevndur. Heldur eigur kristni
boðskapurin at eggja okkum at
gera okkum so nógvan ómak
sum gjørligt við tí, sum vit
skapa. Sum Guds børn eiga vit
at geva tað besta vit kunna og
at gera tað so gott sum gjørligt.
Fólk eru heldur ikki býtt. Man má
hava so mikið av virðing fyri, at
tey vita, um tað, sum verður lagt
fram, er gjørt ordiligt ella ikki.
Kom av sær sjálvum
Tað er komið mest sum av sær
sjálvum, at Martin byrjaði at
framføra tónleik, og bólkurin hjá
honum er blivin til tað, sum hann
er nú, á sama hátt. Hann spældi
nógv gittar fyri seg sjálvan og
arbeiddi við at seta løg til egnar
tekstir. Hann varð so bjóðaður
at spæla í Losjuni í Gøtu. Síðan
varð hann bjóðaður at spæla í
Virkishúsinum í Klaksvík, og so at
syngja í Kelduni og at framføra á
Asfalt. Hann hevur spælt saman
við onkrum tónleikara her, onkrum
øðrum har, og so við og við er
bólkurin vorðin til tað, hann er
í dag. Bassspælarin, Dávid á
Lag, býr í Danmark, og tí royna
tey at venja saman
sum frægast,
tá ið hann er
heima. Á
trummum
er Jógvan
Símin
Sevdal,
Jógvan Anderssen spælir
ljómborð, og Annbritt Poulsen
syngur kór. Hesin bólkurin hevur
ongantíð framført alment fyrr.
Forteljararokkur
Tónleikurin hjá teimum kann
kallast rokkur. Hetta er dynam
iskur tónleikur, ið skiftir frá
bleytum til hart og aftur til bleytt.
Martin greiður frá, at nakað er
álvarsamt, meðan annað er meira
lætt og stuttligt. Ofta fer tað
yvir í forteljarastíl, og onkuntíð
enntá í valstakt.
Tey vilja gjarna
gera niðurløg,
sum eru
fangandi. Martin kemur við teksti
og lagi, og so skapa tey tónleikin
saman. Hann er glaður fyri, at
hann nú fer at framføra við bólki.
Tað riggar eisini betri soleiðis
á einum festivali, heldur enn at
sita einsamallur við kassagittara,
heldur hann. Afturat sangunum
hjá Martini fara tey at spæla ein
sang hjá Johnny Cash. Á skránni
verða fimm løg, ið ikki eru fram
førd fyrr.
Martin hevur ætlanir um at
fara á kristnan tónleikaraskúla
í Onglandi. Har væntar hann
at møguleikarnir vera góðir at
menna seg sum tónleikara og
sangskrivara. Tað er ivasamt,
hvussu tá verður við bólkinum,
men møguleiki verður í
øllum førum at hoyra hann
fríggjakvøldið á Fjarðafestivali
num.
Martin í Grund vísur á, at tað
ofta í kristnum samanhangi,
verður hildið, at so leingi sum
gleðiboðskapurin kemur
fram, so hevur hitt ikki so
nógv at siga
Boðskapurin skal ikki
vera ein umbering
Á Fjarðafestivalinum fer Martin í Grund at fram
føra sínar egnu sangir saman við bólki sínum. Hjá
Martini eru tekstirnir og boðskapurin fremst í
myndini, men tey eru ikki ein umbering fyri ikki at
gera sær ómak við tónleikinum. Sum Guds børn
eiga vit at geva tað besta vit kunna