Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 22. august 2007 vildu ynskt, at Bíbliunnar leiðbeiningar vórðu fylgdar í myndan av lógarverki okkara (júst mótsatt tí, sum annar uppskotsstillarin førdi fram undir viðgerðini av 266 B á løgtingi). Men alt, sum hevur við tað andaliga at gera, er og verður eitt tilboð, sum vit taka við ella vraka. So er á tí persónliga økinum, og so verður eisini við Bíbliuni sum aktivum leikluti í politikki. Tú kanst ikki brúka hana til at noyða fólk við - tá missir hon sítt virði. Nú hava vit gjørt eitt sindur burtur úr tykkara støðu í Mið­ flokkinum til sosialar spurningar og tykkara pláss á einum vinstra/ høgra­skala.Men har er ein onnur dimension í føroyskum politikki, ið fyllir nógv. Spurningurin um loysing/ samband – ella fullveldi/ samband, um tú vilt. Henda dimensiónin kann eisini verða toygd til at fevna um ES­ spurningin. Tit eru rættuliga avgjørd bæði í ES­málinum og í spurninginum um at taka fullveldi. Tit eru ímóti ES­ limaskapi. Og fyri fullveldi. Men eg síggi tykkum ikki grundgeva út frá Bíbliuni fyri hesum í tykkara stevnuskrá. Nei, tað átti kanska at staðið klárari. Vit eru ímóti limaskapi í ES, m.a. tí hesin felagsskapur ikki vil hava Kristindómin nevndan í teirri ætlaðu grundlógini. Í seinastuni hevur Angela Merkel orðað seg rættuliga kontant í so máta. Harumframt síggja vit henda felagsskap sum ein klubbi av ríkum londum, sum byggir garðar rundan um seg fyri at halda fátækum fólki og fátækralondum uttanfyri. Tað stríðir ímóti tí, sum vit halda framkomin lond hava skyldu til mótvegis menningarlondum og teimum fólkum, ið har búgva. Men yvirhøvur duga vit ikki at síggja, hvussu Føroyar kunnu hava nakað sum helst at siga, fara vit upp í henda felagsskap. Tað verða onnur, ið koma at taka allar avgerðir. Tá ið tað snýr seg um fullveldi, so síggja vit Føroyar sum eitt einastandandi skaparverk frá Guðs hond. Her eru allir møgu- leikar til staðar at skapa eitt Paradís á fold. Tilfeingi, land og fólk. So har er eingin orsøk at siga avgerðarrætt frá sær fyri at fáa pening úr øðrum landi. Tað er at brúka teir framúr góðu møguleikar, sum Guð hevur givið okkum fyri at skapa eitt gott samfelag. Tit standa tykkum væl í veljara­ kanningum í løtuni. Tann seinasta, sum Gallup gjørdi, spáddi tykkum at fáa 4 tinglimir aftan á eitt komandi væl. Tað ger tað ikki óhugsandi, at tit koma við í eini samgongu. Um so verður, hvørji málsøki vilja tit leggja dent á at sleppa at umsita? Familjumál, tvs. sum partur av tí, ið Almannaráðið fyrisitur. Og heilsumál. Men okkum hevði eisini dámt at sloppið at umsitið mentamál. Ella fíggjarmál, nú vit hava fingið Karsten Hansen afturat okkum, sum er væl royndur á hesum økinum. Um tú skuldi verið meira nágreiniligur viðvíkjandi serligum málum, tit vilja fremja? Fáa talið á fosturtøkum niður. Vit vilja helst fáa tað skipað, so eingin fosturtøka verður yvirhøvur. Tað merkir ikki, at vit billa okkum inn, at til ber at lóggeva og siga null fosturtøkur. Vit síggja tað heldur sum okkara uppgávu at stuðla fólki, m.a. fíggjarliga, sum í dag kenna seg kroyst til at taka fosturið av sosialum ávum. Men annars er tað at fáa hjartað inn í politikkin, sum í dag kann tykjast kaldur og hjartaleysur. Málið við Lítla Peturi eigur at verða kannað til botns, so vit ongantíð koma í eina líknandi støðu aftur. Mál eru av líknandi slag innan fyri heilsu- verkið, ið rópa eftir eini hjarta- góðari viðgerð. Onnur mál eru at fáa beint fyri fíggjarliga mono- polinum hjá almennu fjølmiðlu- num, at gera nakað veruliga munagott á umhvørvisøkinum, at stuðla einligum forsyrgjarum, at geva barnafamiljum betri kor – eitt slag av rabattskipan, tá ið familjur fáa fleiri børn. Ja, og barna- og eldrakekkar, sum vit kenna tað úr øðrum londum. At fáa longt tíðarskeiðið í sambandi við burðarfarloyvi liggur somu- leiðis frammarlaga. Hvat slag av samgongu vilja tit helst virka í? Skal tað vera ein, ið vil fremja fullveldi, ella ein, ið leggur dent á tey sosialu málini? Jenis av Rana: Tað sosiala liggur fremri, um vit noyðast at velja ímillum. Til tað síggja vit eina samgongu millum Sambandsflokkin, Tjóðveldis- flokkin og Miðflokkin sum eitt gott boð. Ja, nú varð Javnaðar- flokkurin ikki nevndur, men tað skal ikki skiljast, sum at vit ikki eisini síggja góðar møguleikar fyri einum samstarvi við honum. Miðflokkurin á løgtingi Vald umboð Miðflokkurin stillaði fyrstu ferð upp til løgtingsval í 1994. Hann fekk 2 mans valdar, Jenis av Rana og Tordur Niclasen. Á tí eftirfylgjandi valinum í ’98 eydnaðist bert at fáa ein mann; tað sama endurtók seg á valinum í 2002. Hesi árini sat Jenis av Rana einsamallur á tingi fyri Miðflokkin. Á valinum í 2004 fekk flokkurin aftur tveir mans valdar. Afturat Jenisi av Rana kom Bill Justinussen. Í ár er so ein maður komin afturat, við tað at Karsten Hansen, sum var valdur fyri Tjóðveldisflokkin, gjørdi av at umboða Miðflokkin á løgtingi aftaná orrustuna um 266b. So í dag hevur flokkurin 3 mans á tingi. Veljarakanningar geva Miðflokkinum góðan byrð Síðani seinasta løgtingsval januar 2004 hava veljarakanningar spátt, at Miðflokkurin fór at ganga uppaftur meira fram. Seinasta kanningin hjá Gallup gevur honum 4 tingumboð, tað fjórða kanska eitt sindur ivasamt, men tað triðja hinvegin rættuliga trygt. Háborgirnar í Suðurstreymoy og Eysturoy Tá ið Kristiligi Fólkaflokkurin fór sundur í 1991 og Miðflokkurin varð stovnaður, sat hin gamli flokkurin eftir við Norðoyggjum og Suðuroy av teimum stóru valdømunum, meðan nýstovnaði flokkurin fór við Eysturoynni og Suðurstreymoy. Tað sást aftur á valinum í 1994, tá ið KrF fekk 2 løgtingsumboð júst í Suðuroy og Norðoyggjum, meðan Miðflokkurin fekk umboð vald í Eysturoynni og Suðurstreymoy. Á valinum í ’98 misti KrF bæði síni umboð og hevur ikki stillað upp síðani. Miðflokkurin misti eisini, men bert annað umboðið, sum varð valt í Suðurstreymoy. Á seinasta vali eydnaðist aftur at fáa umboð valt í Eysturoynni afturat tí í Suðurstreymoy. Bæði umboðini vóru eykavald. Síðani er so tað hent, at Karsten Hansen, sum varð valdur fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum, hevur slitið við sín gamla flokk og er farin at umboða Miðflokkin á løgtingi. Tað gevur Miðflokkinum eina grundaða vón um at fáa umboð valt í Norðoyggjum. Hinvegin: Verða Føroyar skipaðar sum eitt valdømi, verður hetta tosið um háborgir minni áhugavert. Sjáldsama sterkur millum ungu veljararnar Eitt, ið leypur í eyguni í veljarakanningum, er, at Miðflokkurin stendur so sterkur millum yngru veljararnar. Hevði talan verið um eina einstaka veljarakanning, hevði tú ivast í hesum, tí tølini eru vanliga smá og harvið ikki altíð so eftirfarandi. Men hetta rákið hevur hildið sær í øllum veljarakanningum síðani seinasta valið, so eingin orsøk er til ikki at rokna við hesum. Tað táttar í helvt, ið er niðan fyri 25 ár. Og tað táttar í tveimum triðingum, sum er niðan fyri 35 ár. Um hetta heldur sær tey næstu árini, so er Miðflokkurin ein flokkur, sum hevur framtíðina fyri sær, tí her legst lutfalsliga væl meira afturat enn hjá nøkrum øðrum flokki. Andstøðuflokkur fyri tað mesta Tað hevur verið trupult hjá Miðflokkinum at komið í samgongu. Tey 13 árini, ið flokkurin hevur havt umboð á løgtingi hevur hann verið í landsstýri minni enn 2 ár. Bill Justinussen var landsstýrismaður í samgonguni, ið sat frá juni 2002 til februar 2004. Landsstýrismaðurin hjá Miðflokkinum umsat tá familju- og heilsumál. Samgongan við Anfinni Kallsberg sum løgmanni var umframt Miðflokkin samansett av Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. (Tjóðveldisflokkurin varð koyrdur úr samgonguni í desember 2003, tá ið hann sett fram misálitisuppskot til løgmann.) At Miðflokkurin slapp uppí part hesa stuttu tíð, var mest sum av neyð. Sonevnda Fullveldissamgongan, ið hevði sitið frá 1998 til 2002, hevði mist meirilutan, og valdi síðani at styrkja seg við at taka Miðflokkin uppí. Men við 3 ella kanska 4 løgtingsumboðum eftir eitt komandi val verður Miðflokkurin ein flokkur, ið aðrir flokkar noyðast at vísa størri áhuga, tá ið samgonga skal skipast. Undirtøkan hjá Miðflokkinum á løgtingsvalum og í veljarakanningum. (Í prosentum). Løgtingsval Veljarakanningar 07.07.1994 01.04.1998 30.04.2002 20.01.2004 Juni 2006 Des 2006 Des 2006 Jan 2007 Mai 2007 5,8 4,1 4,2 5,2 6,3 8,4 6,1 7,6 11,2 Fynd Gallup Fynd Gallup Gallup 16 tíðindi