mikudagur 22. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
16
Magni Christiansen
Eitt tað størsta navnið innan kristiligan tónleik tey seinastu árini er
Magni Christiansen. Við sínum kontritulkingum av gomlum kristiligum
løgum, so sum sunnudagsskúlasangum, hevur Magni tryggjað sær
fleiri fast pláss í Kvøðuljómunum. Magni hevur eisini frá fyrstu
framførslunum saman við Róin, verið kendur sum ein av okkara mest
undirhaldandi showmonnum. Men á seinastu útgávuni hjá Magna
flutti hann seg í eina heilt aðra deild. Magni Christiansen, ið nú er
búsitandi í Kvívík er upprunaliga vestmenningur, og á hesi fløguni
traðkar hann á teirri leið, ið bólkar sum eitt nú Vestmenn hava traðka
áðrenn hann, leiðina móti kontri av høgum klassa. Fløgan er ein sonn
góðskufløga við kontri tónleiki. Magni er sostatt við til at staðfesta
støðuna hjá Vestmanna sum Føroya kontri høvuðsstaði, og mest sum
fyri at geva hesi staðfesting eyka vekt, hevur Magni spælt inn fløguna
í heimsins kontri høvuðsstaði Nashville saman við nøkrum av heimsins
bestu kontritóleikarum.
nud
Direct Level hevur okkurt! Okkurt, sum ger, at tú skilur, at her er ikki bert talan um ein annan
lovandi kristiligan rokkbólk. Men kanska heldur um ein sera lovandi rokkbólk. Síðan bólkurin sá
dagsins ljós í 2003, hava teir støðugt ment sínar gávir sum sangskrivarar. Gávur í greitt komu
til sjóndar á demofløguni, ið bólkurin lat úr hondum í fyrra árið. Bólkurin hevur við luttøku í Prix
Føroyum, Gospel Prixnum og á G! spælt seg beint inn í hjørtuni á nógvum áhoyrarum. Umframt
eyðsýndu evnini at skriva vælklingandi gittarrokk við atmosferiskum dámi, so hevur bólkurin í
sangaranum Dan Leivssyni ein frálíkan sangara. Røddin hóskar væl til tónleikin, og er við til at
geva vøkru melodiiunum tann rætta kantin, stutt sagt ber røddin løgini.
nud
Direct Level
Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05
Vit ynskja øllum ein góðan
FjarðaFestiVal
Skal rúturin skiftast?
Tú ringir, vit máta upp, framleiða og seta rútin í
Termorútar, maskinrútar bátarútar, hyllar,
glasveggir og -hurðar, plexiglas, spegl,
innramming, bil- og handilsrútar o.a.