mikudagur 22. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
4. Partur
Móstøðan
Í næstseinasta partinum greiddi
Simona, systir Rigmor, frá um, tá
ið kræklingur var gerandismatur.
Her kann verða skoytt uppí, at
Móstøðan var eitt serligt øki har
norðuri við nógvum kræklingi.
Tað var gamalt, at hon var mett
sum ein mørk í jørð. Tá ið mjólk
var til avlops, plagdi hon at verða
stoytt í opna skel. Tá skuldi
kræklingurin gerast so sera
feitur. Seinni gjørdist stríð um
Móstøðuna, tá ið menn eisini fóru
at nýta hana til agn, og menn fóru
at óttast fyri, hvussu burðardygt
hetta var.
Var eisini
motorpassari við
slupp
Eg beundri mangan pápa
fyri, hvussu væl hann dugdi
at manøvrera, og hann lærdi
okkum eisini væl. Tá ið vit
vóru eini tíggju ár, fóru vit við
maskinbátinum, og tá ið vit vóru
eitt sindur størri, sluppu vit við
motorbátinum og fingu møguleika
at manøvrera við honum.
Pápi sigldi eisini nógv sum
motorpassari við slupp. Hann var
í nógv ár við eini slupp, Dagny,
sum var av Eiði. Pápi ætlaði
sær eina ferð av fyri at fara við
einum øðrum skipi, men tá hava
teir vist bjóðað honum okkurt
eyka, so hann endaði aftur við
Dagny. Teir, sum áttu hana, vóru
handilsmaðurin Øster og skiparin
Óla Jákup av Sandi, sum var
giftur til Eiðis. Seinni flutti hann
niður og keypti ein bóndagarð,
og hann hevði tað gott niðri.
Tá vildi hann gevast at sigla og
royna okkurt annað. Føroyingar
hava ofta víst seg at vera sera
fjølbroyttir, tá ið tað snúði seg um
arbeiði. Óla Jákup av Sandi var
ein ógvuliga behagiligur maður.
Lumpaði mammu at
sleppa til skips
Eg hevði akkurát fylt 15 ár, tá ið
eg fór burtur, men har mátti eg
brúka snildir.
Undan jólum 1943 kom eitt syst
kinabarn mítt í Íslandi Gunnlaug,
kallaður Gylli, til okkum at
vera eina tíð. Hann var 12 ára
gamal og kom heim við sluppini
Sigurfari. Hann hevði altíð gingið
umborð á sluppunum, tá ið tær
komu inn, sum íslendskir dreingir
ofta gjørdu tá, so hann dugdi
væl føroyskt. Hann var í Føroyum
umleið eitt ár, tá fór hann til
Íslands aftur. Hann gekk í skúla
við Norðskála. Hóast vit vóru so
nógv systkin, var eisini pláss fyri
honum. Har tað er hjartarúm er
sum kunnugt eisini húsrúm.
Eg bað hann skaffa mær kjans
við einum útróðrarbáti har yviri,
tá ið hann fór avstað aftur og
at siga mær frá aftur. Eg var tá
akkurát fyltur 15 ár. Tað mundi
ganga ein mánaði, tá kom tele
gramm, men tað kundi eg eins
væl ikki fingið.
Eg hevði verið suðuri í fjøruni
og skotið tamspógvar. Eg fekk
tveir og mátti leypa á sjógv
fyri at fáa hendur á teir og fekk
karm. Tá ið eg kom inn í gongina
setti eg meg á trappuna, sum
gongur uppá loft, at lata meg úr
hosunum. Tá hoyri eg mammu
siga inni í køkinum: ”Nú má
eingin tala um telegrammið hjá
Tórhalli”. Eg lati hurðina upp, og
spyrji mammu, um eg hevði fingið
nakað telegramm. ”Nei, góði, tú
hevur einki telegramm fingið, og
eg vænti ikki, at tú fær nakað tele
gramm”. So ringdi eg sjálvur á
telefonstøðina og spurdi. Jú, víst
var eitt telegramm komið til mín,
og so lósu tey tað upp. Boðini
vóru, at systkinabarnið hevði
skaffað mær pláss við einum báti.
Tað var hetta, sum mamma als
ikki vildi, at eg skuldi fara.
Men fara tað vildi eg. Eg fór so
til Havnar at gera meg kláran. Eg
skuldi millum annað hava pass
og passmynd sum kravdist tá.
Eg fór til Íslands við Acorn, sum
fór yvir at keypa fisk til at selja í
Bretlandi.
Vit fara av Havnini, og sigldu
einar 50 fjórðingar eystur úr
Fugloynni fyri at koma útum
minufeltið. Hetta er einastu ferð,
eg havi havt sjóverk. Acorn hevði
ligið fyri teym allan veturin, og tá
ið røringur kom í fór at lukta úr
kjølinum. Tað er nógvir fiskimenn,
serliga ungir dreingir, sum
minnast ilt á slíkan pumpuroyk,
sum tað varð kallað. Tá ynskti
eg mær at vera heima aftur
Tórhallur:
Lumpaði mammu sína
fyri at sleppa burtur
Nú nærkast tiðin,
tá ið Tórhallur
hevur aldur at fara
burtur sum aðrir
dreingir. Men kríggj
var, og mamman
hevði ongan hug at
lata hann fara
nakran veg. Her
mátti Tórhallur
brúka snildir. Hann
kom tískil at vera
millum teir síðstu,
sum var saman við
manningini á Verd
andi, áðrenn hon
fór lagnutúrin í
1944, tá ið teir
hvurvu
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Verdandi við bryggjuna á Høgabóli
Sildaarbeiði á Oyri