mikudagur 22. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
➙
nr. 161 • 22. juli 2007
hjá mammu. Vit høvdu um eina
viku yvir á Akureyri. So fór eg
við rutubátinum til Siglufjarðar,
har mostir mín búði, og har eg
havði fingið pláss. Har stóð eitt
systkinabarn og tók ímóti mær.
Eg var at vera hjá mostir míni,
Guðny, í nakrar mánaðir. Eg róði
út við eini trillu, sum teir smáu
bátarnir verða kallaðir í Íslandi.
Vit vóru tveir mans við. Fyrsta
túrin hjá mær var sjaskveður, og
vindur var inn á stýriborð. Tað
var ringt at kasta boyuna, og tað
kundi lættliga fløkja koma í. Eg
tók standaran tvørtur um boyuna.
So spurdi hann, um eg var vanur
at gera so. Tá ið vit drógu aftur
var eingin fløkja á standaranum.
Hetta var væl umtókt, og tá ið
vit komu inn fortaldi formaðurin,
hvørja nyttu ”færeyingurin” hevði
gjørt.
Vit fingu 13.000 pund, tað
mesta var toskur og báturin
var fullur. Eg hoyrdi meðan vit
landaðu, hvussu skiparin fortaldi,
hvat eg hevði lært hann. Eg var
so ein mánaða við honum.
Hann hevði reypað so, at tá
ið eg hevði verið nakrar túrir,
kemur ein maður til mín og bað
meg kom við einum 50-tonsara,
”Anna”, hjá teimum. Hesin bátur
var tann, sum fiskaði mest á
Siglufjørðinum. Eg var ógvuliga
glaður og spurdi, um eg mundi
fara at klára tað. Jú, tað mundi
eg nokk fara at ganga. Hann var
grúiliga góður við meg, tað skal
hann eiga.
Ofta fingu vit 25 – 30.000
pund um dagin. Tá ið vit landaðu
skuldu vit blaka fiskin uppá
bryggjuna. Hetta var ov tungt
fyri meg. Av bryggjuni skuldi
fiskurin í ein vogn við skinnara
og koyrast niðan. Hetta orkaði eg
væl. So fara vit næsta túrin, og
nú fer hann til hús at sova og so
avstað aftur. Nú koyra teir meg
niður á dekkið at hiva upp. Dóttir
skiparan arbeiddi á fiskavirkinum.
Hon hevði sæð, at eg var deyða-
troyttur og hevði sagt tað við
pápa sín. Nú koma vit aftur dagin
eftir. Og hann sigur: ”Tórhallur
hví er tú her.” Nei, eg hevði fingið
ordar til tað. Tá var hann ikki
blíður. Teir høvdu lagt meira á
meg, enn hann ætlaði.
Vit vóru fýra menn við bátinum.
Tað var egnt í landi. Vit fingu
nógvn fisk, og eg tjenti nógvar
pengar við har. Vit vóru ofta úti.
Tað kundu tær smáu trillurnar
ikki.
Her var eg nakrar mánaðir. Tá
varð eg biðin um at vera pedellur
á sjúkahúsinum.
Verdandi
Hóast hetta var mitt undir kríg-
num, merktu vit einki til tað. Tað
komu eisini føroyskar sluppir
upp higar at keypa fisk. Tá ið
Verdandi fórst í 1944 var eg á
Siglufjørðinum.
Í samband við frásøgnina um
Verdandi kann tað vera hóskandi
at endurgeva ta frásøgn um hesa
hending, sum finst í ikki alment
útgivnu Høgabólsøguna, sum er
skrivað av Sverra Joensen um
krígssiglingina hjá teimum á
Høgabóli.
Tá ið kríggið kom, fóru øll tey
trý skipini á Høgabóli at sigla við
ísfiski til Bretlands. Tey sigldu
bæði vetur og summar. Í 1941
fóru Lizzie og Galathea á land Úti
á Skerum í eini ræðuligari ódn,
sum var hendan veturin. William
Martin, sum reiðarafelagið á
Høgabóli reiddi út í mong ár,
fór á land úti á Rókini og sakk.
Galateha, ið fekk størsta skaðan,
var til umvælingar í næstan eitt
ár. Øll stýriborðssíðan var brotin.
Tryggingin gav hana upp sum
vrak.
Men av tí, at ov fá skip vóru,
lat Símun hana gera aftur á
Tórshavnar Skipasmiðju. Tá ið
hon var umvæld og skuldi verða
flotað, vildi so illa til, at vognurin,
sum hon stóð á, brotnaði, og hon
datt niður á bakborðssíðu. Hon
brotnaði so illa, at eisini hon
mátti verða endurnýggjað øll,
sum hon var.
Skipini á Høgabóli gjørdu 55
túrar til Bretlands í alt. Tey seldu
fyri 140.709 pund til samans.
Tað vóru 3,1 milliónir í okkara
peningi. Í nútíðar krónum ein
risaupphædd.
Verdandi fórst helst
av veðri
Tá ið kríggið leið at enda, fóru
føroyingarnir sjálvir at fiska við
sluppunum, og tað var eisini gjørt
við skipunum á Høgabóli. Hetta
gjørdi eisini at manningin gjørdist
størri. Við Verdandi vóru 13 mans,
meðan manngin var sjey, tá ið
fiskur varð keyptur.
Í oktober 1944 lógu nógv før-
oysk skip inni á Siglufjørðinum og
krokaðu, tí veðrið var so ringt.
Galathea og Verdandi, sum
báðar vóru farnar at royna við
línu, lógu eisini inni. Túrurin hjá
Galatheu var um at vera av. Men
Verdandi var júst byrjað, og hon
hevði bert havt einar tvær ella
tríggjar setur. Av tí, at illveðrið
vardi so leingi, og fiskurin var
farin at eldast, varð gjørt av,
at fiskurin umborð á Verdandi
skuldi verða skipaður umborð á
Galatheu, sum so skuldi fara til
Bretlands við honum. Verdandi
skuldi so fara til Akranes, norðan-
fyri Reykjavík, at keypa fisk uppí
lastina.
So ein seinnapart var ein skái.
Galathea slapp út og kom til Bret-
lands í øllum góðum. Dagin eftir
var veðrið batnað nakað, men
illveður var enn. Tá fór Verdandi
av Siglufirði, men hon kom
ongantíð vegin fram.
Var á møti saman við
mannningi
Eg minnist, at eg hevði verið á
møti kvøldð fyri, sum teir fóru
av Siglufjørðinum. Teir sum
høvdu møti, vóru Óli, skiparin á
Verdandi, og Tummas farbróður,
sum arbeiddi á bedingini í býnum.
Tað var hildið í einum lítlum sali
á Siglufjørðinum. Øll manningin á
Verdandi var har. Tað vóru eisini
fleiri teirra sum vitnaðu.
Tað vóru ongar rutur til Føroya
tá. Tí vóru eisini tveir ferðamenn
umborð, sum høvdu biðið um
at sleppa heima við. Eg minnist
Martin Jacobsen úr Streymnesi.
Jakku beiggi Óla hevði verið
kokkur, men var blivin sjúkur.
Martin hevði verið á elverkinum
har uppi og arbeitt. Hann varð
so kokkur heim. Jakku var eisini
umborð.
Eg var tann seinastu
sum sá manningina
Eg plagdi ofta at vera umborð hjá
teimum. Nú fáa teir møguleika
at fara á Akranes at fáa fisk. Har
kundu teir fáa 40 tons. Tað er
langt av Siglufjørðin á Akranes
og farast skuldi vestureftir
tvørtur um Vestfjarðirnar, sum
er tiltikið pláss fyri veður. Eg
fylgdi teimum út á oljukajuna,
tá ið teir fóru avstað. Teir fóru
so, og barometrið var í botni. Kl.
10 um kvøldið brendi hann á við
kavaroki. Tað vardi átta samfullar
dagar. Einki hoyrdist aftur frá
Verdandi. Teir vóru 15 mans við.
Tað var grúiligt. Óli í Búrstovu
var hiðani. Tað sama vóru Petur
og Olaf. Eg kendi teir flestu av
monnunum.
Agenturin í Akranesi visti,
at teir vóru á veg. Tá ið skipið
ikki kom fram tann dagin, teir
væntaðu tað, og tað heldur ikki
frættist frá teimum teir fylgjandi
dagarnar, gjørdist órógvin størri
og størri. Tað varð leitað bæði
við flogførum og skipum uttan
úrslit, og ein dagin frættist í
útvarpinum, at færeyska skútan
var gingin burtur. Teir eru helst
farnir í Húnaflóðanum.
Seldi føroysku
klæðini áðrenn hann
fór avstað
Í somu bók eru fleiri frásagnir
sum benda á, at menn høvdu
ánilsi, og verður greitt frá hesum í
komandi parti.
Skrivarin av hesi røð hevur
hoyrt eina aðra frásøgn, sum ber
á sama borð. Ein sum fórst við
Verdandi var Olivur Mikkelsen úr
Syðrugøtu. Hann var ættaður av
Lækjuni, men vaks upp Fyri oman
Oyruna.
Hann var farin til Íslands at
arbeiða, men áðrenn hann fór,
hendi nakað sjáldsamt. Hann
kemur til Havnar og fostursystir
hansara, Petra, sum búði í Havn,
sær, at hann hevur eitt kuffert
við sær. Hann fer í býin og kemur
aftur við ongum kufferti, og Petra
fær einki at vita. Seinni fær hon
snevilin av, at hann hevði verið
á Heimavirkinum og selt sín
føroysku klæðir. Hetta var heilt
sjáldsamt, tí hetta vóru klæði,
sum konufólkini í húsunum,
har hann vaks upp, høvdu gjørt
honum. Og at fara at selja síni
føroysku klæðir var sera óvanligt,
næstan óhugsandi. Føroysk klæði
var nakað mann hevði fyri lívið.
Olivur fer so avstað, og skal
koma heim við einum øðrum skipi
enn Verdandi. Tað kann hava
verið Galathea. Men av eini orsøk
ella aðrari verður hann ov seinur
til hetta skip. Men hann er so
”heppin”, at Verdandi liggur har,
og hann sleppur við teimum. Men
tá ið ein hoyrir líknandi frásagnir
er sera nærliggjandi, at Olivur
hevur havt okkurt ánilsi.
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið fram
við frásøgn um Verdandi og um
sjólívið hjá Tórhalli. Eisini verður
frásøgn um tá ið Havfrúgvin for-
listi í 1949, og Tórhallur saman
við tveimum beiggjum var við.
Sethús og handil hjá Poul á Oyri í fimmtiárunum. Her verður vist bíðað
eftir mjólkabátinum
Hansina og Poul á Oyri saman við børnum
Í Tunguni og Garnavirkið á Oyri