mikudagur 22. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
18
Pillar
til
Føroya
høvuðsnavn
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Fyrireikararnir máttu arbeiða
skjótt fyri at fáa Pillar á
Fjarðafestivalin, tá ið Brian
Littrell gav avboð.
Nógv vóru helst skuffað,
tá ið tað frættist, at Brian
Littrell, sum skuldi vera
høvuðsnavnið á Fjarða
festivalinum í ár, kortini ikki
kemur til Føroya.
Tó vóru tað fleiri, sum
fegnaðust, tá ið tey hoyrdu,
at fyrireikararnir hava fingið
Pillar upp til Føroya í staðin.
Pillar raka kanska ikki líka
breitt sum Brian Littrell, men
tað er eingin ivi um, at teir
eru líka kendir í USA, og teir
hava eisini fleiri fjepparar í
Føroyum.
Toppa á hittlistum
Pillar, sum hava spælt
síðani 1998, hava givið fýra
fløgur út. Teirra seinna
fløga ”Where Do We Go
from Here” gjørdist beinan
vegin eitt hitt millum krist
in. Lagið ”Bring Me Down”
var eisini nógv spælt á
sekulariseraðum útvarps
støðum, har ið teir toppaðu á
fleiri hittlistum, og tá gjørdist
Pillar eisini kent uttanfyri
samkomuveggirnar.
Pillar vórðu valdir til besta
rokkbólk av lesarunum hjá
CCM Magazine í 2006, og
bæði sangarin og gittarist
urin, Noah Henson og Lester
Estelle Junior ávíkavist,
hava móttikið heiðurslønir.
Góðir live
Bólkurin hevur spælt á fleiri
festivalum, millum annað á
Cornerstone Festivalinum
í Kalifornia, har Braquet
spældi í fjør, og teir sigast
at hava sera góðar live
framførslur.
Eingin ivi er um, at tað er
eitt stórt navn, sum fyrireik
aranir av Fjarðafestivalinum
hava fingið til klettarnar. Tað
eru kanska serliga teir ungu
dreingirnir, sum gleða seg til
at hoyra teir.
Heimskendi kristiliga
rokkbólkurin Pillar skal
framføra á Fjarðafestivali
num. Teir hava móttikið
heiðurslønir og hava verið
nummar eitt á hittlistum.
Harumframt sigast teir at
hava sera góðar
liveframførslur