Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 32 nr. 161 • 22. juli 2007 sum fóru til Bretlands við fiski. Hetta gav uppá seg nokk so nógv av sær, so leingi, sum tað vardi. Hetta helt tó uppat aftaná kríggið, tá ið skipini fóru at veiða sjálvi og sigldu niður við fiskinum. Men at lýsibræðingin hevur givið nokk so nógv sæst av tí, at eina ferð avskipaðu teir 48 tunnur av lýsi. Men so var at finna sær okkurt annað. Hetta varð at smelta lýsi burtur úr grindakúlum, sum annars fóru fyri einki. Tá ið grind hevði verið onkunstaðni var farið hagar at fáa kúlunar til sættis, hetta gekk eisini gott eina tíð, men fall so burtur aftur. Eisini fingu teir sær skip. Tað fyrsta var Agnes Louisa, sum eisini gjørdist kanska fyrsta ferjan um Sundalagið. Sigast kann, at tað hevur verið virkisfýsni í Sundalagnum. Strævið við ongari kirkju Tað hevur verið strævið við ongari kirkju. Kirkjuørindi skuldi gerast á Eiði ella Nesi, tað skuldu rógvast í báðum førum. Tað hevur ikki altíð verið tespuligt. Serliga tungt hevur tað verið við jarðarferðir, tá ið kistan mátti førast við áttamannafari, og má hetta hava verið strævin róður. Víst varð lestur lisin heima sunnudagarnar, men nakrar ferðir mátti eisini farast til altars, og tá mátti farast henda langa teinin. Kirkja kom við Norðskála í 1932. Hetta lætti sum rímiligt nógv um, men hjá Oyrarfólki var tað framvegis langt at ganga til Norðskála. Eina tíð eftir, at kirkjan var komin, varð framvegis lisin lestur í skúlanum. Men tá ið vegur kom broyttist hetta. Garnavirkið Umframt modellini av bygdini á Oyri hevur Esmar gjørt modell av sluppunum Bjørgvin og Guiding Star, sum hann hevur siglt við. Hesi modell eru gjørt á ein serstakan hátt. Esmar sigldi við Guiding Star inntil kríggið. Grundað á manningarlistan fyri 1938, og eina mynd av manningini, har hon stendur við snøri, hevur Esmar sett nummur á, so tað bæði sæst hvar á skipinum, hvør maður hevur staðið við snøri og hvørja koyggju hvør av monnunum hevur havt. Hetta minnist hann framvegis. Her kann eisini verða nevnt, at tað var sera trupult at rógva út í Sundalagnum eina tíð undir krígnum. Minur vóru lagdar í Flógvan, so tað ikki slapst norður eftir á heysti 1940 til várið 1941. Tí máttu teir rógva út frá Funningsfirði, og var tað óhøgligt, tí farast mátti til gongu. Esmar fór ikki burtur aftur eftir kríggið. Tá kom sild og gørn at gerast hansara lív. Aftaná kríggið arbeiddi Esmar hjá Poul á Oyri, og sigldi eisini við motorbátunum hjá honum. Tá fór hann eisini at bøta sildagørn og leigaði seg inn hjá Póli. Tað kom eisini fyri, at hann tók gørn við til hús at bøta. Seinni í 1940-unum fór sildaveiðan norðanfyri Føroyar rættuliga at taka dyk á seg, og tað gjørdist nógv meira at gera. Hetta endaði við, at Esmar og beiggi hansara Aksel stovnaðu Garnavirkið, sum í fyrsta umfari fekst við at bøta gørn og at seta gørn inn í bendlar, sum tað kallast. Í 1958, tann 19. november fingu teir fyrstu maskinuna at framleiða gørn og hetta gav heilt aðrir møguleikar. Hetta var sama dag, sum Virgar, sonur Aksel, var føddur! Tað, sum økti nógv um virksemið var, at tá ella nakað seinni byrjaðu skipni at skifta tey gomlu hampgørnini út við nylongørn, sum bæði veiddu og hildu betur. Seinni fingu teir eina maskinu afturat til hetta endamál. Teir reiddu eisini skip út. Einaferð leigaðu teir Selnes á sildaveiðu. Hana leigaðu teir frá Andrias Djurhuus í Vági, sum var umrøddur í Ólavsøku Sosialinum. Seinni keyptu teir skipið. Teir høvdu eisini avtalur við skip um felags útgerð av skipinum, so teir fingu ein part av veiðuni fyri at lata reiðskapin. Hetta merkti eisini, at tað kom nógv sild at arbeiða, og eitt av skipunum sum landaði var eisini Búgvin, har Tórhallur Andreassen var skipari. Tórhallur tekur sjálvur til, hvussu góð gørnini av Oyri vóru og hvussu væl tey fiskaðu. Tey vóru eisini so væl gjørd. Alt var so ordiligt, sum Tórhallur tekur til. Arbeiðið við sildini var at umpakka hana. Umborð varð sildin stoytt í tunnur, sum síðan vórðu fyltar við laka. Sildin varð so landað, og tá ið hon var íligin, varð sildin koyrd úr tunnum. Síðan varð hon skild í støddir og góðsku undir umsjón av vrakara. Tær vanligu støddirnar vóru 4 og 5. Tað vil siga, at tað fóru fýra ella fimm sildir til kilo. Síðan varð sildin løgd ein fyri ein í løgum í tunnurnar aftur. Hetta var konufólkaarbeiði. So vórðu tunnurnar aftur fyltar við laka. Tá høvi beyðst varð sildin avskipað. Hetta gav heilt nógv arbeiði ta tíðina tað vardi. Sildatíðin norðanfyri varð liðug í 1968, og tá var mestum liðugt við sildagørnum. Men tá tók veiðan við toskagørnum seg upp, og nógv skip fóru á hesa veiðu, sum annars var rættuliga umstrídd. Men henda veiðan helt so á í nøkur ár. Aksel og Esmar høvdu garna- virkið saman í 40 ár, til Esmar fór burtur úr virkinum í 1995, tá heilsan fór at bila hjá konuni. Sonurin Hjallgrim heldur tó fram við Netamontering, og hevur hann nøkur fólk í arbeiði. Men tað lá ikki fyri hjá Esmar at ganga fyri einki. Tá er tað, at hann fer í holt við at endurskapa Oyra bygd, sum greitt er frá, og her er ikki komið á mál. Men tá ið hann er blivin 90 ár, um heilsan er, roknar hann við, at hava øll húsini, sum tey vóru tá. Aksel Makkarin hjá Esmar á Garnavirk- inum var beiggi hansara Aksel. Tí skal eitt sindur verða sagt um hann. Ikki minst í samband við, at hann og Kristina høvdu diamantbrúdleyp seinasta hósdag. Tað, sum her verður sagt um Garnavirkið, er eisini søgan hjá Aksel. Umframt hetta kann verða sagt, at Aksel var í Íslandi undir krígnum. Meginpartin av tíðini róði hann út. Men hann var eisini ein av teimum mongu føroyingunum, sum bygdu flogvøll í Íslandi í 1941. Teir vóru 250 mans, sum fóru yvir. Lønin var uppá seg góð og munandi hægri enn tað, sum fekst til fiskiskap undan krígnum. Aftaná kríggið var Aksel til skips og gjørdist eisini skipari, men frá 1955 gerst hann partur av garnavirkinum. Esmar fer burtur úr í 1995, men Aksel heldur áfram tíggju ár afturat saman við øðrum. Nú er tað Vónin, sum hevur yvirtikið virksemið, og nú er tað alinótir, sum er grundarlagið fyri virkseminum. Aksel hevur eisini verið deknur og virkin missiónsmaður. Kristina misti mammuna heilt ung. Hon doyði frá seks børnum í 1945. Kristina hevur verið um 19 ár tá, og tað gjørdist hon, sum mátti taka sær av húsinum. Tað verður tikið til, hvussu røsk hon var. Tá ið hon í torv bar hon eisini børnini, hon hevði við sær. Annars fáa tey bæði besta ummæli frá børnunum hjá Esmari. Hann tekur sjálvur eisini til, hvussu gott samstarv teir høvdu øll árini við Garnavirkinum. Aksel og Kristina eiga seks børn. Barnabørnini eru 20 og langommu og –abbabørnini eru seks. Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við tí stóra degnum, tey hava havt. Diamantbrúðarparið Aksel og Kristina Dahl