Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 20 Tað er beint nú, í góðum og birgum árum, at tú skalt leggja eina ætlan, sum tryggjar tær og tínum virðilig kor í framtíðini. Hetta gert tú best við Lív+, nýggjasta tilboðnum frá Føroya Lívstrygging. Lív+ er ein heildarloysn, ið vissar tær eftirlønina og tryggjar teg, um okkurt óvæntað skuldi hent. Lív+ fevnir um eftirløn, deyða, óarbeiðsføri og – sum nakað nýtt – eisini um hættisliga sjúku. Ring til okkara og bið um ein faldara um Lív+. R E P R O Z Betur fyrivarin við Lív+ • Eftirløn • Óarbeiðsføri • Lívstrygging • Hættislig sjúka Føroya Lívstrygging · Kopargøta 1 · Postsmoga 206 · 110 Tórshavn Tel. 311111 · Faks 351110 · www.liv.fo · liv@liv.fo Føroya Lívstrygging 40 ár – álítandi trygging og eftirløn FjarðaFestivalurin Oddur á Lakjuni planet@sosialurin.fo Samkomusalurin egnar seg væl til eitt tílíkt tiltak. Har er gott pláss, og eingin vandi er fyri at tað skal verða darvað av ringum veðri. Byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin leygardagin, og nógv ymiskt og spennandi verður á skránni. Har verður sangur, dansur, gykl og annað undirhald til børnini. Úr Oasuni í Havn kemur eitt barnakórið Oasubørn at vitja. Tey fara at syngja fleiri sangir, undir leiðslu av Sigrid Sivertsen. Gleimur og Glotti koma eisini at undirhalda við gykli og búktalu. Pingu, Klossmundur og Pluto, sum vit kenna frá teknifilmum koma at vitja. Ungi dansibólkurin Butterfly, sum hoyrir heima í Kelduni, fer eisini at framføra dans afturvið nýmótans tón­ leiki. Í samstarvi við Føroya Banka, ið er høvuðsstuðul hjá Fjarðafestivalinum kemur Nósi á vitjan. Fyrireikararnir siga, at umframt alt hetta verður okkurt heilt serligt og óvæntað á skránni, so nógv er at gleða seg til eisini hjá teimum yngstu. Barna­ tiltakið Aftur í ár verður stórt barnatiltak á Fjarðafestivalinum. Tiltakið er á skránni leygardagin og verður á innipallinum í samkomusalinum í Kelduni Í fjør hugnaðu børnini sær óført, tá skipað varð fyri barnatiltakið á Fjarðafestivalinum, og væntandi verður ikki minnið hugnaligt í ár Mynd: Álvur Haraldsen