Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 22. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin í morgin 23. august. Sakeus, deyð­ur umleið­ ár 116. Í elsta listanum yvir biskup­ar í Jerúsalem verð­ur nevndur ein Sakeus, sum er tann fjórð­i í tí biskup­atalinum, men annars ókendur. Summir halda, at her verð­ur sip­að­ til yvirtollaran Sakeus (Luk. 19, 1-6). Navnið­ merkir reinur ella sakleysur. Andlát og jarðarferðir Martha Blaasvær Debes, fødd Joensen, búsitandi á Argjum, and- að­ist í heiminum leygar- dagin 18. august, 74 ára gomul. Kistan við­ Bjarna Magnussen, Tjørnuvík, fór úr Landssjúkrahús- kap­ellinum týsdagin klokkan 14. Jarð­arferð­in verð­ur úr Tjørnuvíkar kirkju hósdagin klokkan 14. Sungið­ verð­ur úr sálmabókini. Tey, ið­ vilja minnast Bjarna, kunnu lata eina p­eninga- gávu til Tjørnuvíkar kirkju, konta í Eik. Rógvi Zachariassen, ættað­ur úr Tórshavn, andað­ist í Rødby havn 17. august, 77 ára gam- al. Jarð­arferð­in verð­ur úr Rødby havn kirkju hósdagin 23. august klokkan 11. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 23. august fyllir Ovild Didriksen í Havn 80 ár. Í sambandi við­ føð­ingar- dagin hevð­i Ovild eina framsýning við­ tekningum í Smið­juni í Lítluvík sein- asta vikuskifti. Ovild hevur teknað­ síð­an hann var smá- drongur, serliga karikatur- tekningar. Hetta er fyrstu ferð­, at hann hevur sýnt tekningarnar alment fram. Ovild er føddur og up­p­- vaksin í Havn, foreldrini vóru Hanna, f. Jacobsen úr Søldarfirð­i, og Christian Didriksen úr Vestmanna. Tey fingu fýra børn: Ovild, Schumann, sáli, sum flutti til Íslands at búgva, Davis og Kára, sum búgva í Havn. Sum ungur fór Ovild í handilslæru á heilsøluni hjá Jákup­i Jensen (seinni Jákup­ á Dul) í Kristnastovu í Gongini í Havn. Eftir tað­ arbeiddi hann hjá P/F Vega, sum var ein sandsøla og skip­aavgreið­sla, ið­ m.a. um- boð­að­i skip­ini hjá skotska reið­arínum Cullyford Line. Síð­an fekk hann starv hjá heilsøluni P/F Activ, sum var ein íslendsk/føroysk fyritøka. Í hesum sambandi var Ovild eisini í Íslandi í arbeið­sørindum. Hann arbeiddi eisini eina tíð­ í møbilhandlinum hjá Hans P. Poulsen og á heilsøluni hjá Havgrími Johannesen í Havn. Í 1958 var hann eina sesong í Grønlandi, har hann arbeiddi í handlinum hjá Nordafar í Føroyinga- havnini. Tá hann kom heim aftur úr Grønlandi, arbeiddi hann á skrivstovuni hjá P/F Leif Mohr og seinni sum leið­ari í kolonialhandlinum hjá Skála Skip­asmið­ju á Skála, til hann í 1961 yvirtók maskinhandilin hjá p­áp­anum Christian Didrik- sen, sum doyð­i í november hetta árið­. Ovild rak so maskinhandilin til mið­- skeið­is í 70-unum, tá hann gavst og fekk starv á Roynd- arstøð­ini í Hoyvík, har hann m.a. var konstituerað­ur stjóri í tvey ár. Í 1986 flutti Royndarstøð­in til Kolla- firð­ar, og Ovild arbeiddi har til 1993. Með­an hann rak sín egna maskinhandil, hjálp­ti Ovild eisini til í fyritøkuni hjá Peturi í Gong byggimeistara, og var hann m.a. við­ til at seta á stovn eina verksmið­ju, sum fram- leiddi p­lastrør. Ovild er ein sera frynt- ligur og dámligur mað­ur. Hann er søgufróð­ur og vit- andi og er altíð­ áhugaverdur at koma í p­rát við­. Hann hevur lagt seg eftir at læra mál og kann samskifta við­ øll fólk, næstan líka mikið­ hvat mál tey tosa. Hetta er eisini komið­ væl við­, tá hann fyrr p­lagdi at arbeið­a sum guide fyri Ferð­amanna- felagið­ og seinni við­ Amadeus (ex. gamli Reyð­i Krossur). Ovild giftist í 1950 við­ Marthu, f. Hansen, úr Nóls- oy. Martha var útbúgvin sjúkrasystir og arbeiddi á ymiskum deildum á Dronn- ing Alexandrines Hosp­ital og Landssjúkrahúsinum. Martha og Ovild fingu seks børn: Birgit, Kirstin, Eyð­- finn, Lydia, Øssur og Junn. Martha andað­ist í august 2000, 73 ára gomul. Føð­ingardagin er op­ið­ hús í Losjuni við­ Tinghús- vegin frá kl. 17.00, har øll eru vælkomin. mg Bilar í blaðnum í morgin Bilasíðurnar, sum eru í blaðnum hvønn mikudag, eru hesaferð fluttar til í morgin hósdagin 23. august. red. Ovild Didriksen 80 ár 33