Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult27 cyan27 magenta27 svart27 26 Nr. 74 - 19. apríl 2001 gult26 cyan26 magenta26 svart26 U-20 landsliðið í kvinnuhondbólti fekk góð úrslit í EM- undankappingini, sum herfyri varð hildin í Týsklandi HONDBÓLTUR Jákup Mørk Føroyska U-20 landsliðið hjá kvinnum, kom mána- kvøldið aftur úr Týsklandi, har liðið hevur tikið lut í EM-undankappingini. Hetta er ikki á nakran hátt fyrstu ferð, at Føroyar hava átt umboð í slíkari kapping, men sjáldan hava úrslitini í hesum verið eins góð, sum tey vóru hesaferð. Tó so, teir tríggir dystir- nir, sum føroyska liðið leikti, vórðu allir taptir, men munurin var langt ífrá so stórur, sum hann ofta hevur verið. Kappast varð ímóti Makedonia, Hvíta- russlandi og Týsklandi, og hóast hetta eru tjóðir, sum í hondbóltshøpi eru væl framman fyri okkum, so var tað bert ímóti Týsk- landi, at talan gjørdist um mun í málum, sum lág oman fyri tey tíggju. Tann dysturin, sum eisini var hin seinasti á ferðini, endaði 29-17 til heimaliðið. Móti Makedonia taptu okk- ara við 29 málum móti 24, meðan Hvítarussland vann 28-20 á okkara kvinnum. Væl nøgdar Ein av leikarunum á før- oyska liðnum var Katrin á Neystabø úr Neistanum, sum eisini er á føroyska A- landsliðnum hjá kvinnum, og hon duldi ikki fyri, at genturnar vóru avbera væl nøgdar um úrslitini, sum tær fingu á ferðini. – Vit kunnu so ikki siga annað enn, at úrslitini vóru væl frægari, enn tey plaga at vera. Tað eru vit sjálv- andi væl nøgdar um, men tað, sum eg serliga var bilsin av sjálv, var, hvussu væl vit megnaðu at spæla upp ímóti hinum liðunum. Tað hava vit so ikki megnað áður, og hetta er so avgjørt eitt stórt framstig. Í mun til úrslitini, sum Føroyar áður hava fingið, so er einki at ivast í, at hesi veruliga eru betraðið. Áður hevur talan verið um eitt ú 10-40 móti Danmark og 12-36 móti Noreg, og hóast hetta eru risar innan kvinnuhondbólt, so er tað eggjandi, at málmunurin av álvara tykist at minka. Minni virðing Royndir hava sjálvandi sítt at siga í slíkum førum, og tá vit spurdu Katrin, um føroyska liðið nú hevur minni virðing fyri altjóða mótstøðuni, enn tær áðrenn hava havt, helt hon fyri, at tað sjálvandi eisini hevði nakað at siga. – Tað kann mann gott siga. Í øllum førum er tað ikki longur soleiðis, at vit fáa ein skelk longu áðrenn vit fara á vøllin. Vit hava allar verið við á ymsum ungdómslandsliðum, og hetta hevur so avgjørt givið okkum nakrar royndir. – Eitt nú verða vit ikki bangnar, tá vit síggja, at leikararnir á hinum liðnum eru nógv størri enn vit, og tað rørir okkum heldur ikki so nógv, um tær leggja út við at spæla skjótan og kraftmiklan hondbólt. – Hetta var eisini nakað, sum vit tosaðu um undan dystunum, so vit vóru fyrireikaðar upp á hetta. Tað, sum tað ráddi um hjá okkum, var at fara út á vøllin at gera okkara besta. Vit vóru greiðar um, at bara vit fáa okkara spæl at koyra, so kunnu vit væl geva hinum liðunum mót- støðu, og tað haldi eg eisini, at vit sýndu. Rúmd fyri batum Hóast talan sum heild so- leiðis var um eina positiva uppliving fyri kvinnurnar, so heldur Katrin sjálvandi, at tað enn er rúmd fyri betranum í avrikunum. – Tað vísti seg í øllum dystunum, at hesir vórðu taptir innan eitt tíðarbil upp á einar tíggju minuttir í fyrra hálvleiki. Teir tríggjar seinru hálvleikirnar taptu vit allar við bert einum máli, og sjálvt um hetta er positivt, so er tað løgið, at tað altíð er um sama mundi, at dystirnir verða taptir. Møguliga er tað bara tað, at hini liðini taka sær eitt sindur av løttum í seinna hálvleiki, tí tær í fyrra hava sæð, at vit kortini ikki eru tann stóra hóttanin. Hvussu er og ikki við hesum, er ilt at siga, men til stuttleikar kunnu vit her draga eina javnmetan til fótbóltin, sum nú í nøkur ár hevur tikið lut í altjóða høpi. Her tóktist tað í fleiri ár at vera ein barnasjúka, at mótstøðuliðini avgjørdu dystirnar miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Sjálvandi er altíð vandamikið at janvseta ítróttagreinar soleiðis, men hetta kundi bent á, at talan er um trupulleikar hjá leik- arunum at savna seg um uppgávuna ígjøgnum allan dystin. Pausa fyri fyrst Ein trupulleiki, sum ofta hevur verið nevndur, nú Føroyar av álvara eru farnir upp í altjóða hondbóltin, er tann sannroynd, at krops- ligur veikleiki tykist vera størsta forðingin hjá før- oysku liðunum. Helst sum ein avleiðing av, at steðg- urin millum kappingarnar er heldur langur hjá flestu leikarunum. Vit spurdu at enda Katr- in, um tað nú er liðugt við hondbóltinum fram til eina ferð eftir summarfrítíðina, ella um nakrar aðrar avbjóðingar nú standa fyri framman. – Hvørjar avbjóðingar eru at síggja fram til, dugi eg ikki at siga nakað um. Tær flestu á hesum liðnum fella nú fyri aldursmark- inum, so í hesum høpi eru ikki fleiri avbjóðingar. Viðvíkjandi A-landsliðnum veit eg als ikki, hvat fer at henda framyvir, men nakað av venjing verður so á skránni. Sum eg havi skilt, so fer Neistin í summar at hava okkurt slag av reglu- ligari venjing, so her verður helst okkurt. Beint nú má eg tó viðganga, at eg hugsi mest um at hava einja lítla pausu, sigur Katrin á Neystabø at enda. Nr. 74 • hósdagur • 19. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hópurin Føroyska liðið, sum tók lut í undankapp- ingini í Týsklandi, var sett saman av hesum leikarum: Tomma Petersen Gurðun Ólavsdóttir Marjun Tróndarson Fríða Marjunardóttir Lív Sørensen Gurið Mortensen Nikolina Eyðbjørnsdóttir Elin Jacobsen Rakul Augustinussen Ata Høgnadóttir Hansa Mikkelsen Ingva Vestergaard Jóhanna Høgnesen Katrin á Neystabø Við á ferðini vóru eisini: Réné Kristensen Flemming Raben Ann Rubeksen Góð úrslit hjá gentunum Katrin á Neystabø var sjálv bilsin um, hvussu væl føroyska liðið megnaði at spæla upp ímóti mótstøðuliðunum VIÐMERKINGAR Jógvan á Lakjuni, tingmaður Samgongan, sum skjótt hevur 3 ár á baki, setti sær stór mál. Endamálið var og er tað framvegis: at seta tryggar karmar um einar fult sjálvstøðugar og sjálv- bjargnar Føroyar. Siglingin hesi 3 árini hevur stundum verið baldrut, og vit hava verið noyddir at skift kós fleiri ferðir, men málið hava vit kortini ongantíð mist úr eygsjón. Fyri einum mánaði síðan stóð heilt nógv á, men tíbetur eydnaðist at ríða stormin av, og samgongan er samd um eina skilagóða sjálvstýristilgongd. Hetta eru vit nógv, ið av hjarta frøast um! Bræv í fjølmiðlunum Í síðstu viku varð tíverri aftur rumbul í samgonguni. Tað harmist eg um, og eg veit, at veljararnir hjá sam- gonguflokkunum eisini eru sera ørkymlaðir og harmir um, at so skal vera. Men hvat var orsøkin til hetta rumblið? Jú, eitt bræv, sum landsstýrismenn Tjóð- veldisfloksins við Høgna Hoydal á odda hava sent s a m g o n g u f l o k k u n u m ígjøgnum fjølmiðlarnar. Eg má siga, at eg gjørdist argur, tá ið eg hoyrdi inni- haldið í hesum brævinum í útvarpinum síðsta týsdag. Hetta er so óseriøst, at tað er ikki orð fyri tí! Tað er ótrúligt, at formaður Tjóð- veldisfloksins skal finna upp á slíkt! Men í fjølmiðl- unum er hann sum vanligt fagurlátin og kallar hetta eina vinarliga áheitan! Ja, í hesi “vinarligu áheitanini” leggur hann okkum í Fólkaflokkinum beinleiðis og óbeinleiðis undir 1) at vera farnar undir flokspolitiskt valstríð, 2) útgjaringarpolitikk, 3) vit halda ikki samgonguav- talur, 4) vit viðgera ikki ósemjur innanhýsis, og 5) vit standa ikki við tað, vit hava lovað. Endamálið? Vorðið sum vinarlig áheit- an! – Men hvat var enda- málið við hesum? Hví bað Høgni Hoydal ikki um ein samgongufund, har hann tók hesi málini upp, so at vit kundu viðgjørt tey inn- anhýsis – júst soleiðis sum hann sigur, at vit skulu gera? Nei, eg dugi ikki at síggja annað endamál við hesum enn, at tjóðveldislands- stýrismenninir enn einaferð royna at lýsa seg sjálvar sum teir seriøsu, teir, sum vilja fullveldi, og sum tí vilja halda aftur, so bú- skapurin ikki fer út at koyra. Meðan fólkafloks- menn verða lýstir sum teir óseriøsu, ið bara vilja oysa pening út fyrilitaleyst. Tjóðveldisflokkurin heldur avtalur, men tað ger Fólka- flokkurin ikki! Mær dámar illa at øsa meg soleiðis upp, og eg haldi tað eisini vera so barnsligt at ganga og høgga hvør eftir øðrum. Men tá ið tú sært, at tað við vilja verður manipulerað soleið- is við veruleikanum, so kennir tú teg noyddan at tala at! Ymiskir flokkar Høgni Hoydal sigur í brævinum, at tað eru stór og týdningarmikil økir, har samgonguflokkarnir eru hugsjónarliga ósamdir. Hetta er so satt, sum tað er sagt. Tjóðveldisflokkurin er jú ein sosialistiskur flokkur, meðan Fólkaflokkurin er borgarligur, og høvdu vit sjálvstýri í Føroyum, ja, so er ivasamt, um flokkarnir høvdu havt nakað sum helst til felags. Men av tí at báðir flokkar arbeiða fyri einum frælsum Føroyum, so hava vit sett okkum fyri at ar- beiða saman um hetta stóra málið, og gera vit tað ikki, ja, hvør skuldi so gjørt tað? Tí er so neyðugt, og eg havi sjálvur mangan víst á hetta og mint samgongufelag- arnar á – ikki minst í mínum egna flokki – at vit ansa eftir ikki at dyrka ósemjurnar so nógv, at vit missa høvuðsmálið úr eygsjón. Júst fyri at umgangast slíkar ósemjur undirskriv- aðu flokkarnir eitt sam- gonguskjal, tá ið samgong- an varð skipað, og tá legði Fólkaflokkurin sera stóran sent á, at vit skuldu miða ímóti at linka skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og familjur, tí vit síggja júst hetta sum eina treyt fyri einum sjálvstøðugum Før- oyum. Hjúnaskatting og bensingjald Tað er vónleyst í einari grein at koma inn á øll møgulig ting í hesum sambandi, men eg skal nevna okkurt ítøkiligt dømi um hjartamál hjá Fólka- flokkinum, sum Tjóðveld- isflokkurin umsitur, og sum, hóast bert 1 ár er eftir av samgonguskeiðinum, framvegis ikki er gjøg- numført. Og tíverri sær út til, at Tjóðveldisflokkurin als ikki ætlar at gera nakað við hetta! Í samgonguskjalinum stendur henda orðingin: “Hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða at javn- stilla við hjún, har bæði hava inntøku”. Hetta er eitt hjartamál hjá Fólkaflokk- inum, og á ein ella annan hátt skal hetta gjøgnum- førast! Fyri stuttum setti eg ein skrivligan fyrispurning til fíggjarmálaráðharran um hetta málið. Og hvat fekk eg til svar. Jú eina røð av undanførslum fyri ikki at gera hetta! Og niðurstøðan má vera, at Tjóðveldis- flokkurin ætlar sær ikki at gera, sum samgonguskjalið sigur. Tað fari eg als ikki at góðtaka! Tað sama kann í veru- leikanum sigast um hetta famøsa málið um at lækka bensinavgjaldið. Hví er Høgni Hoydal so óður um, at Fólkaflokkurin ger bart her? Tað stendur í sam- gonguskjalinum, at “brennievni, sum hava minsta skaðiliga árinið á umhvørvið, fáa framíhjá- rætt við lægri avgjaldi”, og fíggjarmálaráðharrin lovaði fyri jól, at hann skuldi gera nakað við hetta í hesari tingsetuni. Men har kom einki uppskot! Og tað kunnu vit als ikki liva við!! Útgjaring Eg rokni við, at tað er hetta, ið Høgni sipar til sum útgjaring í brævinum. Men hetta hevur einki við útgjaring at gera. Vit vilja bara tryggja okkum, nú valskeiðið fer at halla, at tað verður gjørt, sum vit hava avtalað! Eg ætli mær als ikki at gera okkum í Fólkaflokkin- um betri, enn vit eru. Poli- tikkur er nú einaferð poli- tikkur. Men eg finni meg ikki í at verða lagdur undir ikki at vilja halda sam- gonguavtalur og tað, sum er lovað! Viðvíkjandi tingmálum hjá samgonguflokkunum, so hevur Fólkaflokkurin mær vitandi einki mál borið í tingið, uttan at tað fyrst væl og virðiliga er viðgjørt í samgonguni. Men eg kann í hvussu er vísa á tvey mál frá landsstýrismanninum í mentamálum, sum vit nú hava í Mentanarnevndini – eitt um Bókasøvn og eitt um Granskingargrunn – sum mestsum onga viðgerð hava fingið í samgonguni frammanundan. Og tá ið vit tosa um út- gjaring, so haldi eg, at tað er rætt at nevna, at játtanin til útbúgving, gransking og mentan, (málsøkini hjá Tor- bjørn Jacobsen), er hækkað við knøppum 60 mió. kr. frá fíggjarlógini í fjør til í ár. Og hesin granskingar- grunnurin, sum menta- málaráðharrin ætlar at seta á stovn, skal tey næstu 10 árini sambært uppskotinum hava minst einar 250 mió. á fíggjarlógini. Men hvussu ber tað til, at hesar veldigu upphædd- irnar ikki eru útgjaring í eygunum á tjóðveldismon- num, meðan ein lítil lækk- ing í bensingjaldinum er tað? Jú, orsøkin er tann sama, sum eg nevndi oman- fyri: Tjóðveldisflokkurin er ein vinstrahallur flokkur, sum einki hevur ímóti, at tann almenni sektorurin er stórur. Hetta eiga øll borg- arlig sjálvstýrisfólk at leggja sær í geyma!! Nú er at yvirtaka Jú, víst eru flokkarnir hug- sjónarliga ósamdir. Men sum eg nevndi at byrja við, so hava vit sett okkum fyri saman at fáa Føroyum fult sjálvræði, og hetta málið mugu vit ikki missa úr eygsjón, hvussu so víkur og vendir – heldur ikki aftan á eitt val. Tað vóni eg, at tjóðveldismenn eru samdir við mær um. Ella? So míni ráð til Høgna Hoydal og hinar tjóðveldis- landsstýrismenninar skulu vera: Gevist við hesum ákærunum í fjølmiðlunum! Vísið tykkum nú sum menn og konsentrerið tykkum um yvirtøkurnar. Og latið okkum so halda okkum til samgonguskjalið! »Vinarlig áheitan« ella ??? Albert Isfeld Vesturgøta 12 100 Tórshavn Í kjaksending í Sjónvarpi Føroya við Jóannes Eides- gaard og Høgna Hoydal, aftaná semjuna, sum gjørd var í samgonguni náttina til fríggjadag tann 9. mars, samanber Jóannes Eides- gaard hesa nátt við hervi- ligu Krystallnáttina í nazitýskalandi. Ja so hoyrdu vit tað einaferð enn, hesaferð í Sjónvarpi Føroya – og heilt uttan at tíðindamaðurin, sum var Øssur Vintereig, sum stýrdi kjakinum, talaði at – Eidesgaard fekk snøgt sagt loyvi at útspilla full- veldissemjuna, sum var gjørd náttina til fríggja- dagin og samanlíknaði hvøkkin, hann fekk við tann hvøkk, sum ein kundi fáa aftaná »Krystallnátt- ina«, okkurt fúlt um eina nátt við langum knívum, var eisini nevnt. Jóanes Eidesgaard veit væl hvat hendi »Krystalnáttina« í Nazitýsklandi, men fyri tann lesaran, sum kanska hevur gloymt tað og kanska serliga fyri tað unga ættarliðið, vil eg minna á, at henda náttin var, tá ið hógvarnir komu fram hjá nazistunum í Týsklandi og fólk fóru út á gøturnar at banka jødarnar og knúsa rútarnar (harav navnið Krystallnáttin) í húsum og handlum, sum jødarnir áttu, hetta var gjørt við vælsign- ilsi frá teim ráðandi. Hvat í allari víðu verð gongur fyri seg inni í høvdinum á slík- um manni, er hann skeivt programmeraður ella fær hann pening frá fremmand- um maktum fyri at siga slíkt um sínar egnu lands- menn, sum eru demokrat- iskt valdir at stýra landin- um. Vit hava fyrr hoyrt Jóanes og aðrar í sama flokki skýrt alt og øll, sum ynskja tjóðarfrælsi her í landinum fyri nationalistar, naivistar, facistoidar, pro- klamistar, demagogar og ja nú í seinastuni eisini kommunistar, bert fyri at nevna nøkur heiti úr teirra orðavali og tað ið verri er, ein kann undrast yvir hvat hjarta teirra er so fult av – tað skuldi væl ikki verið av hatri? Samanberingin við Krystalnáttina átti at verið harðliga átalað av Øssur Vinthereig og eigur hetta at fáa fylgjur fyri Eidesgaard sum tingmann, tingið eigur at viðgera, um tað er í sam- svar við tign tingmanna at fara framm við slíkari óhumsku. Javnaðarflokk- urin, hesin flokkur, sum er sprottin úr tí sosialdemo- kratisku rørsluni í norður- londum, ein rørsla, sum hevur ein so góðan mál- setning, eigur at leita sær eftir einum meira tignar- ligum stavnamanni. Eisini eigur Eidesgaard at geva Høgna eina umbering. Um so er at Eidesgaard veruliga meinar, at sam- gongan hevur nazistiskar undirtónar, ja so hevur hann skyldu yvirfyri Før- oya fólki, at útgreina hvat hann meinar við. Tað er ikki nóg mikið í fjølmiðlum at kalla samgongu, flokkar og persónar fyri líkt og ólíkt. Hvat Eidesgaard hevur ímóti samgonguni er ilt at skilja, tí undir hesi sam- gongu eru fleiri av teimum vøkru tankunum í tí t.d. sosialdemokratisku rørsl- uni, vornir til veruleika og eru styrknaðir. Vit hava nú arbeiði til allar hendur, nýggja ali- vinnan hevur nú fingið so nógvan vind í seglini, at hon útflytir fyri umleið 1 milliard krónur, ella nakað tað sama sum blokkurin úr Danmark, hesin peningur er komin afturat í vinnuni. Fólkapensiónin er munandi hækkað, Landssjúkrahúsið, sum í ártíggjur hevur ligið undir lokal- og partapolit- iskari togtogan, er nú undir útbygging, undirsjóartunnil verður gjørdur undir Vest- mannasund, nýggj Sand- oyarferja er um at vera liðug, ætlanir um betran av Suðuroyarsambandinum er um at gerast veruleiki við einum nýggjum skipi til hesa leið, nýggja vaktar- og bjargingarskipið »Brimil« er komin til landið og marknaðartrætan við bretar er loyst og farið er undir at fyrireika Føroyar til olju- vinnuna, sum, eins og frí- handilin bleiv tað aftaná 1856. Afturat øllum hesum, hevur tað hepnast hesi samgonguni at hava ein góðan landsbúskap og hev- ur megnað at seta umleið 500 milliónir av um árið, at standa ímóti við, hetta er púra óhoyrt í Føroyum nakrantíð. Hevði Atli Dam ført ein líknandi politikk í 80-unum, fóru vit neyvan á húsagang í 90-unum – undarligt at javnaðarmenn onki tykjast at hava lært í so máta (nú verið eg helst ákærdur fyri at vera bak- klókur). Skattalættin eigur eisini at verða nevndur, hesin kundi ikki vera størri júst nú, fyri ikki at ovurhita búskapin. Sum tað fyrsta landsstýr- ið nakrantíð, hevur sitandi landsstýri evnað at formu- lera ein skilagóðan sjálv- stýrispoliti.. Sanniliga var semjunáttin ein vakur mílapeli í før- oyskum politikki, hetta var løtan, tá ið tað vísti seg, at allir teir føroysku sjálv- stýrisflokkarnir kundu taka lógvatak saman landinum at gagni. Jóanes Ellingsgaard og »Krystalnáttin«