hósdagur 19. apríl 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 19. apríl 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
24
Nr. 74 - 19. apríl 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Fabia
sedan
Skoda Fabia, ið her-
fyri kom sum station-
vognur, kemur nú
eisini sum sedan.
Viðførisrúmið á bil-
inum, sum kemur á
marknaðin
eftir
summarfrítíðina,
verður 438 litrar.
Kelda: Bilen Motor & Sport
Bentley til
drotningina
Tá bretska drotning-
in, Elisabeth, næsta
ár hátíðarheldur sín
50 ára starvsdag sum
drotning, fær hon ein
Bentley Arnage Red
Label
sum
gávu.
Sjálvur bilurin kostar
1,7 mill. krónur, men
liðugt útbygdur við
allari hugsandi trygd-
arútgerð, kostar hann
17 milliónir krónur
Kelda: Motor Magasinet
Ford eigur
Hertz
Ford, sum higartil
hevur átt 81,5 prosent
av útleigingarfyritøk-
uni Hertz, ið er
heimsins
størsta,
hevur nú keypt allan
partapeningin.
Kelda: Motor Magasinet
ÚT AT KOYRA
Mitsubishi Carisma 1.9 DI-D
Motorurin
4 syl. 1,9 litur turbodiesel 102 hk
common rail / intercooler
0-100 km/t
11,9 sek
Oljunýtsla
18,2 km/l
Dekkstødd
195/65-15
Stødd og vekt
Longd
447,5 cm
Breidd
171,0 cm
Hædd
140,5 cm
Eginvekt
1275 kg
Totalvekt
1800 kg
Prísur
kr. 207.500,-
Mitsubishi Carisma DI-D koyrir 18,2 km/l
Tá vit í Sosialinum »Út at koyra« tann 5. apríl skrivaðu um Mitsubishi
Carisma DI-D, við nýggjasta orkusparandi motorinum, kom tað av
onkrari orsøk at standa, at bilurin koyrir 8,2 km/l. Rættað talið er
sjálvsagt 18,2 km/l, tá talan er um ein sera orkusparandi dieselmotor.
Við biðja orsaka prentvilluna.
Longu í 1874 spáddi
franski science fiction
rithøvundurin, Jules
Verne (1828-1905), at
vatn fór at blíva
framtíðinnar kol, um
tað varð kloyvt sund-
ur í brint og ilt við
hjálp av elektrisiteti
BILAR
Magnus Gunnarsson
Ford, sum samstarvar við
BMW og DaimlerChrysler
um framleiðslu av brint-
bilum, hevur gjørt brint-
bilin, Focus FCV (Full Cell
Vehicle), sum hevur kostað
35 milliónir krónur at gera.
Brint kann brúkast bein-
leiðis
til
forbrennings-
motorin ella sum á Focus
FCV við eini brennikyknu,
har brint saman við súrevni
í luftini ger el-megi til
framdriftina á bilinum. Tað,
sum kemur úr útstoytinum,
er reinur vatndampur. Fyri
nøkrum árum síðan mátti
ein heilur vørubilur til fyri
at rúma allari útgerðini,
sum í dag tekur lítið pláss í
viðførisrúminum.
El-motor
Á Focus FCV er bensin-
motorurin skiftur út við ein
el-motor. Toppferðin er 128
km/t, 0-100 km/t uppá 14,0
sek, og hann koyrir 250 km
fyri hvørja áfylling. Ford
væntar, at bilurin verður
klárur til framleiðslu í
2004, men ikki fyrr enn í
2010 verður hann gjørdur í
størri nøgdum. Treytin er.
at áfyllingspumpur verða
har sum bilarnir skulu
seljast. Hetta ljóðar sera
áhugavert og verður eitt
spennandi alternativ til
oljuna.
Kelda: FDM / Motor
Ford Focus FCV – við brint í fokus
Ford Focus FCV uttanfyri
nýggju orkugranskingar-
miðstøðina hjá Ford í Aachen
í Týsklandi. Tað hevur kostað
35 mill. krónur hjá Ford at
gera hendan bilin
Fyri nøkrum árum síðan mátti ein heilur vørubilur til fyri at
rúma allari útgerðini, sum í dag tekur lítið pláss í viðføris-
rúminum
Hóast VW Lupo 3L
líkist einum vanligum
Lupo í útsjónd, er
hann ein heilt annar
bilur, sum einans
verður gjørdur í
einari útgávu. Bilurin
eitur 3L, tí hann kann
koyra 100 km uppá 3
litrar av brennievni
BILAR
Magnus Gunnarsson
Lupo 3L er ein dýr bilkon-
struktión. Hann er gjørdur
úr aluminium, magnesium
og stáli. Rætti prísurin í
Danmark átti at verið kr.
195.000,-, men donsku
myndugleikarnir
broyttu
skrásetingargjaldið, so bil-
urin kom niður á kr.
155.000,- fyri at fáa fólk at
keypa hendan orkusparandi
og
umhvørvisvinarliga
bilin. Vónandi verður tað
sama gjørt her hjá okkum.
3 syl. TDI
Motorurin er ein 1,2 litur 3
syl. turbodiesel við 61 hk,
við nýggjastu TDI inn-
spræningarskipanini. Bil-
urin trekkjur væl, er kvikur
og larmar lítið. Motorurin
er gjørdur úr aluminium og
vigar einans 100 kg. Um
man sleppur speedaranum
meðan bilurin koyrir, rullar
hann sera lætt og langt
uttan at brúka orku. Tá
bilurin er heitur, Triptronic
gearkassin stendur á auto-
matic, og knøtturin (ECO)
er inni, steðgar motorurin 4
sek. eftir at traðkað verður
á bremsuna, og startar aftur,
tá man sleppur bremsuni.
Onki við at dálka luftina
meðan man til dømis bíðar
eftir reyðum ljósi.
Lættari dekk
Eisini er nógv gjørt fyri at
fáa luftmótstøðuna so lítla
sum møguligt, og botnurin
á bilinum er næstan heilt
slættur. Umframt at bilurin
er lættur og hevur lítla
luftmótstøðu, eru dekkini
eisini annarleiðis. Stál-
træðrirnir í dekkunum eru
skiftir út við aramid-fibur,
sum er gjørt úr kolevni og
køvievni, eins og Kevlar.
Hetta gevur sera lága rulli-
mótstøðu. Alufelgur eru
standard, og í staðin fyri
eykahjólið er ein kom-
pressari til at fylla luft í
dekkini við.
Setur nýggjan
standard
Samanumtikið er Lupo 3L
ein spennandi og annar-
leiðis bilur, sum kemur at
seta ein standard fyri aðrar
orkusparandi og umhvørv-
isvinarligar bilar. Vónandi
fara føroysku myndugleik-
arnir at taka eins væl ímóti
Lupo 3L sum donsku
myndugleikarnir, við at
lóggeva soleiðis, at orku-
sparandi og umhvørvis-
vinarligir
bilar
sleppa
lættari í avgjøldum.
ÚT AT KOYRA
VW Lupo 3L TDI
Motorurin
1,2 litur 3 syl. 61 hk TDI
Turbodiesel v/intercoolara
0-100 km/t
14,5 sek
Oljunýtsla
33,3 km/l
Dekkstødd
155/65-14
Stødd og vekt:
Longd
352,9 cm
Breidd
162,1 cm
Hædd
145,5 cm
Eginvekt
800 kg
Totalvekt
1200 kg
Viðførisrúm
130 litrar
Prísur
kr.176.000,-
(metallakk kr. 3500,- eyka)
Søluumboð
Bilasølan v/Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tlf. 315354
VW Lupo 3L – lættur og bíligur í rakstri
Bilurin trekkjur væl, er kvikur og larmar lítið
Mynd: Jens K. Vang
Bilurin eitur 3L, tí hann
kann koyra 100 km uppá 3
litrar av brennievni
Mynd: Jens K. Vang
Lupo 3L er ein dýr bilkon-
struktión. Hann er gjørdur
úr aluminium, magnesium
og stáli
Mynd: Jens K. Vang