mikudagur 22. august 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 161 - 22. august 2007
Søkt verður eftir nýggjum
manningarsamskipara til Sjódeildina,
ið hevur ábyrgd av øllum skipunum hjá
Strandfaraskipum Landsins. Á Sjódeildini
starvast 3 fólk.
Starvið
Høvuðsuppgávan verður at tryggja, at skipini
eru mannaði sambært galdandi krøvum,
herundir syrgja fyri at manningarnar altíð
eru uppdateraðar við kravdum skeiðum,
gera vaktarskipanir og viðlíkahalda
manningaryvirlitini fyri skipini.
Aðrar uppgávur eru at vera við til at gera
fíggjarætlan og fyrifallandi uppgávur.
Umsøkjarar
Vit vænta at tú hevur skrivstovuútbúgving
ella líknandi royndir, dugir væl at brúka
tekstviðgerð, rokniark og dátabasu. Ein
fyritreyt er, at tú dugir væl at orða teg, bæði
munnliga og skrivliga. Vit vænta at tú ert
lættur at samstarva við, tolir broytingar og
megnar at hava nógv um oyrini samstundis.
Tú mást eisini tola, at starvið mangan kann
verða krevjandi og harvið órógvandi.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi og ábyrgdarfult starv,
har góður møguleiki er fyri menning.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Umsókn og setan
Umsóknir skulu sendast til Strandfaraskip
Landsins, att. Starvsfólkadeildin, boks 88, FO
– 100 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 27. august 2007 kl.
13:00.
Starvið verður at seta skjótast til ber. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í
samband við Nainu Samuelsen á 543044.
Arbeiðsstaðið er í Tórshavn til uml. 1. januar
2008, og verður síðani fl utt til Tvøroyrar.
Manningarsamskipari
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.
Søkt verður eftir leiðara til Samferðsludeildina at byrja skjótast møguligt
Samferðsludeildin
Høvuðsuppgávan hjá Samferðsludeildini er
at skipa almennu felagsferðsluna, herundir
fólkafl utning og farmafl utning. Vit leggja til
rættis, stýra, selja, samskipa og kunna um
felagsferðsluna á sjógvi og landi.
Arbeiðsøkið hjá deildini er millum annað:
ferðaætlanir, prísskipan, útbjóðing,
ferðaseðlaskipan, ferðslusamskipan,
rutuuplýsing og farmafl utningur.
Uppgávan hjá leiðaranum
Leiðarin skal tryggja ein eff ektivan rakstur
og stýra fíggjarligu karmarnir innan økið.
Harumframt skal leiðarin tryggja eina
framhaldandi menning av deildini.
Starvið er breitt og spennandi, har tú eisini
kemur at arbeiða við fakligum uppgávum
innan felagsferðslu, herundir analysur,
planlegging og dagliga samskipan.
Arbeiðið á deildini er í stóran mun skipað
við verkætlanum.
Førleikakrøv
Vit rokna við, at tú hevur útbúgving
innan búskap ella verkfrøði. Royndir
innan fl utningsskipanir og projektarbeiði
er ein fyrimunur. Tú skalt kunna arbeiða
málrættað, og tú hevur góð analytisk evni.
Eisini er tað ein treyt, at tú hevur góðan
telduførleika og góðan málsligan førleika.
Tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir, og
tú skalt kunna arbeiða undir trýsti og kunna
hava nógvar bóltar í luftini í senn.
Setanartreytir og umsókn
Starvið er lønt í 35 lønarfl okki hjá
tænastumannafelagnum, tó uttan at
starvið er tænastumannastarv.
Arbeiðstaðið er í Tórshavn til uml. 1. januar
2008, har tað síðan verður á Tvøroyri.
Umsókn v.m. skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-100 Tórshavn
Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 27. august 2007 kl. 13:00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú
ringja til Regin Vágadal, stjóra, á 343012.
Samferðsluleiðari
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.
Landavegur 103 · FO-100 Tórshavn · tel 31 37 31
er eitt samtak við trimum stórum matvøru
handlum. Fyrsti handilin lat upp í Norðskála í 2003,
næsti lat upp í Klaksvík í 2006 og tann triðji lat upp
í Tórshavn somuleiðis í 2006. Fjórði
handilin
letur upp í Tórshavn seinni í hesum árinum. Um
framt matvøruhandlarnar
hevur samtaki eisini
onnur áhugamál.
Handilsleiðarar til
í Norðskála og til nýggjan
handil í Tórshavn
Tað kann vera júst tær ið vit leita eftir
Leiðarastarvið í einum stórum matvøruhandli, inniber allar tær avbjóðingar
og upplivingar ið nú einaferð eru at finna í einum starvi har so at siga allar
hugsandi og óhugsandi støður mynda gerandisdagin. Tað krevst av tær at
tú hevur førleikan, ert málsøkin og hartil hevur
viljan at røkka dagliga setningin.
Vit bjóða eitt vællønt starv við lyklaorðum
sum ábyrgd, úrslit og góðari tænastu til
okkara viðskiftafólk. Handilsleiðarin er partur
av leiðslutoyminum í
samtakinum.
Kundi tú hugsa tær at hoyrt nærri um
starvið, so ring til Jaspur Johannesen
tlf. 235200, ella send tína umsókn
við prógvum/ummælum til:
Landavegur 103 FO-100 Tórshavn.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 24. august
Allir fyrispurningar/umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði
Alt rør- og ventilatiónsarbeiði
verður gjørt skjótt og væl
MST-RØR Tel. 507003
Fyri settið
12.900,-
5-Star 17”
Við dekkum
5x114 á goymslu
Fyri settið
6.880,-
Razor Black 18”
Við dekkum
5x100 og 5x112 á goymslu
Fyri settið
9.990,-
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
Boston 19”
Við dekkum
5x112 á goymslu
Reservedele skaffes til
Entreprenørmaskiner – Lastbiler
Busser – Maskiner m.m.
Sender dagligt med skib / luftpost.
Entreprenørmaskiner købes og sælges
Tlf:
+45 7461 3940
Mobil: +45 2027 0064
I M P O RT – E X P O RT
Fax:
+45 7461 4164
e-mail: johnny@dkexport.dk
www.dkexport.dk