Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 34 samrøða Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá Elis Poulsen spældi til dans í 70 árunum, varð av nógvum hildið, at tað var synd at dansa, og hetta fekk Elis eisini at vita. Í dansinum varð drukkið, og Elis heldur, at samantvinnanin av drukki og dansi var orsøk til, at so nógv hildu dans vera synd. Men hann vísir á, at hetta er nokkso burturvið, tí tað gerst ikki synd at dansa, bara tí onkur drekkur við síðuna av tær, meðan tú dansar. – Dansur er ikki synd, sigur Elis avgjørdur. Hann vísir á, at fatanin millum fólk er blivin tann, at man ikki fær dansað, tá man er fullur. – Eingin dama tímir at verða drigin eftir einum fullum manni runt á einum dansigólvi. Dansur er heimsins besti fimleikur. Tá tú dansar »jive« ella »twist«, so toyggir tú hvørja likkju, tú fært ansperri, men tað er eisini ónatúrliga deiligt. Tú kanst dansa, so tú sveimar, greiðir dámligi útvarpsverturin frá, tá vit hitta hann á skrivstovuni í Sortudýki. Hann heldur tí heldur ikki, at nakað forgjørt er í at hava eitt kent dansband millum nøvnini á ársins Fjarðafestivali. Hóast hann ikki væntar, at henda konsertin verður nakar vanligur dansur. Mr. Dansband Elis Poulsen er framum nakran annan tann føroyski Mr. Dans­ band. Eingin annar føroyingur hevur, sum Elis innlit í hesa tónleikagrein. Í sendingum sínum í útvarpinum hevur Elis ferð eftir ferð víst føroyingum hetta innlit, men eisini uttanfyri landoddarnar er virðingin fyri føroyska dansband serfrøðinginum greið. Sostatt varð Elis av almennu norsku útvarps­ og sjónvarpsrásini NRK boðin at vera í pallborðinum, ið valdi ársins dansband lag seinast. Vitjaðu í Føroyum Elis hevur kent tónleikin hjá Trond Erics, síðan bólkurin vitjaði á klettunum í 1989. Elis gjørdi tá sending í útvarpinum, og varð biðin um at gera samrøðu við bólkin, tí hann skuldi spæla her. Elis var tó ikki á konsertini við teimum, hann búði á Sandi tá og fekk ikki fari á konsertina, tí hann vildi sleppa til hús hetta kvøldið. Men í hesum viðfangi hoyrdi hann tónleikin hjá Trond Erics, okkurt varð spælt rættiliga fitt í útvarpinum, ivaleyst mest lagið “Farvel Marita”. Tað var tó ikki fyrr enn 12 ár seinni, at Elis fyrstu ferð slapp á konsert við Trond Erics. Tað var í sambandi við vitjan á norskum dansband festivali í 2001. ­ Eg hevði júst fingið fløguna “Det ligger no’ rart i luften”, sum eftir mínari sannføring var besta dansbandfløgan tað árið. Hetta er ein fløgu, sum eg enn vendi aftur til ferð eftir ferð. Tað er ikki synd a Elis Poulsen sær ongan trupulleika í, at eitt stórt dans­ band navn sum Trond Erics spælir á Fjarðafestivalinum. Mr. Dansband viður­ kennir tó, at nógv er broytt innan kristi­ ligan tónleik, síðan hann sjálvur spældi til dans í 70’árunum Elis Poulsen saman við Trond Erics á dansbandfestivalinum í Sel fyrr í summar Mynd: Dag Magnuset, De Danseglade