mikudagur 22. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 22. august 2007
47
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tað kann ikki sigast annað
enn, at tey eldast væl á Ellis
heiminum í Havn. Tað er
lítið meira enn ein vika síð
ani, at vit kundu greiða frá
101 ára føðingardegi, og í
gjár 21. august var 100 ára
føðingardagur hjá Astrid
Frederiksen.
Her var fitt av fólki kom
ið at ynskja Astrid tillukku.
Almennir gestir vóru løg
maður, landstýrismaðurin í
Almannamálum og umboð
fyri Almannastovuna og
Býráðið. Fleiri røður vóru
hildnar.
Jákup Lindenskov hevði
eina frálíka grein um Astrid
í blaðnum leygardagin. Eitt
tað svárasta hjá Astrid man
hava verið, tá ið hon “misti”
dóttrina Onnu. Hon var
fødd við feili í fótinum, og
pápin, Hjalmar, var farin
niður við henni at fáa við
gerð á Ríkissjúkrahúsinum.
Pápin fer heimaftur, og tá
ið viðgerðin var liðug,
skuldi Anna fara heim við
Tjaldrinum. Mammubeigg
in, Pedda Egholm, sum
sigldi við, skuldi hava hana
undir hond. Í bíðitíðini búði
Anna hjá mostrini Ingrid,
sum átti ta eitt ára yngru
dóttrina Bente. Tær høvdu
tað so gott saman, at avrátt
varð, at Anna skuldi bíða
ein fart við Tjaldrinum at
fara heim. Tá er tað, at Dan
mark verður hersett í 1940.
Alt samband millum Før
oyar og Danmark verður
kvett, og Anna sleppur ong
an veg. Í fyrsta umfari býr
Anna hjá mostrini. Í somu
uppgongd býr ein familja,
sum tey kenna væl, við
ongum børnum. Anna flytir
so til teirra, og hon kemur
sum frá líður at meta tey
sum foreldur. Síni egnu
foreldur mintist hon ikki
sum rímiligt er. Hon var
bert eitt ár, tá ið hon fer úr
Føroyum.
Astrid átti eisini eina aðra
systir, Jenny, sum búði
niðri. Sigast kann, at tær
eldast væl, tí systrarnar
blivu reiðiliga 90 ára gaml
ar. Astrid átti eisini eina tví
burasystir,
Maria,
sum
doyði heilt lítil av kykhosta.
Brøðurnir vóru Hans og
Pedda, báðir kendir havnar
menn.
Vit vóru við í føðingar
degnum og tóku nakrar
myndir.
ó.
100 ára føðingardagurin hjá Astrid Frederiksen
Sonni saman við mammuni
F.v. abbasynirnir Annfinn og Hjalmar Frederiksen, synir Sonna. Teir láta væl at ommuni, sum teir búðu inni hjá, tá
ið teir vóru smáir. Tá ið tey skuldu flyta fyri seg sjálvan, høvdu teir ongan hug at fara. Langommusynirnir eru Sonni,
undir liðini á Hjalmar, og David
Løgmaður ynskir
Astrid tillukku
við teimum 100
árunum
Bente er systirdóttir Astrid. Hon er komin úr Danmark at
heiðra mostrina. Tá ið Astrid fylti 80 ár lovaði Bente mostrini
at koma til Føroyar á hvørjum ári at vitja hana, og tað hevur
hon eisini hildið. So vit vænta at síggja hana aftur komandi ár!
Millum gestirnar var Haldgrim Gregersen úr Gøtu saman konu
síni Halgerð. Til høgru er fastur hansara Halda, sum býr á
Ellisheiminum