mikudagur 22. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
35
at dansa
Góð minni úr Føroyum
Trond Erics var ein av teimum
fyrstu bólkunum, ið spældu á
festivalinum hetta árið.
Eftir framførsluna fekk Elis
høvið at hitta bólkin. Teir vóru
glaðir fyri at hitta ein føroying,
tí teir høvdu nógv góð minni
frá vitjanini í 1989, eitt nú bað
táverandi gittarleikarin, Thomas
Biller, Elis um at bera eina heilsu
heim til Føroyar til eina kvinnu, ið
hann hevði hitt á ferðini, og sum
hann enn var líka forelskaður í.
- Við summum menniskjum
følir man, at tey eru menniskjalig,
at okkurt gott býr í teimum og
tað ger man við Trond Erics, teir
útstrála okkurt gott. Ja, hetta eru
góðir menn, sigur Elis.
Men hetta eru eisini dugnaligir
tónleikarar, bæði á hesi
konsertini og fleiri konsertum
síðan hevur Elis upplivað stak
góðar framførslur frá bólkinum.
Teir spæla altíð live, og hava ikki
midi-fílar, eins og onkur annar
ger, greiður hann frá.
- Tónleikurin hjá Trond Eric er
lættar taktir, ið fella væl í oyra
og tekstir um viðkomandi evnir.
Man kann dansa til tónleikin,
men líka væl hugna sær til
hann. Dansbandtónleikur er
gleðistónleikur, onkuntíð eru
tekstirnir um sorg, men tað endar
ofta gott, sigur Elis.
Tað, sum sambært Elis
eyðkennur Trond Erics, er, at
talan er um einfaldan tónleik, væl
spældan og klárt sungnan við
góðu røddini hjá sangaranum Lars
Esbern Skogvald.
Ikki vanliga
dansiskráin
Tá Trond Erics vitja í Føroyum
verður tað tó ikki við vanligu
dansiskránni. Fyrst og fremst
verður talan um løg av fløguni
Perleportet, ein fløga ið bólkurin
gav út eftir áheitan frá einum
kristiligum felagsskapi. Bólkurin,
ið vanliga ikki hevur verið
roknaður sum ein gospelbólkur
tók av áheitanini, og hevur
síðan hetta spælt eitt nú til
kirkjukonsertir við hesum løgum.
Elis hevur prátað við teir um hesa
útgávu. Teir greiddu frá, at hetta
passaði væl til teirra. Teir eru
allir giftir og hava børn, ið teir
uppdraga eftir teimum kristnu
virðunum. Á fløguni gera teir
sínar egnu útgávur av gomlum
kristiligum sangum. Elis væntar
tó eisini, at okkurt annað av
teimum meira álvarsligu løgunum
hjá bólkinum verður á skránni,
eitt nú yndislagið hjá Elis “Godt
Voksen”, ið handlar um at gerast
eldri og gleðast um tað. Elis ætlar
sær so í øllum førum á festivalin
í Skálabotni, fyri at uppliva allar
hinar bólkarnar, men fyrst og
fremst fyri at uppliva Trond Erics.
Um bólkin
Trond Erics er norskur bólkur, ið hevur verið til síðan miðskeiðis í
80’árunum. Bólkurin hevur ment seg til eitt av bestu dansbandunum í
Norðurlondum. Í 2005 gav bólkurin út fløguna Perleporten, og er tað
hendan fløgan sum er orsøkin til, at Fjarðafestivalurin hevur bjóðað
teimum hendanvegin.
Á fløguni eru kend løg sum vera sungin í ymisku samkomunum og verður
hetta óivað eitt gott høvi at syngja við .
Trond Erics hava verið í Føroyum áður, í 1989 var Trond Erics á
konsertferð í Føroyum. Trond Erics hava eisini á annan hátt vakt ans
í Føroyum, í 1987 gav bólkurin út bandið Farvel Marita. Tittullagið á
bandinum er síðan umsett til føroyskt, og hevur hittað stórt tvær ferðir,
fyrst á bandinum hjá Jóannes & co., ið somuleiðis gjørdi ein vissan hr. Kim
Hansen til eina kenda rødd í føroyskum útvarpi. Tá Kim í fjør gav sína Alt
fløgu út, var hetta lagið sjálvandi eisini á henni, og gjørdist enn einaferð
eitt giga hitt.
Trond Erics hava verið sera nógv spældir í sendingini "Hvat Nú" í
Útvarpinum og so sjálvandi í ”Upp á Tá” sum sendingin eitur nú. Eisini
hava samrøður verið við bólkin í hesum sendingum.