mikudagur 22. august 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 161 - 22. august 2007
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
B36 er nú einsamalt
á odda í 1. deild
hjá kvinnum,
eftir at tær vunnu
torføran útidyst um
vikuskiftið. KÍ hevur
tó leikt ein dyst færri,
og vinna tær tann
dystin, so er aftur
púra javnt
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tríggir
dystir
í
bestu
kvinnudeildini í føroyskum
fótbólti
skuldu
vera
á
skránni
um
vikuskiftið.
Men tá alt kom til stykkis,
so vóru bert tveir dystir
spældir, tí at NSÍ, sum
skuldi spæla ímóti KÍ í
Klaksvík, eftir øllum at
døma hevur tikið liðið úr
kappingini.
Tískil bleiv ein dystur
spældur í Gøtu, har B36 var
á vitjan, meðan seinni dyst
urin var á Argjum, har AB
tók ímóti EB/Streymi.
B36 vann torføran
útidyst
Í hesum kappingarárinum
hava tað verið B36 og KÍ,
sum hava kappast um frem
sta plássið í bestu kvinnu
deildini, og sum stigatalvan
sá út undan dystunum um
vikuskiftið, so lógu hesi
bæði liðini eisini jøvn á
fremsta
plássi
við
34
stigum.
Av tí at dysturin hjá KÍ
var av ongum um viku
skiftið, so hevði B36 møgu
leika at leggja trýst á KÍ,
um
tær
vunnu
torføra
útidystin ímóti liðnum á 3.
plássi, GÍ.
GÍ legði seg langt aftur á
vøllin frá byrjan av, og tað
var B36, sum alla tíðina
royndi at trýsta. Hetta gekst
ikki so væl, men um miðjan
fyrra hálvleik fingu tær
allíkavæl lagt seg á odda.
Eitt hornaspark bleiv sent
inn í brotsteigin, og har
fekk Unn Kragesten fótin á
ein leysan bólt, sum endaði
í málinum, og so var 10.
Eftir steðgin var tað enn
B36, sum sat á dystinum, tó
uttan at skapa teir heilt
stóru málmøguleikarnar. 10
minuttir fyri leiklok bragd
aði tó hjá gestunum, tá tær
spældu væl upp í gjøgnum
vinstru síðu. Brádliga gjørd
ist Heidi Sevdal púra leys,
og einsamøll við mál
manninum sveik hon ikki,
og so var 20, sum eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Málleysur javnleikur
á Argjum
Seinni dysturin um viku
skiftið var á Argjum, har
AB á 5. plássi tók ímóti
EB/Streymi, sum liggur
nummar fýra.
Undan steðginum royndi
EB/Streymur at trýsta, og
tær komu eisini fram til
onkrar smávegis málmøgu
leika, sum tó ikki endaði
við málið. Miðskeiðis í
hálvleikinum bleiv Rakul
Magnussen hjá EB/Streymi
brádliga púra leys, men hon
rakti mitt á málmannin, og
so stóð enn á jøvnum.
Í seinna hálvleiki vóru
rollurnar umbýttar. Nú var
tað AB, sum royndi at trýsta
EB/Streym,
meðan
EB/
Streymur royndi seg við
mótálopum.
Hetta
gav
eisini ávísar møguleikar,
men tann størsta fekk AB,
tá ein av teirra leikarum
gjørdist púra leys. Mildrið
Djurhuus í málinum hjá
EB/Streymi fekk tó bjarga
bóltin á stongina, áðrenn
hann bleiv skotin vekk.
Eftir hetta vóru ikki teir
stóru kjansirnir, og tí endaði
dysturin við málleysum
javnleiki.
Við hesum úrslitunum er
B36 nú einsamalt á odda,
men KÍ hevur tó ein dyst í
hondini. Vinna tær henda,
so er líkt til, at meistaraheitið
skal avgerast tann 8. sep
tember, tá KÍ tekur ímóti
B36.
Átta
rógvarar
úr Knørri
til DM
15. september fara
átta rógvarar úr
Róðrarfelagnum
Knørri á Skálatrøð
at rógva DM fyri
innriggarar
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Róðrarfelagið Knørrur
hevur sum nýtt átak
boðið rógvarum sínum
at luttaka í DM fyri
innriggarar, og áhugin
fyri tiltakinum hevur
verið rættiliga stórur. Í
fyrsta umfari er ætlanin
at vita, hvussu kapping
in er, og síðan verður
støða tikin til, um hetta
skal gerast afturvend
andi tiltak hjá róðrar
felagnum á Skálatrøð.
Rógvararnir eru væl
fyri kropsliga, men sku
lu læra seg teknikkin at
rógva
í
fremmandu
bátunum. Fyri hesum
stendur ein av fyrrver
andi
rógvarunum
í
felagnum, Katrin Rub
ek Nielsen, sum eisini
hevur róð í slíkum báti
í Danmark.
Úttiknu rógvararnir
eru
Paula
Eikhólm,
Eivy Olsen og Bára
Berghamar Danielsen,
sum síggjast á myndini,
og sum fara at umboða
kvinnurnar,
og
fyri
menninar fara at rógva
Jens Michal Tróndheim,
Johan Jacobsen, Jacob
Joensen, Helgi Øster
Petersen og Høgni í
Skorðastovu.
B36 nú aftur á odda
Tveir føroyskir ÍSB-
svimjarar luttaka
í hesum døgum
í heimsmeistara-
kapping í Gent í
Belgia, og í gjár setti
annar teirra tvey
nýggj føroysk met
SVIMJING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Heimsmeistarakapping
í
svimjing fyri rørslutarnað
verður í hesum døgum
hildið í belgiska býnum
Gent. Tað er felagsskapurin
INASSID, sum stendur
handan hesa kapping, og
stórur partur av heimsins
londum eru umboðaði. Eis
ini føroyingar eru umboð
aðir í kappingini. Tað eru
tey bæði Ragnvaldur Jensen
og Apolonia Justesen, sum
eru við í kappingini, og
fyrsti kappingardagurin hjá
svimjarunum var á skránni
í gjár, tá Ragnvaldur tók lut
í
tveimum
kappingum,
meðan Apolonia tók lut í
einari.
Tvey nýggj met
Hjá Ragnvaldi gekk avbera
væl á fyrsta degnum. Fyrst
tók hann lut í kappingini í
100 m ryggsvimjing, og her
setti hann nýtt føroyskt met
í innleiðandi umfarinum.
Ragnvaldur kom á mál í
tíðini 1:20.43, og hetta er
nýtt føroyskt met. Sjálvt um
hann setti nýtt føroyskt met,
so rakk tíðin ikki til eitt
pláss í finaluni hesu ferð.
Løtu seinni skuldi Ragn
valdur aftur í hylin at svimja
50 m bringu svimjing, og í
innleiðandi
umfarinum
kom hann á mál við tíðini
37.62 sekund, og hetta gav
honum eitt pláss í finaluni.
Í finaluni tók Ragnvaldur
eitt heilt sekund av innleið
andi tíðini, tá hann kom á
mál við tíðini 36.61 sekund.
Hetta var eisini nýtt føroyskt
met, men allíkavæl rakk
hetta bert til eitt áttanda
pláss. Kappingin var tó
ógvuliga hørð, og munurin
upp til svimjaran á fjórða
plássi var bert eitt hálvt
sekund.
Apolonia skuldi eisini
taka lut í einari kapping
henda dagin. Hon kappaðist
í 50 m frísvimjing, og kom
hon á mál í tíðini 36.44
sekund. Hetta var ikki henn
ara besta tíð á teininum, og
tíðin rakk heldur ikki til eitt
pláss í finaluni.
Annars verður sagt úr
Belgia, at tey hava tað gott,
og seinni í dag skulu svimj
ararnir kappast í tveimum
kappingum hvør. Ragnvald
ur skal taka lut í 50 m fir
valdsvimjing og 200 m
blandað svimjing, meðan
Apolonia skal svimja 100
m frísvimjing og 200 m
bringusvimjing.
Heimsmeistarakappingin
verður líka til fríggjadagin,
og svimjararnir koma heima
til Føroya sunnudagin.
Tvey føroysk met í Gent
Apolonia Justesen, sum sæst
á myndini, og Ragnvaldur
Jensen taka í hesum døgum
lut í heimsmeistarakapping
í svimjing í belgiska býnum,
Gent
Mynd: Álvur Haraldsen
B36 vann um vikuskiftið torføra útidystin ímóti GÍ í bestu kvinnudeildini, og tí verður helst lagt
upp til dyst um meistaraheitið, tá KÍ tekur ímóti B36 tann 8. september
Mynd: Álvur Haraldsen