Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 22 fyrireiking Oddur á Lakjuni planet@sosialurin.fo Økið har Fjarðafestivalurin er, er tað sama sum í fjør, men tó eru fleiri broytingar hendar. Fleiri útbyggingar eru gjørdar á økinum, sigur Terje Vestergaard, ið er ein av fyrireikarunum. - Í fjør var fyrstu ferð vit høvdu festivalin, og vit hava lært eina rúgvu, sum vit hava tikið við, tá ið vit hava fyrireikað festivalin í ár. Tað, sum ikki riggaði so væl í fjør, hava vit broytt og betra um í ár. Niðasta hæddin er nú eisini púra liðug, og hetta gevur fleiri møguleikar og betri umstøður fyri festivalin. Talentpallur Ein hin størsta broytingin við sjálvum festivalinum, er at afturat báðum pallunum, sum eisini vóru tá, er ein pallur komin afturat. Við umbyggingini á niðastu hædd eru fleiri nýggj rúm gjørd í syðra enda av Kelduni. Í einum av hesum hølunum verður tann sonevndi Talentpallurin. Á hesum palli verða ongar konsertir ella framførslur lagdar til rættis frammanundan, men tað verður møguleiki hjá teimum, sum hava hug, at royna seg. - Um onkur festivalgestur hevur hug til at spæla ein sang ella tveir, verða ljóðføri til taks á pallinum. Talentpallurin verður opin allatíðina, men av tí at rúmið liggur beint upp at har, sum útipallurin er, fer tað neyvan at bera so væl til at hava framførslur her, meðan stóru konsertirnar ganga fyri seg uttanfyri. Tó ber tað væl til, meðan konsertir eru á pallinum inni í salinum, tí væl er isolerað, og einki hoyrist ímillum. Eisini eru steðgir ímillum konsertirnar, og tað liggur væl fyri at koma inn til Talentpallin, tí inngongd er beint við útipallin. Ein og hvør kann sleppa at royna seg, men tað er tó ein treyt, at tað skal vera kristin tónleikur. Høvuðspallarnir teir somu Báðir høvuðspallarnir riggaðu so mikið væl í fjør, at teir verða so at siga óbroyttir. Útipallurin er tann sami sum í fjør og fer aftur í ár at liggja á økinum aftanfyri húsið. Hann liggur heilt uppat húsunum. Hetta er tann sami pallurin, sum verður nýttur á Asfalt. Terje Vestergaard sigur, at tá ið tey gjørdu av at venda pallinum norðeftir í fjør, bóru tey eitt sindur av ótta fyri, hvussu ljóðið fór at ávirkast av húsavegginum á Kelduni. Hetta eydnaðist tó yvirraskandi væl. Ljóðið var frálíkt, so pallurin vendur sama veg í ár. Soleiðis órógvar tað eisini sum minst í bygdini. - Aftur í ár verður graslíki lagt á økið. Hetta er hugaligari og reinari at vera á enn á grúsi og mold, og so sleppa vit eisini undan at runa verður dragsað inn í húsið, tá fólk ferðast ímillum pallarnar. Til innipallin inni í salinum verður sama anlegg brúkt sum samkoman brúkar á vanligu møtunum. Hetta anleggið er gjørt neyvt til hendan salin, og salurin til anleggið, og tað er ivaleysa stórt til hesar konsertirnar. Tað einasta, sum kemur afturat, er eitt nýtt anlegg til ljóðið á pallinum. Pallurin Umbyggingar geva nýggjar møguleikar Keldan og økið rundanum er eitt gott stað at halda ein festival. Tað heldur Terje Vestergaard, fyrireik­ ari, sum eisini fegnast um nýggju útbyggingarnar á staðnum, ið gera umstøðurnar at halda eitt slíkt tónleikatiltak enn betur Terje Vestergaard, fyriskipari, og Tummas Jákup Høj, sum hevur ábyrgdina av tí praktiska á Fjarðafestivalinum framman fyri Kelduna