mikudagur 22. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 161 - 22. august 2007
37
Fólk til Dagtilhaldið
Søkt verður eftir fólki at skipa fyri Dagtilhaldinum
á Oyri at byrja sum skjótast.
Arbeiðstíðin er í fyrstu syftu sett til 10 tímar um
vikuna og lønt verður sambært galdandi sátt
mála.
Umsóknir skulu verða skrivstovuni í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 31. august 2007.
Nærri fæst at vita um starvið á tlf. 471022 ella
771023
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki
Starvsfólk til Dagstovnin
Mýrifípan í Trongisvági
Søkt verður eftir:
Einum pedagogi ella hjálparfólki til barna
garðsstovu fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi,
starvið er 30 tímar um vikuna og verður í tíð
arskeiðnum 9. septembur 2007 til 1. apríl 2008.
Á stovuni ganga 20 børn í aldrinum 3 til 6 ár.
Einum hjálparfólki til Útibarnagarðin 30 tím
ar um vikuna at byrja skjótast møguligt eftir 1.
septembur. Í Útibarnagarðinum ganga tey elstu
børnini 5 til 7 ár; 20 børn.
Einum pedagogi, ergoterapeuti, ella ein
við aðrari viðkomandi útbúgving til stuðulstoymið.
Starvið er 30 tímar um vikuna. Í stuðulstoyminum
starvast í løtuni ein pedagogur og ein fysio
terapeutur.
Vit vænta av tær m.a.:
• At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum og teimum vaksnu
• At tú hevur góð samstarvsevnir og kann
arbeiða sjálvstøðugt
• At tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan gerandisdag fyri børnini
• At tær dámar væl at verða úti og dugir at
læra børnini at fáa áhuga og virðing fyri
náttúruni
Til stuðulstoymið haravtrat:
• At tú dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka
barninum
• At tú ert før/ur fyri at gera menningarætlan
fyri hvørt barnið og arbeiða út frá tí
• At tú kanst samstarva við aðrar fakbólkar
• At tú dugir væl at orða teg munnliga og
skriftliga
Vit kunnu bjóða tær m.a.:
• Eitt gott arbeiðspláss í støðugari menning
• At skapa og seta tín dám á gerandisdagin
• 20 góðar starvsfelagar
• Virðing og álit
Stovnslýsing
Dagstovnurin Mýrifípan er ein dagstovnur í
Tvøroyrar Kommunu. Stovnurin er í 5 eindum, 1
vøggustova, 12 børn 03 ár, 2 barnagarðsstovur
á 20 børn 36 ár, útibarnagarður 20 børn 57 ár
og stuðulstoymið, ið arbeiðir fyri allan stovnin.
Stuðulstoymið er viðgerandi, ráðgevandi og
vegleiðandi fyri børn, starvsfólk og foreldur.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til
Guðrun Petersen, virkandi leiðara á tlf. 37 27
00.
Løn
Størvini verða lønt sambært sáttmála villum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið ella avvarðandi fakfelag.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal verða Dagstovninum Mýrifípuni,
Smærugøta 8, FO 826 Trongisvágur í hendi
innan 1. septembur.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
lýsingar
Pedagogur/hjálparfólk
til Frítíðarskúlan í Vági
Søkt verður eftir Pedagogi/hjálparfólki til frí
tíðarskúlan hjá Vágs Kommunu, at byrja 1.
oktober 2007.
Starvið umfatar:
At arbeiða 25 tímar um vikuna.
Vit ynskja, at tú dugir at skapa ein tryggan og
fjølbroyttan gerandisdag saman við børnu
num:
• Dámar væl at verða úti
• Ert kreativur
• Hevur gott foreldra og starvsfólkasamstarv
Lønarviðurskifti:
Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Føroya Pedagogfelag.
Meir fæst at vita
um starvið við at venda sær til leiðaran Sørin
Richardt tlf. 374036/229482
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir skal vera Vágs kommunu
í hendi í seinasta lagi 10. september 2007 kl.
12.00.
Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk
sett ístaðin.
Umsóknin skal sendast til:
VÁGS KOMMUNU
Vágsvegur 22
FO900 VÁGUR
Viðm. »pedagogur/hjálparfólk«
Vágs Kommuna
Til sølu
Opel Vivaro vøruvognur. Diesel
1.9, hevur oljufýring.
Koyrt 11.500 km. Árg. 2004.
Tlf. 315508 / 225673
Dekkarar
til Fiskiveiðieftirlitið
Trý størv sum fulltiknir dekkara á skipunum hjá
Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið lýst leys, at seta
sum skjótast.
Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars taka lut
øllum skipsarbeiði.
Førleikakrøv:
• Lýkur krøvini sum fulltikin dekkari sambært
kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um
sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk.
• Heilsuváttan fyri sjófólk, uttan avmarkingar og
skikkaður til kagtænastu.
• Trygdarskeið. Fyrimunur er við gildugum
trygdarskeiðsprógvi.
• Prógv, so sum brúgvavaktarhald, frc, bátaførara,
eldsløkking, fyrstuhjálp, vinnukavari og onnur ið
eru viðkomandi fyri starvið. Fyrimunur er við
gildugum prógvum.
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Og starvið
er lønt í lønarflokki 4. Setanarøkið er Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí. Tænastustaðurin er í løtuni Fiski
veiðieftirlitið.
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri før
leikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 5.
september 2007 kl. 1400.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um størvini, kunnu fáast við at
venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa
við Jóannes Heimustovu, samskipara.