Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 25 Ein av mest seldu fløgunum í Føroyum í fjør var ‘Reis teg upp’ hjá Lisu Frederiksberg, sum kom út í august mánaði. Føroysku og føroyskaðu sangirnir gingu beint inn í hjartað á føroyingum, og 2000 eintøk vórðu seld eftir stuttari tíð. Lisa var eisini á Fjarða­ festivalinum í fjør, men av sera natúrligum ávum var hon ikki eins uppsett, sum hon hevði ynskt: ­ Seinasta ár stóð eg á pallinum við stórum búki, og skuldi eiga hvørja løtu. Tað gjørdi eg so eisini fáar dagar eftir Fjarðafestivalin. Og hóast tað var fantastiskt, so setti tað eisini sín dám á framførsluna, sigur Lisa, sum gleðir seg til at traðka á pall í ár – uttan búk: ­ Sum sagt, so gjørdist eg mamma, og ein nýføðingur krevur sítt. Tíðin hevur ikki verið til tað, og ein hevur ikki havt neyðuga yvirskotið. ­ Eg havi sum so ikki havt nakra útgávukonsert, so ein kann siga, at talan verður um eina seinkaða eina, sum eg gleði meg nógv til. Við sær á pall hevur Lisa tónleikarar úr Kelduni, sum hava spælt við henni fyrr. Men sum nakað serligt fer Beddi Hansen úr Klaksvík at hjálpa til á sologittara: ­ Vit hava manglað ein sologittarist, og tí verður tað serliga stuttligt at hava Beddi við fyri fyrstu ferð. Lisa og bólkur hennara fara at framføra løg av ‘Reis teg upp’, men tað verður eisini pláss fyri øðrum: ­ Umframt at spæla okkurt av ‘Reis teg upp’, verður eisini okkurt lag hjá Gaither og okkurt hjá Amy Grant á skránni. ­ So tað verður rættiliga væl blandað. Frá stillum balladum til lætt kontry. Petur Háberg Lisa Frederiksberg Butterfly er bólkur av dansarum, ið er sprottin úr Kelduni í Skálabotni. Bólkurin, ið er myndaður av átta gentum í aldrinum átta til tólv ár framførdi eisini á Fjarðafestivalinum í fjør, og hevur ferðast til ymiskar samkomur í Føroyum. Eisini hava tær dansa til ymisk kristilig tiltøk serliga á páskum og jólum. Butterfly var stovnaður fyri tveimum árum síðan. Ein mamma at tveimum av gentum, ið eru partar av bólkinum heitti á tær kvinnurnar, ið hava staðið fyri venjingini av dansibólkinum, um at skipa fyri dansiundirhaldi í sambandi við eina jólaveitslu, og hetta riggaði so væl, at bólkurin helt fram. nud Butterfly RADIOBÚÐIN Heiðavegur 52 • FO-600 Saltangará • Tel. +298 448000 • Fax. +298 447788 • Fartl. +298 218025 & 228025 Philips Flat anlegg at hanga uppá vegg MCM 275 • Radio • Avspælir: CD/Mp3 • USB inngang • Aux inn Tilboð 1.690,- Tilboð 1.640,- Tilboð 1.790,- Tilboð 5.490,- Tilboð 2.690,- D R EY MA TI L B O Ð ! I-POD nano 4 GB Philips 26” Flat Sjónvarp GRUNDIG 32” FLAT SJÓNVARP 26PF3321 • Upploysn 1366x768 • Kontrast 1200:1 • Reaktiónstíð 8MS • Digital crystal clear 3 • Anti reflex skerm Pioneer Bilstereo DEH-P6900IB • 3D Display ”avspælir video klipp” • Ùtagangir: 2 forsterkara 1 SUB • 7 Band equleiser • iPod Ready – Set iPod’in til anleggið • Avspælir MP3 LXW 82-8600 • Upploysn 1366:768 • Kontrast 1200:1 • 176° Sýnsvinkul • VGA inn • HD-Ready Tilboð 7.490,- fyrr 8.900,- WI-FI Radio Hvat fyri tónleik dámar tær ? POP ROCK R’n’B HIP HOP COUNTRY CLASSISKT GOSPEL Set hetta radio til tann tráðleysa routarin í húsinum og fá atgongd til túsundtals útvarpsrásir kring allan heimin. Tuna inn á Virgin Radio í New York, ella kanska The Voice úr DK… ...ella kanska okkurt heilt annað! Tú finnur tað heilt sikkurt her.