Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 162 - 23. august 2007 Sjónleikur um royking 10. september fer sjónleikabólkurin Útskalda at frumframføra leikin »Mín besti vinur« fyri næmingum í Eysturskúlanum og í Nólsoyar skúla. Dagarnar aftan á fer bólkurin at spæla leikin fyri øllum 5. flokkum í landinum. Leikurin snýr seg um royking og setur fokus á ung og royk. Leikurin er sermerktur, tí áskoðararnir sjálvir spæla við og avgera partvís, hvat leikararnir spæla. Hjálmar Dam og Durita Dahl Andreassen manna Útskalda, og tað er Birita Mohr, ið leikstjórnar. Hjálmar Dam er kendur frá jólakalendaranum í SVF »Jólavitin« og hevur verið við í nógvum leikum, kabarettum og lýsingum seinastu árini. Durita Dahl Andreassen hevur fingið undirvísing á Dramaverkstaðnum og sjálv undirvíst í drama. Durita er í løtuni formaður í Ung í Máf. Umframt á Eysturskúlanum verður leikurin, sum er ein partur av átaki hjá Fyribyrgingarráðnum fyri 5. floksnæmingar, at síggja í øllum øðrum skúlum í landinum. Oljudálkingin á Havnarvág er sera umfatandi, yvir 2000 litrar eru á sjónum. Men sambært sløkkiliðnum gongur ruddingararbeiðið betur enn, tey høvdu vónað. Umhvørvi Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Oljudálkingin á Havnarvág er sera umfatandi, sambært Hans Davidi Hansen, inn­ satsleiðara fyri Tórshavnar sløkkilið, eru yvir 2000 litrar av olju farnir á sjógv. Men hann sigur, at tað gongur væl við at avmarka dálkingina, og at arbeiðið við at taka oljuna upp gong­ ur betur enn væntað. Í Vágsbotni er roykurin av olju sterkur, og nógv olja sæst á sjónum. Nakað av fugli er eisini dálka, og tá Sosialurin var á staðnum í morgun gekk ein oljudálka æða úti á skinnarasker. Hans David Hansen greiddi frá, at har var einki annað at gera, enn at kippa hana. Enn er ikki staðfest hvað­ ani oljulekin stavar. Hans David Hansen sigur, at umborð á garnaskipinum Nim, ið er á beding á Tórs­ havnar skipasmiðju, hava tey vátta, at nakað av olju er farið á sjógv, men als ikki so stór nøgd. Eisini hava folk boðað sløkki­ liðnum frá, at tey sóu olju á sjónum longu týskvøldið og hetta var, áðrenn Nim kom á beding. Kanningar gjørdar í málinum Vakthavandi á løgreglustøð­ ini í Havn sigur, at kanningar verða gjørdar í málinum, og Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið royndir av oljuni við Eystaru bryggju, í Vágs­ botni og við Skinnaraskerð fyri at sammeta hana við oljuna umborð á skipum, ið kunnu hava staðið fyri dálk­ ingini. Vakthavandi hevur ongar viðmerkingar til ákær­ urnar hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Elini Lind­ enskov, forkvinnu í Heilsu­ og umhvørvisnevndini, um at dálkingarmál ikki verða tikin í nóg stórum álvara av løgregluni. Hon vísir á, at løgreglan savnar prógv í tílíkum málum, og síðani verður málið sent til fúta­ skrivstovuna, og at tað tí er haðani, at viðmerkingar mugu koma til málið. Løgreglan ger ikki nokk at stegða olju­ dálkarum. Hetta heldur forkvinnan í Heilsu­ og um­ hvørvisnevndini hjá Tórshavnar komm­ unu, Elin Lindenskov, sum eftirlýsir betri heimildum at stegða dálkingini Umhvørvi Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Elin Lindenskov, formaður í Heilsu­ og umhvørvis­ nevndini hjá Tórshavnar kommunu, er púra samd við Heðin Mortensen, sum í Sosialinum í gjár segði, at løgreglan ikki fylgir málum um oljudálk­ ing nóg væl upp. ­ Tað verður altíð tosað um menniskjaligt óhapp. Men tá hesar dálkingar næstan eru dagligur kost­ ur, so er talan meira um ábyrgdarleyst sløsarí enn um óhapp, staðfestir Elin Lindenskov. Sambært formanninum í Tórshavnar umhvørvis­ nevnd eru bøturnar so lát­ urliga lágar, at skip ikki taka dálkingarvandan í álv­ ara. Hóast havumhvørvið nú er føroyskt málsøki, og kommunan hevur ábyrgd fyri lokala havumhvørvi­ num, so er møguleikin hjá kommununi at steðga oljudálkarum ikki nóg góður, heldur Elin Linden­ skov. ­ Eg kundi hugsa mær, at kommunan fekk møgu­ leika at forða skipum, sum høvdu dálka, at koma inn aftur í Havnina. Sum nú er kunnu vit bara melda lóg­ arbrótarnir, og so hendir onki. Skal hetta veruliga steðgast má lógarbroyting til, heldur Elin Lindenskov. Landspolitikarnir hava ábyrgd fyri hesum, men higartil hevur politiski vilj­ in at verja umhvørvi ikki verið stórur, heldur hon. Oljulekar í Havn koma ofta fyri í samband við bunkring. Elin Lindenskov sigur, at hon kundi hugsa sær at oljutangarnir vórðu fluttir úr havnaøkinum, men hesum væntar hon ikki, at meiriluti er fyri í býráðnum. Umfatandi dálking Oljudálkingin í Havn er um alla Vestaru vág innan fyri Tinganes, verður sagt av Sløkkiliðsstøðini. Teir hava lagt byrgingar út fyri at forða fyri, at dálkingin versnar. Tikið verður so upp, tá tað er gjørt. Nakað av olju er tikin upp niðan fyri skipasmiðju­ bygningin við Vestaru bryggju, men nógv er eftir frá Tinganesi inn í Vágs­ botn og út móti Skálatrøð. Sagt verður av Sløkki­ liðsstøðini, at líkt er til at mongdin ikki veksur. Á Sløkkiliðsstøðini siga teir, at teir meta, at einir 1.000 – 2000 litrar av olju eru liknir út á vágna. Men enn er ikki endaliga stað­ fest, hvaðani oljan er kom­ in. Onkur fuglur er komin illa fyri av dálkingini. Í morgun var onkur rættiliga dálkað æða at síggja Úti í Bakka. Ábyrgdarleyst sløsarí Henda æðan var illa fyri av oljudálkingini. Sambært innsatsleiðaranum var best at kippa hana Mynd: nud Umhvørvi Karen Marie Olesen fúti avvísur fyri Sosialinum, at dálkingarmál ikki verða tikin í álvara av teimum Fútin sigur, at eisini hetta málið verður tikið í álvara. Hon vísir á, at vanliga verð­ ur bót givin, umframt rokn­ ing fyri rudding. Hon sigur annars, at hon ikki ætlar sær at kjakast um hetta mál í fjølmiðlunum. ­ Vit hava góðan dialog um dálkingarmál við avvarð­ andi myndugleikar, so sum sløkkiliðið, kommununa og Heilsufrøðiligu starvsstov­ una, og eg vil heldur tosa við kommununa um hvussu tey meta at dálkingarmál skulu loysast á fundi við tey, sigur hon. Fútin vísir á, at í einstøk­ um førum kann vera neyð­ ugt við sektaruppskotið, tí talan er um útlendsk reiðarí. Men í hesum konkreta dømi­ num er talan um føroyskt reiðarí, so tí kemur hetta ikki upp á tal, vísir hon á. nud Taka dálking í álvara 2000 litrar av olju á Havnarvág