hósdagur 23. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 162 - 23. august 2007
Eik fyllir 175 ár
Í morgin fríggjadagin fyllir elsti peningastovnur í land
inum við nýggjasta navninum 175 ár. Talan er um Eik
Banka, sum til desember í fjør kallaðist Føroya Spari
kassi. Í sambandi við stóra føðingardagin bjóðar Eik
til almenna móttøku frá kl. 14 til 16 á deildum bank
ans har viðskiftafólk, samstarvsfelagar, kappingarneyt
ar og almenningurin annars eru hjartaliga vælkomin,
skrivar Eik í tíðindaskrivi. Eisini í høvuðssætinum
Yviri við Strond verður bjóðað til móttøku, har Marn
er Jacobsen, forstjóri, og Frithleif Olsen, nevndar
formaður, fara at halda røðu.
Óbroytt halgidagslóg
Tá Løgtingið samtykti at yvirtaka Fólkakirkjuna, mælti
umsitinginum politikarunum til at orða eina føroyska
halgidagslóg samstundis, so vit kundu fáa eina føroyska
ístaðin fyri ta donsku. Men halgidagslógin kom kortini
ikki. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur við Útvarpið, at
hvørki hann ella landsstýrismaðurin í mentamálum høvdu
nakað ímóti at yvirtaka halgidagslógina, men at teir kortini
samdust um at halda hana uttan fyri kirkjuyvirtøkuna.
Nú er vandi fyri upp
reistri í samgonguni
og at Fólkaflokkurin
fer at kasta saman
við andstøðuni fyri
at yvirtaka fleiri
málsøki, hóast
hinir flokkarnir í
samgonguni eru
ímóti tí
SamgonguStev
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sleppur Edmund Joensen
at gjøgnumføra ætlanina um
at gera Føroyar til eitt val
dømi, hevur hann brotið eina
óskrivaða lóg í politikki.
Men so er eisini vandi fyri, at
aðrir tinglimir í samgonguni
fara at gera uppreistur.
Jørgen Niclasen, nýggjur
formaður í Fólkaflokkinum
sigur, at tað verður byrjanin
til endan hjá hesi samgong
uni, at Edmundi Joensen
fer í sjálvdrátt í spurningi
num um at gera Føroyar til
eitt valdømi.
Við hesum hevur hann
brotið eina óskrivaða lóg,
sum sigur, at samgongan
skal vera samd um tey mál,
sum verða løgd fram og at
tinglimir
í
samgonguni
arbeiða ikki í sjálvdrátti,
sigur Jørgen Niclasen.
Tí er tað óloyalt ímóti
samgonguni, at Edmund
Joensen nú fer í sjálvdrátt.
Hann leggur afturat, at
sleppur Edmund Joensen
væl frá hesum, er lítil ivi
um, at eisini aðrir tinglimir
í samgonguni fara í sjálv
drátt og fara at leggja upp
skot fyri Løgtingið, hóast
samgongan ikki er samd
um tað.
Fyri at nevna eitt dømi,
kundu vit í Fólkaflokkinum
væl hugsað sær at fleiri mál
vórðu yvirtikin, men semja
er ikki um tað í samgonguni
og tí hava vit bundið frið,
sigur Jørgen Niclasen.
Men sleppur Edmund
Joensen í sjálvdrátt er lagt
upp til politiskt lógloysi í
samgonguni og so fara eis
ini aðrir tinglimir at leggja
uppskot fram í sjálvdrátti,
antin tað so hóvar samgong
uni ella ikki.
Fleiri yvirtøkur
Útlit eru fyri, at Fólkaflokk
urin fer at leggja uppskot
fyri Løgtingið um at fremja
fleiri yvirtøkur.
Jørgen Niclasen sigur, at
skuldi tað verið, ivast hann
ikki í, at bæði Tjóðveldis
flokkurin, Miðflokkurin og
kanska Sjálvstýrisflokkurin
við, høvdu atkvøtt fyri fleiri
yvirtøkum og tí kundi
Fólkaflokkurin fingið fleiri
mál ígjøgnum við hjálp frá
andstøðuni, men uttanum
restina av samgonguni.
Tað er púra vist, at skul
di tað verið, hevði undirtøka
verið fyri fleiri yvirtøkum,
uttanum samgonguna og
tað kann verða avleiðingin,
sleppur Edmund Joensen
framhaldandi at virka í
sjálvdrátti.
Men skal hetta vera lagi,
at samgongutinglimir fara í
sjálvdrátt, verður heldur
ongin møguleiki at gera
eina fíggjarlóg.
Verður uppskotið hjá
Edmundi Joensen gjøgnum
ført, stúri eg sostatt fyri, at
tað verður byrjanin til end
an hjá samgonguni og so
vænti eg ikki, at vit sleppa
at halda jól í hesi samgong
uni, sigur formaður Fólka
floksins.
Samstundis kann tað gera
tað munandi torførari at ski
pa samgongu eftir eitt val,
hóast tað verður ein nýggj
byrjan.
Hinvegin sigur Jørgen
Niclasen, at tað liggur ikki
til hansara, at slíta eina sam
gongu og tað ætlar hann
heldur ikki at gera í hesum
føri. Hann vónar nevniliga
framvegis, at tað eydnast
samgonguni at tosa seg til
eina semju í hesum máli,
sum hon hevur gjørt í so
nógvum
øðrum
málum
frammanundan hesum.
Men hann skilir væl ting
limir, sum eru sinnaðir at
slíta samgonguna upp á
hetta málið, tí tað, sum er
farið fram, er uttanfyri alt
sømuligt mark.
Og skuldi tað hent seg, at
uppskotið um eitt valdømi
kemur til atkvøðugreiðslu,
ivast formaður Fólkafloks
ins ikki í, at tinglimir í stór
an mun fara at atkvøða so
leiðis at teir hava frægast
møguleikar at verða aftur
valdir og ikki, eftir hvat teir
halda tænir samfelagnum
best.
Tá ið hesar reglur vórðu
skrivaðar, var samgongu
fundur framvegis í Tinga
nesi um ætlanina at gera
Føroyar til eitt valdømi.
Greinarnar á hesum síðu
num eru tí útfrá teirri fort
reyt, at sam gongufundurin
í dag endar úrslitaleysur.
Fólkaflokkurin í part við andstøðuna
um yvirtøkur
- Vandi er fyri, at vit sleppa ikki at halda jól í hesi samgonguni, sigur Jørgen Niclasen, formaður
Fólkafloksins. Her situr hann í miðjuni, saman við øðrum fólkafloksmonnum á lagnu-
samgongufundi í morgun
Fer Edmund Joensen
í sjálvdrátt, fara fleiri
tinglimir í samgonguni
at krevja sama rætt
og tá er vandi fyri, at
samgongan skrædnar,
heldur Jógvan við
Keldu
SamgonguStev
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Edmund Joensen verur ikki
einasti tingmaður í sam
gonguni, sum sleppur at
taka sær rætt til at leggja
uppskot fyri Løgtingið í
sjálvdrátti.
Tað staðfestir samgongu
felagi hansara, Jóvan við
Keldu.
Hann sigur hóast hann
ikki er sinnaður at slíta eina
samgongu upp á eitt mál,
sum hetta, sigur hann, at
hetta kann saktans verða
endin á samstarvinum ímill
um
Fólkaflokkin,
Sam
bandsflokkin og Javnaðar
flokkin.
Eg vænti ikki, at sam
gongan slitnar akkurát upp
á hetta málið, men hetta
málið kann gera samstarvið
so óliviligt, at hon slitkar
kortini um eina tíð.
Fólkaflokstingmaðurin
úr Klaksvík heldur ikki, at
tað hevði hent nakra aðra
staðni, at ein einstakur sam
gongutinglimur hevði lagt
eitt uppskot fram í sjálv
drátti, uttan vælsignilsi frá
samgonguni.
Ein samgonga er ein
avtala, sum einstakir ting
limir kunnu skúgva til viks,
tá ið tað passar teimum.
Sostatt er løgtingsfor
maðurin í hesum føri farin
út um alt mark, leggur
Jógvan við Keldu afturat.
Og fara aðrir tinglimir at
gera honum eftir, er ikki til
at siga, hvat endin verður.
Eitt nú sær hann fyri sær,
at tað hendir, at partar av
samgonguni og andstøða
finna saman um at sam
tykkja nakrar yvirtøkur,
sum undirtøka annars ikki
er fyri í samgonguni, heldur
Jógvan við Keldu.
Nú er tann ventilurin
skrúvaður frá, leggur hann
afturat.
-Ventilurin í samgonguni er skrúvaður frá og tað kann fáa samgonguna at søkka, heldur Jógvan
við Keldu. Her sita samgonulimir á avgerðandi samgongufundi í morgun
Fleiri fara at krevja sama rætt sum Edmund Joensen