Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 162 - 23. august 2007 tíðindi Eitt valdømi: Minni undirtøka í lágstættarbólkum Valdømi Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Sosial viðurskifti ávirka hugburðin til eitt valdømi. Fólk við styttri útbúgving og lægri løn eru minni eldhugað fyri einum valdømi, enn tey við langari útbúgving og hægri løn Undirtøkan fyri einum val­ dømi er minni millum fólk við stuttari útbúgving og lítlari løn. Harumframt eru fólk í framleiðsluvinnuni eisini meira neilig í mun til eitt valdømi enn fólk innan tænastu, undirvísing og handil. Hetta vísir kann­ ingin, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialurin, har fólk vórðu spurd um tey eru fyri ella ímóti einum valdømi. Útbúgving ávirkar 73 prosent av teimum, sum hava langa útbúgving (4­5 ár eftir miðnám) seg vera fyri, og 100 prosent av teim­ um við enn longri útbúgv­ ing eru fyri. Bert í bólkinum við grundskúla er undir­ tøkan niðanfyri 50 prosent, nevniliga 41 prosent, með­ an 30 prosent eru ímóti. Men í hesum bólki eru eisini flest sum siga seg ivast í spurninginum, nevni­ liga heili 30 prosent. Munur á vinnugreinum Hóast meirilutin eisini er fyri millum fólk í fram­ leiðsluvinnuni, so er undir­ tøkan minni í hesum vinnu­ bólkum. Kanningin vísir eisini, at mótstøðan er størst millum tey vinnuligt óvirknu. Her eigur fyrivarni at verða tikið fyri, at tey vinnuligt óvirknu fevna um bólk­ arnar arbeiðsleys, heima­ gangandi, lesandi, lærling­ ar og pensionistar. Sum kunnugt er arbeiðsloysið í landinum metlágt í løtuni, umframt at talið av lesandi í Føroyum eisini er sera lágt, í mun til fólkatalið. Sostatt er sannlíkt, at bólk­ urin av vinnuliga óvirknum er somikið lítil, at hann ikki kann metast at vera umboðandi, tíansheldur álítandi í einari slíkari kanning. Polarisering Ein sannroynd er tað, at fólk í miðstaðarøkinum eisini eru tey við hægri út­ búgvingum og lønum, og at tey í størri mun starvast innan tænastu og handil av ymsum slag. Hetta sam­ svarar væl við, at tess nærri fólk eru at miðstaðar­ økinum, tess størri er undir­ tøkan, sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár. So pol­ ariseringin í fólkinum fevnir ikki einans um landafrøðilig atlit, men eisini um sosial atlit. Skulu Føroyar vera eitt valdømi? Bruttu ársinntøka fyri alt húskið. Undir 250.000 251.000 - 600.000 Yvir 601.000 Ja 45% 61% 61% Nei 28% 24% 32% Veit ikki 27% 15% 7% Samlað 100% 100% 100% Skulu Føroyar vera eitt valdømi? Starv Fiskiskapur, Alivinnu, Kryvjivirki, Ráevnisvinna Fiskavøruídnaður, Framleiðsla annars, byggivirksemi Handil og tænastur Almannaverkið, heilsuverk Undirvísing- Felagsskapir- Mentan. Arbeiðsleys/ur Heimagangandi Lesandi-lærlingur vm. (øll í útbúgving) Ja 57% 60% 63% 61% 72% 0% 40% 39% Nei 30% 26% 24% 22% 20% 48% 31% 44% Veit ikki 13% 14% 14% 17% 8% 52% 29% 17% Samlað 100% 100% 100% 100% 100% 100% 100% 100% Aðrar niðurstøður av kanningin, sum Gallup gjørdi fyri Sosialin • 56 prosent av føroyingum siga ja til eitt valdømi • Mótstøðan er størst í Suðuroy og Sandoy • Tess nærri tilknýti til miðstaðarøkið, tess størri undirtøka • Størst undirtøka er millum veljarar Tjóðveldisfloksins • Minst undirtøka er millum veljarar Miðfloksins • Undirtøkan er minst millum tey 18-24 ára gomlu • Undirtøkan er størst millum tey 40–47 ára gomlu. • Undirtøkan er eitt vet størri millum menn enn kvinnur • Fleiri kvinnur enn menn hava ikki tikið støðu enn • Láglønarbólkar eru mest ímóti enn hægri lønarbólkar • Hægri útbúgving fólk hava, størri er undirtøkan • Fólk í traditionellum stórbýarvinnum eru jaligari • Fólk í traditionellum útjaðarastørvum eru neiligari • Undirtøkan er minni millum óvirkin í vinnuni Tvey ár við hundaeigarafelag Hundaeigarafelag Føroya, HUFF, hevur skótt tvey ár á baki. Síðani stovnanina hevur felagið arbeitt fyri at bøta um umstøðurnar hjá hundum og eigarum teirra í Føroyum við at skipa fyri skeiðum, kappingum og framsýning, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Felagið skrivar víðari, at hvønn dag stinga støður seg upp, har felagið má traðka til og minna á hundalógina, og at tað ikki er bara at fáa sær hund. Komandi hundaeigarar venda sær oftari til HUFF til tess at finna sær rætta hundin, ið hóskar til familjuna. Felagið bjóðar til aðalfund í felagshølinum hjá Føroya Ríðingafelag í Havnardali komandi týskvøld klokkan 19.00, har øll eru vælkomin. g Skulu Føroyar vera eitt valdømi? Útbúgvin Grundskúla - 7. Fl. 10. Fl, Real, FHS Miðnámsútbúgving - H.F. Student. H.H Handverkaraútbúgving Millumlanga útbúgving (1-3 ár aftana t.d. student) Langa útbúgving (4-5 ár eftir t.d. student) Enn longur útbúgving (Meira enn 6 ár aftaná td., student) Samlað Ja 41% 52% 67% 63% 73% 100% 56% Nei 30% 33% 27% 24% 15% 0% 26% Veit ikki 30% 15% 7% 13% 12% 0% 18% Samlað 100% 100% 100% 100% 100% 100% 100%