hósdagur 23. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 162 - 23. august 2007
Lærarar rýma
Tað gongst illa hjá skúlamyndugleikunum í
Reykjavík at fáa nóg mikið av lærarum til
fólkaskúlarnar í býnum. Í summar hevur
kommunan sett fleiri lærarar í starv, men kortini
høvdu umleið 20 skúlar ov fáar lærarar, nú
skúlarnir byrjaðu aftur fyrr í vikuni.
Trupulleikin er sambært Morgunblaðnum, at
nógvir íslendskir lærarar velja sær annað starv
enn lærarastarvið, og høvuðsorsøkin tykist vera,
at læraralønin er minni enn tað, sum kann fáasst
aðrastaðni.
Føroyski upplivingar
búskapurin skal
ikki bara byggjast
á fiskitúrar, fugla
veiðu, seglskip og
onnur spennandi
mannfólkaáhugamál,
men eisini ull,
tógv og føroyska
kvinnumentan.
Hetta heldur Maik
en Steinberg, sum
varð sett sum
leiðari á Norðoya
Kunningarstovu fyrr
í vár
Ferðavinna
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Leiðarin á Norðoya Kunn
ingarstovu, Maiken Stein
berg, ætlar sær at branda
Klaksvík sum meira enn
ein sjóvinnubý. Kvinnur og
kvinnuáhugamál eru alt ov
lítið sjónlig í føroysku ferða
vinnuni eins og í føroyska
samfelagnum sum heild,
heldur hon.
– Føroyska ferðavinnan
osar av testesteron. Flestu
ferðaleiðarar
eru
menn,
ferðafaldarar eru skrivaðir
av monnum, og fyrireikarnir
av stevnum, festivalum og
øðrum tiltøkum eru menn.
Hetta ávirkar sjálvandi til
boðini,
heldur
Maiken
Steinberg.
Í snotiligu hølunum hjá
Norðoya
Kunningarstovu
liggja alskyns faldarar og
lýsingar. Her verður lýst
við seglskipatúrum, kaving
og fjallatúrum, men nýggir
faldarar um spinnarí og
bindiskeið eru eisini at
finna.
Tá menninir handan Sjó
mannadagin fyrr í summar
innkallaðu til hugskotsfund,
fór Maiken Steinberg við
og spurdi, um tað ikki kundi
vera onkur kapping við
tógvi ella binding, tí Sjó
mannadagurin var alt ov
mannfólkafikseraður.
– Tá eg segði hetta, hugdu
teir
bara
undrandi
og
spurdu, hvat binding hevði
við sjóvinnu at gera, sigur
Maiken Steinberg flennandi
og heldur fyri, at tað munnu
vera fáir føroyingar, sum
eru farnir til skips uttan at
hava okkurt bundið plagg
við.
Í ár var so bæði hespu
vinding og og mótasýning
við skipstroyggjum, har
gentur, sum høvdu verið
við Næraberg gingu model.
– Tey bæði fyrstu árini
var boyuhopping einasta
kapping fyri kvinnur. Hetta
helt eg vera pínliga langt
úti. Helvtin av manningini í
Næraberg vóru kvinnur og
nógvir góðir egnarar eru
kvinnur, sigur Maiken Stein
berg.
– Vit kunnu eisini hyggja
eftir
standmyndunum
í
Klaksvík og aðrastaðni.
Seinasta Sjómannadag var
ein standmynd av tveimum
monnum reist á gamla
fiskastykkinum hjá Kjølbro.
Men hvat gera tveir menn
har, tað vóru jú mest kvinn
ur, sum gjørdu hetta arbeiði,
sigur
Maiken
Steinberg
avgjørd.
Í Klaksvík er hondarbeiðs
skúli, vevskúli, spinnarí,
fleiri bindibúðir, seymibúð
ir og heimavirkir. Men hes
in veruleiki sást ikki aftur í
faldarum og lýsingum um
Klaksvík, heldur leiðarin á
Norðoya Kunningarstovu.
– Eg veit ikki, hvør or
søkin er. Kanska duga
kvinnur ikki nóg væl at mar
kera seg og halda seg fram
at. Í Klaksvík hava vit
Summarfestival, Sjóvinnu
dag,
Norðoyastevnu
og
Torradagar,
men
ongar
kvinnur eru millum fyrireik
arnar av nøkrum av hesum
tiltøkum. Menn halda, at alt
ber til og stúra ikki so nógv
sum vit, sigur Maikens
Steinberg flennandi.
Ferðandi til
hondarbeiði
Í summar skipaði Norðoya
Kunningarstova á fyrsta
sinnið fyri enum upplivingar
pakka, sum var bygdur á
hondarbeiði.
– Ein ferðastova spurdi,
um vit kundu skipað fyri
einum túri fyri eitt ameri
kanskt ferðalið, sum hevði
serligan áhuga í føroyskum
hondarbeiði, serliga bind
ing, og bóndahaldi. Eg helt
hetta vera eitt óført hugskot
fyri norðoyggjar, tí her er
so nógv handaligt.
Leiðarin á Kunningarstov
uni setti seg saman við
umboð fyri Vevskúla, Hond
arbeiðsskúla og Spinnarí,
og tær seymaðu so ein
pakka saman, har ameri
kansku gestirnir vitjaðu
kreativu skúlarnir, spinna
ríið og heimavirkið í Klaks
vík og síðani vitjaðu í Syðra
dali hjá Poulinu Joensen,
sum bæði er bóndakona og
hondarbeiðslærari.
– Hetta riggaði ótrúliga
væl, og ferðafólkini vildu
næstan ikki av stað aftur,
greiðir Maiken Steinberg
frá, og ætlanin er at mennað
hetta tilboðið víðari til
næsta summar.
Workshop í hondbinding
Føroya Hondarbeiðsskúli skipar hetta vikuskifti fyri tveimum
skeiðum í Klaksvík um hondbinding. Undirvísarin verður
Christel Sayforth úr Fanø, sum arbeiðir sum bindidesignari. Á
workshoppunum verða fyrilestar við myndum umframt
undirvísing í hondbinding. Hetta er fyrstu ferð, at Christel
Sayforth, sum er serliga kend fyri sína litviðgerð, er í Føroyum.
Skeiðluttararnir koma úr øllum Føroyum.
Ferðavinna bert fyri menn
Klaksvík er annað enn fiskur, sigur Maiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningarstovu. Hon heldur at kreativa kvinnumentanin ikki dugir nóg væl at føra seg
fram