hósdagur 23. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 162 - 23. august 2007
Fiskiveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kjartan Hoydal var fyrstur
á pallin á fiskivinnuráð
stevnuni, sum varð hildin í
Klaksvík á Føroya Sjó
mannadegi. Teir, ið stóðu
aftanfyri hesa ráðstevnu – í
ár eins og í fjør – eru
Auðunn Konráðsson, Jákup
Sólstein og Óli M. Lassen.
Kjartan er kendur innan
føroyska fiskivinnuumsit
ing gjøgnum fleiri ár og á
millumtjóða
stigi
sum
skrivstovustjóri í NEAFC,
sum er fiskiveiðifelagsskap
urin í landnyrðingspartin
um av Atlantshavinum.
Røttu karmarnir
Evnið, sum eg havi fingið
at tosa um, er fiskivinnu
politikkur og fiskidagaskip
anin, men eg eri ikki politik
ari, segði hann skemtandi,
áðrenn hann rættiliga legði
fyri.
Í síni framløgu vísti
Kjartan fyrst á tey krøv,
sum eru til ein fiskivinnu
politikk.
Vit hava fingið hetta
havøki at røkja, sum er
rímiliga stórt í mun til
okkara fólkatal. Tað er ikki
líkamikið,
hvussu
hetta
verður umsitið. Úti í heimi
er eisini stórur áhugi fyri,
hvussu tilfeingið í havinum
verður umsitið. Eisini um
hvørvisfelagsskapir fylgja
við, hvussu vit umsita okk
ara tilfeingi. Í hesum ein
skiljingartíðum
verður
nógv latið upp til marknaðin
at avgera, og onkur meinar,
at politisk stýring er av tí
ónda. Men vit mugu hava
onkrar karmar um veiðina.
Hava vit ikki røttu karmarn
ar við hóskandi tali av skip
um og soleiðis eisini hósk
andi veiðitrýsti, fer alt út av
lagi.
Hann segði, at tað fer
altíð at verða orðaskifti um
umsitingina av fiskiríki
døminum og vísti á, at nógv
orðaskifti eisini hevur verið
um gjald fyri at sleppa at
veiða av tilfeinginum í hav
inum.
Orð, sum vistskipanar
tilgongd, burðardyggleiki,
fyrivarnisreglur og annað,
seta krøv til myndugleik
arnar. Trýstið kemur eisini
frá umhvørvisfelagsskapum
og teimum, sum keypa
føroyskar fiskavørur, eisini
í smásølu, segði Kjartan.
Lýkur øll krøv
Hann reisti eisini spurn
ingin, hvat tað er, sum vit
vilja, tá vit vilja stýra fiski
skapinum.
Jú, vit vilja helst fáa
vinning av at veiða, vilja
gjalda øllum eina rímiliga
løn, eins og vinnan skal
geva eitt íkast til samfelagið.
Fiskivinnan er ein kapa
sitetsskapari, sum eisini
kann verða við til at fjøltátta
vinnulívið í samfelagnum
annars.
Hann segði, at tá ið reglur
verða settar fyri fiskiskapi,
er týdningarmikið, at vinn
an og onnur áhuga taka
undir við teimum.
Flestu lond áseta mest
loyvdu veiði og fiska eftir
eini kvotuskipan. Vit hava
valt eina aðra skipan við
fiskidøgum og stongdum
leiðum. Í prinsippinum er
eingin munur. Báðar skipan
inar kunnu virka líka væl.
Tað er veiðitrýstið, sum
verður umsett til vekt í
tonsum.
Kjartan
segði,
at
í
prinsippinum skulu vit bara
broyta fiskidagarnar, um
veiðievnini hjá flotanum
broytast. Skal skipanin still
ast millum ymisku fiska
sløgini, brúka vit stongdar
leiðir.
Mín fatan er, at føroyska
skipanin lýkur øll krøv, sum
sett verða til eina slíka
fiskiveiðiskipan. Eg veit
ikki um nakað annað land,
har undirtøkan í vinnuni
fyri galdandi skipan er so
stór sum í Føroyum. Nýtslu
rætturin skuldi eisini tryggj
að okkum, at vinnan verður
rikin undir ábyrgd, legði
hann aftrat.
Óvissa í ráðgeving
Kjartan Hoydal segði seg
vera av teirri áskoðan, at
ráðgevingin til myndugleik
arnar ikki fylgir andanum í
okkara fiskiveiðiskipan –
og ráðgevingin er eftir hans
ara tykki ikki nóg neyv.
Avleiðingin av hesum er
tær broytingar, sum politiskt
eru gjørdar í fiskidaga
skipanini, eitt nú við hesi
ráðgeving fyri eyga. Onkrar
broytingar eru skilagóðar,
aðrar ikki.
Ein broyting, sum Kjart
ani ikki dámar, er, at loyvi
hevur verið givið til at
leggja veiðiloyvir saman
tvørtur um skipabólkar.
Hetta hevur verið við til
at avlagað skipanina, heldur
hann.
Hann sigur, at sjálvandi
noyðist umsitingin at fylgja
við, um veiðitrýstið broytist
frá tí upprunaliga, tá skip
verða skift út.
Føroyska fiskidagaskipanin:
Besta skipan av sínu
- Tað er ikki rætt, at ov nógvir dagar vóru inni í fiskidagaskipanini í byrjanini. Broyta vit
skipanina ov nógv frá tí upprunaliga, verður neyðugt at stilla alla skipanina av nýggjum, heldur
Kjartan Hoydal
Mynd: Vilmund Jacobsen
Gomul skipsvrak leka olju
Tað hevur vakt ans í Svøríki, at gomul skipsvrak frá krígstíðini
nú eru byrjað at leka olju út í Skagerak. Nógv vrak liggja við
havsins botn frá krígstíðini, og eisini í Noregi eru tey farin at
hugsa um, hvat kann fara at spyrjast burtur úr hesum. Í Noregi
hugsa tey ikki minst um skipið »Skytten«, sum sakk út fyri
Lysekil í 1943. Í løtuni lekur olja úr skipinum, sum liggur á 74
metra dýpi. Fakfólk siga, at tað fer at kosta millum 10 og 100
miljónir norskar krónur at tryggja vrakið. Bæði í Svøríki og
Noregi stúra tey fyri, at fleiri skipsvrak fara at leka. Síðan 1914
eru tilsamans 263 skip yvir 100 BRT sokkin í Skagerak.
(-vilmund)
Keypa ikki úr Eystursjónum
Eitt stórt fiskavirki í Bretlandi hevur nú gjørt av, at felagið ikki
longur vil keypa tosk, sum er veiddur í Eystursjónum. Bretska
felagið keypir tilsamans 17.000 tons av toski um árið til
fiskafingrar, og hetta er ein fjórðingur av øllum toskinum, sum
veiddur verður í Eystursjónum. Í norska fiskivinnublaðnum
Fiskaren stendur einki um, hví avgerðin um ikki at keypa tosk
úr Eystursjónum er tikin.
(-vilmund)
- Í prinsippinum skulu vit bara broyta fiskidagarnar, um veiðievnini
hjá flotanum broytast. Føroyska skipanin lýkur øll krøv, sum sett
verða til eina fiskiveiðiskipan. Eg veit ikki um nakað annað land,
har undirtøkan í vinnuni fyri eini fiskiveiðiskipan er so stór sum
í Føroyum. Nýtslurætturin skuldi eisini givið teimum, sum virka í
vinnuni, eina ábyrgd, sigur Kjartan Hoydal