hósdagur 23. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 23. august 2007
11
tíðindi
- Er talan um partrolarar,
má hyggjast eftir, hvussu
nógvan fisk nýggja parið
drepur í mun til tað gamla,
segði Kjartan.
Ein »grundlóg«
Lógin um vinnuligan fiski-
skap er eitt slag av »grund-
lóg« fyri fiskiveiðini undir
Føroyum, og hendan lógin
stendur aftanfyri eina skip-
an, ið eigur at verða burðar-
dygg, bæði lívfrøðiliga og
búskaparliga.
- Tey lond, sum hava kvot-
ur, noyðast javnan at stilla
hesar, og hetta kann skapa
ótrúligar trupulleikar. Okk-
ara fiskidagaskipan er hin-
vegin rættiliga konservativ,
men broyta vit skipanina ov
nógv frá tí upprunaliga,
verður neyðugt at stilla
hana alla av nýggjum.
Kjartan segði, at ein
kvotuskipan riggar væl í
»reinari« veiði, sum eitt nú
eftir pelagiskum fiskasløg-
um, men í einum blandings
fiskiskapi,
sum
okkara
botnfiskaveiða er, er okkara
skipan
við
fiskidøgum,
stongdum leiðum og krøv-
um um meskavíddir ógvu-
liga effektiv, sum hann tók
til.
Í framløguni endurtók
hann, at lívfrøðiliga ráðgev-
ing ikki er nóg góð.
- Tað er trupult at brúka
árligar stovnsmetingar fyri
at meta um, hvussu nógv
vit kunnu veiða. Gamla
skipanin hjá ICEC at meta
um hvønn stovnin sær við
yngulkanningum og yvir-
litstrolingum er ikki nóg
góð, tí tað liggja so nógvar
óvissur í hesum yvir eitt ár.
Slíkar metingar siga meira
um søguna, tá ið tíðin
gongur.
Hóskandi dagatal
Kjartan vísti á, at Fiski-
rannsóknarstovan er gingin
burtur frá at brúka veiði-
dagbøkur, men byggir sínar
metingar meira og meira á
yvirlitstrolingar, sum hann
metir eru ógvuliga sving-
andi og óvissar.
- Eg havi funnist at hesum
mátanum at ráðgeva, tí eg
haldi, at stovnurin í alt ov
lítlan
mun
greiðir
frá
teimum óvissum, sum eru
við hesum metingum. Tú
fært eitt tal, men fært einki
at vita um tær óvissur, sum
eru. Eg haldi ikki, at slíkt
kann brúkast til at stilla
veiðitrýstið í eini fiski-
dagaskipan eftir – her og
nú.
Hann segði, at tá ið ferð
eftir ferð hevur verið róð
uppundir, at ov nógvir dagar
vóru inni í fiskidagaskipan-
ini í byrjanini, er hetta ein
pástandur, sum ikki er
rættur.
- Hetta eigur at manast í
jørðina, legði hann aftrat.
Mótstøðuførur toskur
Í framløguni nam Kjartan
við toskaveiðina undir Før-
oyum gjøgnum eina heila
øld og segði, at veiðan hev-
ur verið skiftandi, stundum
góð og stundum minni
góð.
- Men tað hevur altíð víst
seg, at toskastovnurin kom
fyri seg aftur – eisini eftir
kreppuárini fyrst í nítiárun-
um.
Hann vísti á, at nú
regluligar gróðurkanningar
verða gjørdar, og hesar
seinnu árini hava víst, at
gróðurin er undir miðal,
hevur eisini verið væntandi,
at toskastovnurin fór at
minka.
Alt bendir á, at lítil toskur
er til í løtuni, men Kjartan
helt ikki, at veiðitrýstið er
høvuðsorsøkin
til
hetta.
Heldur er tað gróðurin, sum
hevur verið lakur.
- Eg haldi, at toskurin
undir Føroyum er ógvuliga
mótstøðuførur móti fiski-
skapi. Hetta sóu vit eisini í
sínari tíð, tá bretar royndu í
klettin.
Ongar veruligar kanning-
ar eru gjørdar av, hvussu
samlaðu veiðievnini hjá
okkara fiskiflota broytast.
- Ein minni kanning er
gjørd, men hendan einsa-
møll er alt ov veikt grund-
arlag til at gera sær eina
heildarmeting av støðuni.
Vantandi gransking
Kjartan vísti á, at gransking
vantar av at kalla øllum
tólum í fiskidagaskipanini.
- Skal fiskidagaskipanin
framhaldandi verða ábyrgd-
arfull – eisini mótvegis
umheiminum - mugu vit
vita, hvat ávirkar veiðievn-
ini, og hvussu hesi broyt-
ast.
Sum heild helt hann, at
okkara fiskidagaskipan er
ógvuliga skilagóð og leggur
á ongan hátt upp til, at skip
og bátar veiða »svartan«
fisk.
- Eg haldi, at fiskidaga-
skipanin stendur sterk í
altjóða høpi. Er skipanin
rætt stillað og undir røttum
eftirliti, eru fiskidagar helst
besta skipanin av sínum
slagi í øllum heiminum,
segði Kjartan Hoydal á
fiskivinnuráðstevnuni
í
Klaksvík.
m slag í heiminum
- Skal fiskidagaskipanin
framhaldandi verða
ábyrgdarfull – eisini mótvegis
umheiminum - mugu vit
vita, hvat ávirkar veiðievnini,
og hvussu hesi broytast, men
her standa vit nærstan á
berum, sigur Kjartan Hoydal
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eini tvey ár, áðrenn vit fingu núverandi fiskidaga
skipan í 1996, hevði ein nevnd gjørt eitt uppskot um
eina kvotuskipan, sum bleiv sett í verk í 1994. Vit
kunnu siga, at toskaveiðan, sum vaks so ómetaliga
nógv miðskeiðis í nítiárunum, »sprongdi« kvotu
skipanina.
Enn ein nevnd varð nú sett at gera uppskot um eina
fiskidagaskipan, ið bygdi á tað, sum »er« í sjónum –
og ikki á tað, sum vit »halda« er í sjónum. Bæði vinna
og ráðgeving høvdu umboð í báðum hesum nevnd
um og Kjartan Hoydal, sum tá var fiskivinnustjóri í
Tinganesi, var formaður.
Kjartan Hoydal hevur serliga fýlst á, at ongar verulig
ar kanningar eru gjørdar av veiðitrýstinum, síðan vit
fingu fiskidagaskipanina, og hann hevur eisini fýlst á,
at Fiskirannsóknarstovan ikki vísir á óvissuna, sum er
í hennara ráðgeving.
FAKTA
Nuuk, Reykjavík og Havn stuðla
Týsdagin hevði Grunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn fund í Nuuk, har
stuðul til ymisk endamál, sum viðkoma teimum trimum høvuðsstøðunum í
Útnorði, varð latin. Fyri Havnina luttóku Heðin Mortensen, borgarstjóri,
Jógvan Arge, varaborgastjóri og Høgni Mikkelsen, býráðslimur. Samlaða
stuðulsupphæddin, sum grunnurin hevur tøka, er 632.170 krónur. Peningur
varð býttur til Grønlendska landsbókasavnið, 9A í Qorsussuaq skúla,
Kvinnuhúsið í Tórshavn, Norðurlandahúsið í Føroyum, Hondbóltssamband
Føroya, Tórshavnar Stórband, Absalon Hansen, Listasavn Reykjavíkar,
Humanistiska Fakultetið á Lærda Háskúla Íslands og Fróðskaparsetri
Føroya og Áhugamyndafelagið Fókus.
Landsskjalasavnið 75 ár
Í ár eru 75 ár, síðani Landsskjalasavnið varð sett á stovn. Í tí
sambandi skipar stovnurin fyri móttøku og trimum almennum
tiltøkum í Norðurlandahúsinum 31. august og 1. september. Á
móttøku fyri innbodnum fyrra dagin fer Kulturministeriet at av-
henda skjøl frá frá 18. og 19. øld frá Kgl. Einahandlinum, ið hava
verið í varðveitslu á danska Ríkisskjalasavninum í meiri enn 100
ár. Skjølini verða handað Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra, ið
síðani handar tey víðari til Sámal T.F. Johansen, landsskjalavørð.
Savnið er ein hin týdningarmesta keldan til føroyska søgu hetta
tíðarskeiðið og fer hendan afturbering tí at betra um grundarlagið
fyri føroyskari søgugransking, heldur Landsskjalasavnið.