hósdagur 23. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 23. august 2007
13
viðmerkingar
Vit, tað vil siga ein stórur
partur av Føroya fólki, eru
glað og takksom fyri bók
ina Føroya mál á manna
munni. Glað, tí vit endiliga
hava fingið eina føroyska
bók í hondina, sum øll
duga at lesa og skilja; og
takksom, tí André Niclasen
kanska okkara kringasti
og dugnaligasti málmaður í
nýggjari tíð so rámandi
og sera skemtingarliga
avdúkar tað subjektivu
handfaring og lúking av tí
føroyska málinum, sum
nakrir puristar hava staðið
fyri í ein mansaldur við so
álvarsligum avleiðingum,
at tað ikki uttan grund verð
ur spurt eftir lógarheimild
ini til hesa eirindaleysu,
sálarleysu, undirlutakendu
málreinsing.
Støðan er veruliga so
álvarslig, at børn skilja ikki
móðurmálið, tey hoyra, og
bøkurnar, tey lesa í skúla
num. Foreldur og eldri fólk
eru ikki før fyri at hjálpa
børnunum við teirra heima
arbeiði, tí eisini fyri tey er
okkara mál fremmanda
gjørt. Gomul fólk skilja
ikki tað málið, sum annars
hevur verið teirra í eitt
langt lív.
Navnabroytingar og
vendingar, sum ikki hava
livað á føroyskari tungu,
og stereotypt orðasmíðj úr
tí málsliga kirkjugarðinum
ella íslendskt plagiat gera
fólk ótrygg og í ørviti.
Dialogurin á føroyskum
máli verður hareftir.
Nøkur fá dømi:
Í mong Harrans ár hevur
løgtingið játtað pening til
tann almenna stovnin
Bileftirlitið, men fyri
tveimum árum síðani varð
hetta stovnsnavnið broytt
til Akstovan. Á hesum
stovni eru allir persónbilar,
lastbilar, bussar, motor
súkklur o.a. undir reglu
ligum eftirliti. Stovnurin
umsitur eisini onnur máls
øki, eitt nú koyrikort og
veggjøld. Bileftirlit og bil
eftirlitsmenn hava nógv
tilknýti til ferðslulógir og
kunngerðir. Men Bileftir
litið er sum sagt farið í
grøvina, og í tess stað reis
sum ein Føniks úr øskuni
eitt nýtt navn. Um hetta
nýggja navnið Akstovan
var ein nýggj almenn
vøggustova ætlað pinku
børnum, sum aka á búki
num og rumpuni, so hevði
navnið Akstovan verið eitt
satt plettskot.
Í eini 100 ár hava sjúkra
systrar havt ein týðandi
leiklut á føroyskum sjúkra
húsum, og í nýggjari tíð
hava hesir einglar eisini
hjálpt sjúkum fólki í heim
um og aðrastaðni uttan fyri
sjúkrahúsgátt. Eisini her
hava málreinsararnir sett
síni grefligu spor: Sjúkra
systrarnar vórðu tveittar í
tann ótømiliga frøðispottin,
og sum við gandasevjuni
hjá Asterix risu tær kyns
broyttar upp í nýggjum
hami: Sjúkrarøktarfrøð
ingar, og hesir verða nú
klaktir í Sjúkrarøktar
frøðisskúla Føroya. (Ikki
øll tungubond eru skorin til
slíkt volapyk). Yvirhøvur
mugu vit síggja í eyguni, at
hetta viruskenda orðið
frøði hevur sett sínar tenn í
orð og titlar, sum hava ein
ávísan status í hugaheimi
num: byggifrøðingur (kons
truktørur), evnafrøðingur
(kemikari), lívfrøðingur
(biologur), alisfrøðingur
(fysikari), sálarfrøðingur
(psykologur), gudfrøði
(teologi), støddfrøði (mate
matikk) og nógv, nógv
annað hevur fingið uppí
skoytið frøði, tó eru nøkur
undantøk: professari, magi
stari, vísindamaður/kona
(sic!), arkitektur, fólka
skúlalærari, skipsførari
v.m.
Í rættiliga nógv ár játtaði
løgtingið pening til sjón
leik. Orðið sjónleikur varð
strikað í løgtingsfíggjar
lógini 1999, og í staðin
játtar løgtingið pening til
Leikpall Føroya, men hetta
navnið helt ikki leingi, tí í
2005 varð játtanin broytt til
Leiklist. Áhaldandi navna
broytingar kunnu gera fólk
í ørviti og harmiligt, at
mentanarorðið sjónleikur
fjálgt og livandi varð vig
að og funnið ov lætt. Sjón
leikur og sjónleikarar hava
verið og eru høgt í met
um bæði á bygd og í bý.
Heimarøktin v.m. er
eisini farin í søguna, og í
staðin fyri hava gomul,
sjúk og avlamin fingið
Nærverkið. Um stutta tíð
er høvuðsstaðurin ætlandi
vorðin so stórur í ummáli,
at neyðugt verður at økja
Nærverkið við einum
Fjarverki?
Í fíggjarlógini 2006
(6.38.2.50.) hevur løgting
ið játtað P/F Atlantsflog
apportinnskot upp á 51.8
mió..Einki felag við hesum
navni er skrásett í Føroy
um. Hvussu kann tá okkara
høga ting við lóg veita
almenna trygd til eitt parta
felag, sum eftir øllum at
døma ikki er til? Og kann
hetta fáa óheppnar avleið
ingar, tá ið tað almenna P/
F Atlantic Airways verður
privatiserað?
Okkara respektabli
Føroya Sjómansskúli fekk
eisini knívin at merkja;
hann er, eins og Bileftir
litið, farin í søguna, og
Vinnuháskúlin kom í
staðin (í 2006). At gána
spyrjandi og frustrerað er
dagligt fyribrigdi millum
føroyingar. Tað eru ikki
nógvir føroyingar, ið vita,
hvat ein vinnuháskúli er. Í
Føroysk Orðabók 1998 eru
69 ymiskir skúlar, men
nevndi háskúli er ikki
teirra millum.
Ein av okkara mongu
monnum á brúnni og í
maskinuni umborð á donsk
um (og øðrum) skipum
segði fyri nøkrum árum
síðani, at eitt problem
hevði tikið seg upp á
brúnni (maðurin var skip
ari), av tí at teir ungu
navigatørarnir úr Føroyum
høvdu lært orð og heiti,
sum eingin uttan teir brúk
tu. Hetta kundi satt at siga
vera eitt problem, segði
hann. Og hvat skulu vit
siga til tað, at hesir garpar,
sum við hægstu naviga
tiónsútbúgving navigera
risaskip inn og út í øllum
heimsins havnarbýum, ikki
fáa innivist í føroyskum
orðabókum? Vit, sum eru
eldri og gomul, minnast
við sorgblídni siðbundna
navigatørdansin í Havn.
Dansurin hevði í dag
kanska itið siglingarfrøð
ingadansur.
Fyrr í tíðini fóru føroy
ingar á nátthúsið at loysa
sær buksurnar; á bónda
gørðum fóru tey á flór
garðin í flórinum. So við
og við broyttist hetta til wc
(watercloset) eins og í
øllum øðrum londum rund
an um okkum. Tá ið purist
arnir amputeraðu alfabetið,
abc´ið, broyttu teir eisini
siðin at fara á wc. Nú
skulu øll brúka vesipappir,
tá ið tey skulu á vesi. Hó
ast c´ið og w´ið er bannlýst
í øllum føroyskum barna
skúlum, fara nógv børn, og
vaksin við, framhaldandi á
wc eins og okkara forfed
rar gjørdu, tá ið teir fóru á
nátthús. Enn er eingin
kunngerð ella reglugerð
um, hvussu føroyingar
skulu nýta vesi.
Í Alisfrøði og evnafrøði
2 er tilskilað, at orðið
varmi er stytting av orði
num varmaorka, og at alis
frøði tørvar bæði hugtøkini
hiti og varmi.
Hóast vit hava Varma
keldu undir Eiði í Fugla
firði og varmadunkur er í
mongum heimum, eins og
fólk fara inn at verma seg
fyri at fáa hita í kroppin, tá
ið tey eru køld, so mugu
okkara almennu tíðinda
stovnar ikki brúka okkara
elligamla orð varmi, tá ið
veðurtíðindini verða lisin.
Nei, í Føroyum er altíð
hiti, líka mikið hvussu
heitt ella kalt tað er. Í
meira enn 500 ár hevur
temperaturur verið máldur
við termometri, og lufttrýst
ið við barometri í meira
enn 400 ár. Termometir
finnast at kalla í hvørjum
heimi fyri at vita, hvussu
heitt ella kalt tað er bæð
inni og úti, og temperat
ururin (fepurin) verður
tikin í heimum og sjúkra
húsum. Hetta, uttan mun til
hvar í verðini vit eru stødd.
Um veðurtíðindini frá U/
F eru eftirfarandi, so er
sum sagt altíð hiti í Føroy
um; hetta kunnu . onnur
lond ikki rósa sær av. Yvir
høvur eru øll orð, ið byrja
við termo (termofløska,
termorútur, termostat,
termometur, termoterapi
o.o.), útihýst í føroyskum
orðabókum.
Fyrr í tíðini visti hvørt
barn, at orkan var ódnar
veður við kolandi stormi,
vindferð meira enn 32 m/s
(vindmegi 12). Orðið
orkan kemur upprunaliga
úr Caribia. Har (og aðra
staðni) kunnu ódnirnar
vera ógvusligar, meira enn
orkankendar, og tá verða
onnur heiti eitt nú tyfon
brúkt, men í Føroyum er
veðurlagið broytt í so stór
an mun, at orkan ikki eigur
heimarætt í okkara orða
bókum og tessvegna heldur
ikki í veðurtíðindunum frá
almennum tíðindastovnum.
Nú nóg mikið úr rúgvuni.
”Eitt livandi mentunarlív
unnist illa í eini forngrípa
goymslu. Ein verjugarður
fyri trongskygni er verri
enn eingin.”
Bókin Føroya mál á
manna munni er so væl
skrivað og so skemtingar
som um eitt álvarsmál,
sum viðkemur okkum
øllum, at Heðin Brú
(Feðgar á ferð) valla hevði
skrivað tað betur. Í støðum
síggja vit, meðan lisið
verður, Don Quijote fyri
okkum.
Ársins bók
Heri MoHr
Á tíðindafundi í
gjár løgdu bæði
formaðurin fyri
Uttanlandsnevndina
og forkvinnan fyri
Føroyanevndina
dent á, at árligu
fundirnir millum
nevndirnar báðar
hava stóran týdning.
Kanska serliga nú
»kreppustemning
urin« ikki er til longur
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hesa vikuna hava Uttan
landsnevndin hjá løgting
inum og Føroyanevndin hjá
danska fólkatinginum fund
í Føroyum. Talan er um árl
igar fundir, verða hildnir
annahvørt ár í Føroyum og
annahvørt í Danmark.
Jóhan Dahl er formaður í
Uttanlandsnevndini, og á tíð
indafundinum segði hann,
at hesir fundir eftir hansara
tykki hava stóran týdning.
Hetta gevur okkum høvi
at tosa um mál av felags
áhuga, og hetta gevur okk
um eisini møguleika at
skilja
viðurskiftini
hjá
hvørjum øðrum betri, segði
Jóhan Dahl.
Hann greiddi eisini eitt
sindur frá skránni hjá nevnd
unum báðum hesar dag
arnar. Føroyanevndin kom
til landið mánadagin, og
eftir frágreiðing frá ríkis
umboðnum og fund við
Uttanlandsnevndin,
var
fundur við KSF, har greitt
var frá kommunalum viður
skiftum. Mánakvøldið gekk
leiðin so til Suðuroyar við
Smyrli, og har var ferðalagið
allan týsdagin.
Um morgunin var vitjað í
Hvalba, har greitt var frá
um toskaaling, og síðani
var farið til Tvøroyrar, har
Dennis Holm frá Gransk
ingardeplinum fyri Økis
menning greiddi frá um
menning
og
manglandi
menning í økinum. At enda
var farið ein túr við sluppini
Jóhanna.
Í gjár var fundur við løg
mann, áðrenn leiðin gekk
inn í Eysturoynna, har Runa
vík var vertur. Upplýst var
millum annað um tunnils
verkætlanina undir Tanga
fjørð. Í morgun hava so
staðið fundir við Lands
bankan, SamVit og Vinnu
málaráðharran á skránni,
áðrenn danska ferðalagið
seinnapartin í dag skuldi til
Danmarkar aftur.
Mælir til eitt valdømi
Formaðurin fyri Føroya
nevndini, Pia Larsen ur
Venstre, greiddi síðani eitt
sindur frá teimum broyting
um, ið vóru hendar við hesi
nevndini seinastu árini.
Fyrr var talan um 21
manna nevndina, tað so
nevnda »Rådgivende ud
valg for Færøerne«. Hetta
var í krepputíðunum, tá
Nyrup samráddist við føroy
skar myndugleikar. Nú er
talan um eina 17manna
nevnd við heitinum Ud
valget vedrørende Færøske
forhold.
Tá var talan um eina
kreppustøðu, og tað kendist
væl. Men nú er nevndin
broytt, og kreppustemning
urin
burtur,
segði
Pia
Larsen.
Hon frøddist um góðu
gongdina í føroyska búskap
inum, men nevndi tó, at
neyðugt kundi gerast við
»upopulære tiltag«. Og so
legði hon dent á, at veðrið
týsdagin hevði verið tað
besta, hon hevði upplivað í
Føroyum!
Spurd um uppskotið um
Føroyar sum eitt valdømi
segði Pia Larsen, at tað var
eitt økið, sum á ongan hátt
rakti Føroyanevndina. Men
persónliga ráddi hon til at
samtykkja uppskotið.
Eg havi júst verið við til
at samtykkja eitt uppskot
um at minka um valdømini
í Danmark, og eg eri avgjørt
av teirri fatan, at tað gagnar
demokratinum
best.
So
míni persónligu ráð eru, at
gera Føroyar til eitt valdømi,
segði Pia Larsen.
Hon vísti á, at smærru
økjuni ofta velja lokalar
kandidatar, meðan størru
økini velja meiri parta
politiskt. So hon var ikki
bangin fyri, at útjaðarin fór
at missa við at gera Føroyar
til eitt valdømi.
Fundirnir hava stóran týdning
Jóhan Dahl, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum,
og Pia Larsen, forkvinna í Føroyanevndini, á tíðindafundi í
gjár í løgtinginum
Mynd: Leo Poulsen