Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 162 - 23. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Sunnumorgunin 22. juli andaðist Johanna Hansen - brádliga, einans 66 ára gomul. Á sumri í fjør valdi Johanna at gevast sum dagligur leiðari hjá okkum í Havnar Handverk- arafelag. Hon skuldi nýta sítt otium, saman við unnusta sínum. Johanna var trúgv; hóast hon hevði lagt arbeiði frá sær, var hon javnan inni á gólvinum hjá okkum; og tá fingu vit altíð eitt hugnaligt prát saman. Mikudagurin 18. juli var ein av hesum døgum. Tá var Johanna inni á gólvinum, sum hon plagdi, men ikki vistu vit, at hetta var seinasta vitjan hennara hjá okkum. Tá tóktist hon at vera heilt væl fyri; og fortaldi m.a. at hon gleddi seg til at sleppa út at ferð- ast saman við Jonny í summar. Men nú vóru brádliga boð eftir henni. Johanna var longu í 1940 fyri tí vanlagnu - einans 6 vikur gom- ul – at missa pápan, sum var kendur og væl umtóktur skipari. Pápin, Joen Carl Danielsen, av Fløtunum á Strondum, varð føddur í 1912, so hann var ungur at fara. Móðir Jóhonnu, Sanna á Høvdanum, er í dag 94 ára gom- ul. Vit sum eru yngri duga ikki rættuliga at fata, hvussu ein ung mamma í 1940 megnar at fóta sær, tá tilveran gjørdist so ófati- liga trupul. Tí var eisini mangan lætt at skilja, hvussu stóra fyri- mynd Johanna hevði í móðir síni. Og ivaleyst lá eisini her ein partur av orsøkini til, at luturin hjá Jóhonnu ongantíð lá eftir. Vit sum komu at kenna og arbeiða saman við Jóhonnu eru henni takksom. Johanna kom til Havnar, tá hon byrjaði á Preliminærskúla- num í 1954, har hon tók prógv í 1956. Og longu árið eftir byrjaði drúgva starvstíð hennara fyri sjóvinnufeløgini í Føroyum. Fyrst Føroya Fiskimannafelag, síðani Føroya Skipara- og Navigatørfelagið og Føroya Maskinmeistarafelag. Og tíðarskeiðið 2000-2006 var Johanna dagligur leiðari hjá Havnar Handverkarafelag. Í 1957 varð Johanna sett í starv á skrivstovuni hjá Føroya Fiskimannafelag. Fimmtiárini eru tiltikin vánalig, og eins og alt samfelagið var meint rakt mundi eisini mangan standa á hjá Fiskimannafelagnum hetta tíðarskeiðið. Hesa tíðina arbeiddu nógvir føroyingar í Íslandi, og ein heilur hópur fekk tá løn ígjøg- num Fiskimannafelagið. Tá vóru ikki nógvir hentleikar sum nú á føroyskum skrivstovum. Fjarrit kom úr Íslandi til Føroya Fiskimannafelag við nøvnunum á teimum, sum skuldu hava løn, og hvussu nógvar tímar hvør ein- stakur hevði arbeitt. Tá var so uppgávan hjá Fiskimannafelag- num at rokna út, hvussu nógv hvør skuldi hava og senda peningin við postávísing. So at siga allur peningur var tá fluttur við postávísing, tað var mest sum einasti møguleikin tá í tíð- ini. Og størsta upphæddin, sum kundi flytast við eini postávísing var 1.000,- kr. So har vóru nógvar postávís- ingar at skriva, mangan eisini fleiri til sama mann, - onkur fekk tríggjar, annar kanska 4 og fleiri postávísingar. Allar vóru tær skrivaðar og sendar sama dag. Ta ábyrgdina hevði Johanna, og tí var eisini hetta arbeiði í góðum hondum og røkt til fulnar. Nú er onki arbeiði av slíkum slag eftir. Peningur verður fluttur við teldu beinleiðis inn á konto hjá lønmóttakara. Tað arbeiði fekk Johanna eisini prógvað, at hon dugdi til fulnar. Eftir at Johanna var gift, fór hon heim at arbeiða, meðan børnini vóru smá. Í styttri tíðar- skeið var hon kortini til arbeiðis hjá m.a Zaharias Bech, snikkara- meistara, og hjá Árna Jensen, sum hevði Teppihandilin í Tórs- gøtu í Havn. Í 1980 fekk Johanna starv hjá Føroya Skipara- og Navigatør- felag og Maskinmeistarafelag- num, sum tá høvdu skrivstovu saman í bygninginum hjá Havn- ar Timburhandli á Eystaru Bryggju. Feløgini fluttu skrivstovuna í 1982 frá Timburhandlinum til bygningin hjá Svend Krosstein, Yviri við Strond 3. Tey fyrstu árini var Johanna einsamøll á báðum skrivstovunum, men arbeiðið vaks nógv hesi árini, og frá 1990 arbeiddi hon burtur- av fyri Maskinmeistarafelagið. Hjá hesum báðum feløgunum var nógv arbeiði av at dagføra limalista og samskifta við lim- irnar. Harumframt skuldi lima- gjald krevjast inn, og tað var ikki altíð lætt. Tað kravdi bæði tíð og orku, og var mangan drúgt. Tað var eisini í hesum tíðar- skeiði, at teldan gjørdist eitt alt meira vanligt skrivstovuamboð. Og sum á so mongum øðrum økjum, var heldur ikki her nakar trupulleiki hjá Jóhonnu. Hon hevði serlig evni til at síggja av- bjóðingar heldur enn forðingar. Tað er ein eginleiki, sum hevur sera stóran týdning, ikki minst fyri tey, sum man hevur dagligt samskifti við. Johanna var á mangan hátt ein sera virkin kvinna, og hon hevði eisini fleiri áhugamál og frítíðar- ítriv. Mangan var áhugavert at hoyra Jóhonnu siga frá teimum mongu ferðunum, hon hevði verið í øðrum londum og ferðast. Serligan tokka hevði hon til Skotland og Hetland. Johanna hevði stóran áhuga í enska málinum, og tí er helst ikki neyðugt at siga, at eisini á hesum øki var hon stinn. Væl lá fyri hjá henni at samskifta á enskum, bæði skrivliga og munn- liga og um øll lívsins viðurskifti. Tá tað snýr seg um kunnleika og áhugamál um onnur lond var Hetland hennara hjartabarn. Johanna var trúgvur gestur í Hetlandi, og har hevði hon nógv vinfólk. Síðani 1984 var Johanna - í fleiri førum meira enn eina ferð um árið - og vitjaði vinir og grannar fyri sunnan. Á hesum øki var Johanna ein eldsál bæði fyri Hetland og Før- oyar. Johanna hevði mong áhugamál – so mong, at møguligt er ikki her at greiða frá øllum. Vit mugu kortini nevna hennara stóra áhugamál sum radioamatørur; tað gav henni so mangar góðar løtur og minnir. Í hesum sam- bandi eigur at vera nevnt, at Johanna hevur tosað við fólk úr flest øllum heimsins londum, og tað sum gav henni henda møgu- leika, var virksemi hennara sum „radioamatørur“ í meira enn 30 ár. Øll hesi mongu árini tosaði hon við sendara sínum við fólk um allan heim. Í Havnar Handverkarafelag eru vit Jóhonnu takksom fyri tað verk hon, sum dagligi leiðari felagsins, hegnisliga legði úr hondum. Hetta var eitt krevjandi tíðar- skeið við broytingum og stórum nýggjum avbjóðingum, serliga tá vit hugsa um tíðina, tá eftir- lønargrunnur felagsins fór at virka. Tá byrjaði eitt nýtt tíðar- skeið í søgu felagsins. Í dag kunnu vit ikki annað enn sanna, at eisini hesa uppgáv- una megnaði Johanna til fulnar. Hennara arbeiði var altíð væl úr hondum greitt. Tað hevur havt sera stóran týdning fyri felagið, og fyri limir tess. Tað er við takksemi og virðing vit minnast Johannu, og hava djúpastu samkenslu við tykkum, ið mist hava. Má hann, sum øllum valdar, veita tykkum ugga og styrki. Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minni um Johannu Hansen . Vegna Havnar Handverkarafelag Eli Brimsvík, formaður Til minnis um Johonnu Hansen Í góðveðrinum mánadagin vóru tvey ferðamannaskip á Havnini: Saga Rose legði at á Molanum, meðan Prin- cess Danae lá á redini. Á yvirlitinum hjá Tórs- havnar Havn sæst, at tilsam- ans 43 ferðamannaskip boð- aðu frá, at tey komu til Havnar í summar. Av hesum hava 36 verið her, meðan okkurt skip hevur avlýst. Enn eru seks ferðamanna- skip eftir, sum hava boðað frá vitjan. Næsta skipið sum kemur verður Van Gogh, sum kemur sunnu- dagin 26. august og seinasta skipið verður Black Watch, sum kemur á Havnina miku- dagin 26. september. Fólk hugnaðu sær í Vágsbotni mánadagin, meðan ferðamannaskipini lógu á Havnini. Í bakgrundini er ferðamannaskipið Saga Rose Mynd: Magnus Gunnarsson Seks ferðamannaskip koma afturat