Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 20. apríl 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 75 - 20. apríl 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 Nýggja reinsiverkið í Vági er eitt dømi um, hvussu fjøltáttað føroyskt vinnulív er nú á døgum REINT VATN Áki Bertholdsen Øll hesi seinastu árini hevur Vágs Kommuna gjørt eitt stórt arbeiði fyri at útvega borgarunum og virkjunum í Vági reint vatn. Seinasta átakið í hesum sambandi varð framt seinnapartin mikudagin. Klokkan trý mikudagin varð nýggja reinsiverkið, sum er bygt við brunnin í Gjógvaár, sett til. Sostatt hevur megin- parturin av Vági nú fingið sóttreinsað vatn. Tað ein- asta, sum er eftir, er ein geiri mitt í bygdini, sum fær vatn úr einum brunni, sum privat vatnfeløg eiga. Men Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at vatnrørini eru løgd soleiðis, at tað er klárt hjá teimum privatu vatnfeløgunum at binda í, hava tey áhuga fyri tí, so at øll bygdin fær reint vatn. Samstundis eru nýggir vatnleiðingar lagdir til allan býin, uttan í einum strekki uppá nakrar fáar hundrað metrar, men tað verður eisini lagt av nýggjum í næstum. Føroysk framleiðsla Nýggja reinsiverkið klárar at reinsa 40 tons av vatni um tíman, ella gott tað, men tað er gjørt klárt til at ein tangi afturat kan setast upp, so at verkið klárar at reinsa 60 tons um tíman. Vatnið, sum verður reins- að, verður fyrst sílað ígjøg- num fínan sand, áðrenn tað verður UV geislað, so at tað er fullkomiliga reint. Men tað er dýrt at sóttreinsað vatn: Bara hetta reinsiverkið kostar tvær milliónir, sum tað stendur. Hini reinsiverkini í kommununi reinsað eini 70 tons av vatni um tíman, so í løtuni hava vágbingar 100- 120 tons av sóttreinsaðum vatni til taks um tíman, so tað nøktar tørvin væl og virðiliga. Umframt at tæna sínum endamáli, er nýggja reinsi- verkið í Vági eisini eitt dømi um tað fjølbroytni, sum hóast alt er í før- oyskum vinnulívi nú á døgum. Alt verkið sum tað er, er nevniliga gjørt í Føroyum, av føroyskum virkjum. Martin Dalá í Vági, gjørdi jørðarbeiðið, Jóanes við Ósagarð, í Vági, gjørdi betong og timburarbeiðið og Tangavirkið hjá Bent Mortensen í Vági, hevur gjørt tangarnar og alt rørarbeiðið. Undirleveran- dørur hjá honum hevur Nomatek í Havn verið. Nomatek hevur gjørt UV stráliskipanina. Gudmund Larsen í Vági, hevur gjørt elarbeiðið, Talvuvirkið í Gøtu hevur gjørt automa- tikktalvurnar, Jóannes Thomsen í Fuglafirði hevur gjørt UV-talvuna. El- teknikk í Leirvík hevur eis- ini gjørt ymsar stýringar og annan elútbúnað. Projekterað verkið hevur Svenn Brimheim hjá verk- frøðingafelagnum hjá Martin E. Leo í Havn. Hann sigur, at vatnverkið passar seg sjálvt. Tað er gjørt soleiðis, at vatnstøðan og aðrir upplýsingar altíð kunnu síggjast á einum telduskíggja niðri á Komm- unuskrivstovuni. Ongantíð aftur vatntrot Hóast Vágbingar nú eru væl fyri til reint vatn, er tað onkuntíð komið fyri, at tað hevur verið vatntrot í Vági, tá ið turkur hevur verið. Eitt nú høvdu vágbingar onki vatn nakrar dagar seinasta summar. Men næsta stigið hjá Vágs Kommunu verður nú at útvega meiri vatn so at vágbingum altíð er tryggj- að nóg mikið av reinum vatni. Avtalað er gjørd við SEV um at leggja vatnleiðing niðan í Ryskivatn, so at vatn kann fáast haðani frá í brunnin í Vági, tá ið trot er. Jógvan Krosslá sigur, at ætlanin er at fara undir tað arbeiðið í ár, so at tað verður liðugt til næsta summar. – Tá ið tað arbeiðið er liðugt, hava vit vissu fyri, at vit ongantíð aftur fara at mangla vatn- uttan so at Ryskivant eisini tømist og tað støðuna dugi eg ikki at hugsa mær, sigur Jógvan Krosslá. Tøkk Øllum teimum, sum á ymiskan hátt mintust meg á mínum sjeyti ára føðingardegi tann 7/4-2001, takki eg hjartaliga. Jóannes Heinesen á Lofti, Sandavágur Karl Johansen, for- maður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at hann væntar ikki, at teir fara at góðtaka at fáa eina minni lønarhækking enn Starvsmanna- felagið hevur fingið SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen – Eg hevði ikki roknað við, at vit fara at góðtaka eina lønarhækking, sum er minni enn tað, sum limirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið. Tað sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðs- mannafelag. Mánamorgunin fara Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði feløgini í Klaksvík undir samráðing- arnar við arbeiðsgevara- felagið um nýggjan sátt- mála. Sostatt kann staðfestast, at arbeiðarafeløgini fara at samráðast í tveimum bólk- um. Í hinum bólkinum eru Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmanna- felag. Vildi ikki Karl Johansen heldur av- gjørt, at arbeiðarafeløgini høvdu staðið seg betur við at samráðst í felag. – Men tað ber ikki til, sigur hann. Hann sigur, at orsøkin til tað er, at feløgini eru ósamd um, hvussu tey skulu vekt- ast, um spurningurin um eitt nú verkfall, stingur seg upp. – Tað kann ikki koma uppá tal at Føroya Arbeið- arafelag skal gera av, antin vit í Havnar Arbeiðsmanna- felag skulu fara í Verkfall, ella ikki. Men hann heldur eisini, at orsøkin til, at arbeið- arafeløgini ganga í tveim- um, stingur djúpari enn so. – Rættiligt split kom í arbeiðarararørsluna undir seinastu samráðingunum. Tá fór Føroya Arbeiðara- felag í samhugaverkfall við Starvsmannafelagið, men tað vildu vit ikki. Tað tók Ingeborg Vinther sær so nær, at Havnar Arbeiðs- mannafelag og feløgini í Klaksvík ikki sluppu upp í part í samráðingunum. Karl Johansen sigur, at aftur í ár vórðu stig tikin til at øll feløgini skuldu sam- ráðast í felag. – Kallað varð til fundar fyrst í mars mánaða at um- røða málið. Bæði eg, og forðmaðurin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag talaðu fyri at vit samráaddust saman. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at ongin støða varð tikin á tí fundinum, men avtalað var, at nýggjur fundur skuldi vera um málið. – Hesin fundurin bleiv ongantíð. Ístaðin fingu vit eitt skriv frá Føroya Ar- beiðarafelag um, at Føroya Arbeiðarafelag ikki vildi samráðast saman við Havnar Arbeiðsmanna- felag, uttan at nøkur grundgeving fylgdi við. – Tí verða samráðing- arnar í ár skipaðar sum í fjør, so at vit samráðast saman við feløgunum í Klaksvík. Karl Johansen heldur, at tað er spell, at klandur og stríð skal spjaða arbeið- ararørsluna í Føroyum. Minst tað sama Annars dugir Karl Johan- sen illa at siga nakað um, hvussu samráðingarnar verða. Men hann dugir ikki at hugsa sær, at teir fara at góðtaka eina lønarhækking, sum er lægri enn tann, ið Starvsmannafelagið hevur fingið. – Starvsmannafelagið er ein samfelagsbólkur, sum hevur havt meiri enn vit. Tí kann eg ikki hugsa mær, at vit fara at góðtaka nakað, sum er verri enn tað, sigur Karl Johansen. Havnarmenn og klaksvíkingar leggja til brots mánadagin – Havnar Arbeiðsmannafelag er útihýst frá samráðingun- um og tí verður alt aftur við tað gamla, sigur Karl Johansen Altíð nóg mikið av vatni í Vági – Nýggja reinsiverkið í Vági varð sett til mánadagin. Tað reinsar 40 tons av vatni um tíman og nú er næstan komið undir land at útvega øllum vágbingum reint vatn. Her eru tað f.v. Frank Antoniussen, býarverkfrøðingur í Vági, Jógvan Krosslá, borgarstjóri og Sigmund Olsen úr Porkeri, sum skoða nýggja verkið Bygdarskúlin hevur stóran týdning í menning av smá- oyggjasamfelagnum, og tí má hjúklast um hann. Úrvalið av útgerð og undirvísing skal styrkjast, heldur Útoyggjanevndin SKÚLI Eyðun Klakstein Bygdarskúlin hevur stóran týdning fyri smáu oyggj- arnar, og tí er umráðani, at umstøðurnar hjá bygdar- skúlanum verða betraðar. Hetta sigur Útoyggja- nevndin í nýggja áliti sín- um. – Bygdarskúlin hevur ein stóran leiklut í menningini av smáoyggjasamfelagn- um. Tað skal hjúklast um bygdarskúlan, og úrvalið av útgerð og undirvísing má styrkjast – millum annað við at skipa fyri samstarvi millum bygdarskúlan og skúlar á meginøkinum, sig- ur Útoyggjanevndin. Nevndin vísir á, at um- støðurnar hjá bygdarskúl- anum eru ikki nóg tryggar. Fólkaskúlalógin tryggjar smáu plássunum fólka- skúla, men bert upp til 7. flokk. Síðani er tað lands- stýrismaðurin í skúlamál- um, sum í hvørjum einstøk- um føri skal taka støðu til, um ein oyggj skal hava framhaldsflokkar. – Fyri smáu oyggjarnar er tað ein veikleiki, at rætt- urin til framhaldsdeild ikki er betri tryggjaður í lógini, sigur Útoyggjanevndin í álitinum. Foreldrini flyta við Næmingar í framhalds- deildunum kunnu flytast í aðrar skúlar, um serligar umstøður gera seg gald- andi. Og hesar serligu um- støður eru frítt til tulkingar hjá landsstýrismanninum. – Í prinsippinum er tað støðan hjá tí sitandi lands- stýrismanninum í menta- málum, ið avger lagnuna hjá børnunum á smáu oyggjunum eftir 7. skúlaár, sigur Útoyggjanevndin og vísir á eitt dømi frá Kals- oynni. Her eru tað sokallað ser- ligu umstøðurnar tær, at Barsskor siglir millum Kalsoynna og Klaksvík bæði á morgni og kvøldi. Tí verða næmingarnir í fram- haldsdeildini vístir til skúl- arnar í Klaksvík. – Ein av stóru trupulleik- unum, ið standast av, at børnini noyðast av í oynni í skúla á so ungdum árum er, at foreldrini flyta við. Í nógvum førum kenna for- eldrini seg noydd at flyta til stórplássið, har børnini skulu ganga í framhalds- deild, sigur Útoyggja- nevndin. – Fleiri kenna seg eisini ótrygg við at lata børnini einsamøll í meginøkið at búgva. Børnini eru júst í byrjanini av kynsbúningar- aldrinum og hava tí serliga tørv á góðum stuðli. Útoyggjanevndin mælir tí til, at bygdarskúlin fær tryggari karmar, og at um- støðurnar hjá skúlanum á bygd verða betraðar. Útoyggjanevndin kemur við hugskoti um at seta saman serliga útbúgving til útoyggjalærarar, sum kunnu fáa serligan stuðul til sína útbúgving SKÚLI Eyðun Klakstein Útoyggjanevndin kemur í sínum áliti við einum hug- skoti um øðrvísi útbúgving av fólkaskúlalærarum, sum kann verða við til at styrkja bygdarskúlan. Flestu fólk á útoyggj eru samd um, at børnini fáa góða undirvísing í bygdar- skúlanum, og kanningar hava eisini víst, at hesi børn eru einki aftanfyri onnur børn í størri skúlum. – Tá ið tað kemur til undirvísing í framhalds- deildini kann tað vera ein vansi, um skúlin bert hevur ein lærara. Valfakini gerast avmarkað, eins og førleikin hjá læraranum at undirvísa í øllum fakum kann verða skerdur, tí læraraútbúgv- ingin byggir á linjugreinar, sum eru tríggjar í tali, sigur Útoyggjanevndin. Øðrvísi Fyri at fáa lærarar til smáu plássini heldur Útoyggja- nevndin, at tað kundi verið ein loysn at givið lærara- skúlanæmingum høvi at søkja um legat ella stuðul til at útbúgva seg til at undirvísa á útoyggjaskúla. – Hendan útbúgvingin kundi so verið eitt sindur breiðari og møguliga eitt sindur øðrvísi samansett enn vanliga læraraútbúgv- ingin. Treytin fyri tílíkum legati kundi verið, at lærar- in bant seg í eitt ávíst ára- mál at undirvísa á útoyggj, sigur Útoyggjanevndin. Hetta heldur Útoyggja- nevndin kundi verið við til at styrkt um framhalds- deildirnar á útoyggjum. Bygdarskúlin skal styrkjast Útbúgva lærara til útoyggjar – Í prinsippinum er tað støðan hjá tí sitandi landsstýrismanninum í mentamálum, ið avger lagnuna hjá børnunum á smáu oyggjunum eftir 7. skúlaár, sigur Útoyggjanevndin. Tilvildarlig mynd