fríggjadagur 20. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
heldur fram við at spæla
leikin, Afturgongur, hesa
vikuna. Hóskvøldið var ein
sýning klokkan 20.00, og í
aftur í kvøld verður spælt
klokkan 20.00. Sunnudagin
verður
spælt
klokkan
17.00.
Aftugongur er leikur,
sum Henrik Ibsen skrivaði.
Talan er um ein av best
kendu leikunum hjá Ibsen,
sum hevur verð spældur
kring allan heim.
Fimm leikarar spæla
leikin, sum viðger nøkur av
lívsins grundleggjandi við-
urskiftum. Leikararnir eru
Adelborg Linklett, Suni
Svabo Samuelsen, Jógvan
Brim Joensen, Eyð Matras
og Bjarni Ziska Dahl.
Caroline Zantonique og
Laura Joensen hava staðið
fyri leikstjórnini av leikin-
um.
Afturgongur halda fram
Fólk á útoyggjum
liggja óneyðuga leingi
sjúk, tí tey vilja ikki
órógva læknar ella
vilja sleppa undan at
fara av oynni, vísir
Útoyggjanevndin á
HEILSA
Eyðun Klakstein
Útoyggjanevndin heldur, at
fólk á útoyggjum skulu
hava betri heilsutænastu.
Útoyggjanevndin vísir í
sínum áliti á, at fólka á
útoyggj liggja óneyðuga
leingi sjúk, tí tey vilja ikki
gera vart við seg hjá lækna
ella sjúkrahúsi.
– Sjúklingar himprast við
at venda sær til lækna, um
tað nú skuldi hent, at tað
ikki hevði nakað uppá seg.
Ella liggja tey leingi sjúk
og vóna, at tað ikki verður
neyðugt at vera fluttur inn á
meginøkið, sigur Útoyggja-
nevndin.
– Tí verður bíðað sum
longst við at gera vart við,
at tey eru sjúk, og úrslitið
er, at sjúkralegan gerst
longri og verri enn neyð-
ugt.
Ráðið fyri kommunu-
læknaskipanina vísir á, at
tað er avgerandi fyri teirra
tænastu, at ferðasambandið
er í lagi, og her verður ser-
liga hugsað um tyrlutænast-
una.
Økissjúkrasystrar
Útoyggjanevndin heldur, at
heilsutænastan skal røkka
út á staðið, og ikki bert tá ið
støðan er akutt.
– Heilsurøktin í Føroyum
byggir í stóran mun á fyri-
byrging, og hetta aðalmálið
má vera galdandi á smáu
oyggjunum eins væl og á
teimum stóru, sigur Út-
oyggjanevndin.
– Útgangsstøðið eigur at
vera, at allir borgarar í
landinum eiga at fáa somu
tænastu.
Útoyggjanevndin mælir
til, at viðtaluhøli til lækna
og annað heilsuvirksemi
verður gjørt á øllum út-
oyggjunum, og at eitt fólk
verður sett í fast starv at
taka sær av heilsuspurning-
um. Hetta heldur Útoyggja-
nevndin kann vera ein økis-
sjúkrasystur, sum skal ar-
beiða fast í hesum heilsu-
depli.
– Málsetningurin við eini
slíkari skipan er at økja
tryggleikan og trivnaði í
oynni,
sigur
Útoyggja-
nevndin.
Liggja óneyðuga leingi sjúk
Nr. 75 - 20. apríl 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 75 - 20. apríl 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
– Vit skulu rokna við,
at rættiliga fitt av
peningi skal brúkast
til skúlabygging,
umvælingar og ný-
gerð nógvu komandi
árini, sigur Jan
Christiansen, býráðs-
formaður í Havn
SKÚLAR
Turið Kjølbro
Stóra tilflytingin til høv-
uðsstaðin
seinnu
árini
merkist eisini í skúlunum í
býnum. Komandi skúlaár
rúma allir skúlarnir í
kommununi øllum børnun-
um, men nærum allir eru
um at gerast ov trongir.
Nakrir eru fyri langari tíð
síðani á tremur, aðrir eru ov
fyltir og uppaftur aðrir
tørva bæði meiri pláss og
ábøtur, umvælingar og ný-
gerð.
Samtykt er at byggja
Hoyvíkar skúla út við
tveimum-trimum
skúla-
stovum afturat fyri at fáa
skúlan tveysporaðar frá 1.
til 7. flokk. Tá er Hoyvíkar-
skúli fult útbygdur. Somu-
leiðis er eisini samtykt at
byggja uppí Heimaraskúla
við Landavegin, soleiðis at
hesin kann nýtast sum van-
ligur skúli. Toilettviður-
skiftini skulu bøtast um-
framt skúlastovur byggjast
afturat, soleiðis at fýra
stovur vera. Í íløguætlanini
hjá Tórshavnar kommunu
eru pengar settir av til at
útbyggja Argja skúla, ið
hevur stórt plásstrot. Har
skulu fleiri skúlastovur
gerast umframt at verandi
stovur mugu gerast størri.
Tær rúma ikki stórum
skúlaflokkum.
Frammarlaga stendur eis-
ini ein nýggj skúlabygging
í Hoyvíkshaganum, men
ætlanin er ikki komin
longur enn á tekniborðið.
Enn er ikki greitt, hvussu
nógvir næmingar fara at
ganga har ella hvussu nógv
skúlin fer at kosta.
– Eftir øllum at døma
verður nýggi skúlin í Hoy-
víkshaganum ein skúli,
sum fer at minna nógv um
Hoyvíkarskúla, tað vil siga
ein tveysporaður barna-
skúli, sigur Jan Christian-
sen, býráðsformaður.
Sankta Frans skúli tekur
næmingar inn sum pláss er
til. Tískil er ikki plásstrot
sum so, men skúlabygning-
arnir eru kortini gamlir og
tørva ábøtur og nýgerð fyri
at lúka krøv, ið verða sett
skúlum í dag. Venjingar-
skúlin hevur verið ov lítil í
nógv ár, men einki ítøkiligt
fyriliggur um at byggja
Venjingarskúlan út. Komm-
unuskúlin er nóg stórur,
men eisini hesin tørvar
ábøtur, serliga í Gamla
Realskúla, har skúlastovur-
nar eru ov lítlar. Eystur-
skúlin er nóg stórur sum er,
men hevur tørv á hølunum,
sum Frítíðarskúlin ræður
yvir í løtuni. Ætlanin er, at
Frítíðarskúlin skal út, men
so leingi onnur høli ikki eru
funnin, verður hann verandi
har.
– Vit skulu rokna við, at
rættiliga fitt av peningi skal
brúkast til skúlabygging,
umvælingar
og
nýgerð
nógvu komandi árini. Hetta
er lógarkrav, so vit hava
einki val. Í Hoyvíkshagan-
um kunnu vit rokna við, at
innan næstu trý-fýra árini
koma eini 500 nýggj hús.
Hetta svarar til eina lítla
føroyska bygd, so har hevur
ein nýggjur skúli skund,
sigur Jan Christiansen.
Býráðsformaðurin rokn-
ar við, at hesin skúlin
stendur klárur at taka í
nýtslu til skúlaárið um tvey
ár.
Plásstrot í skúlunum í Havn
- Í Hoyvíkshaganum kunnu vit rokna við ,at innan næstu fáu
árini koma eini 500 nýggj hús. So har hevur ein nýggjur skúli
skund, sigur Jan Christiansen.
Mynd: Jens Kristian Vang
NEVNDARVAL
Turið Kjølbro
Nýggja ráðið hjá Megin-
felag Føroyskra Studenta,
MFS, er valt og skipað,
stendur á lesa í Fjølni, ið er
blaðið hjá MFS. Forkvinna
er Sissal Kjartansdóttir
Kristiansen, næstforkvinna
Halla
Nolsøe
Poulsen,
kassameistari Jón Hen-
riksen og skrivari Sámal
Matras Kristiansen. Fleiri
starvsnevndir eru undir
høvuðsnevndini, og var lítil
áhugi at koma í høvuðs-
nevndina, stóð sum skilst
ikki á at fáa fólk í undir-
nevndirnar. Hetta kundi
bent á, at arbeiðið í nevnd-
unum verður umfatandi og
at nógv fæst á skafti.
Í blaðnevndini sita Hall-
bera West, Sámal Matras
Kristiansen, Bjørg Dam,
Marita Magnussen, Sissal
Kjartansdóttir Kristiansen
og Katrin Apol. Trivnað-
arnevndin er mannað av
Hallu
Nolsøe
Poulsen,
Bjørg Dam, Hallberu West,
Katrin Apol, Aksel Jo-
hannesen, Sissal Kjart-
ansdóttir Kristiansen og
Jón Henriksen, umframt
Anne-Marie Mohr Nielsen.
Í granskingar- og útbúgv-
ingarnevndini sita Sámal
Matras Kristiansen, Hans
Kári Vang, Rúnar Reistrup
og Guðrið Weihe, umframt
Guðrun Hammer. Kunn-
ingartøkninevndin
er
mannað av Guðrið Weihe,
Bjørg Dam, Jón Henriksen,
Rúnar Reistrup og Sissal
Kjartansdóttir Kristiansen.
Altjóða samstarvsnevndin
er mannað av Hallberu
West,
Sámal
Matras
Kristiansen,
og
Katrin
Apol. Onnur eru Anne-
Marie Mohr Nielsen og
Mortan í Hamrabyrgi. Í
marknaðarføringsnevndini
sita Guðrið Weihe, Aksel
Johannesen, Sissal Kjart-
ansdóttir
Kristiansen,
Bjørg
Dam
og
Halla
Nolsøe Poulsen.
Til ber at fara á heima-
síðuna hjá MFS, sum eitur
www.mfs.fo eftir meiri
kunning um felagskapin.
Nýggja heimasíða er eisini
til føroysk lesandi í Dan-
mark.
Hon
eitur
www.lesandi.dk og har
fæst vegleiðing, lestrarráð
og mangt annað.
Nýtt MFS-ráð
Freistin longd
hesa vikuna út til at bíleggja
Endurminnigar I og II
hjá
Eiler Jacobsen:
Skálavíksdrongur Sildarkongur
Bíleggingarseðil
klipp og posta
sosialurin 311820
Vinarliga nýtið blokkbókstavir
Undirritaði:
Navn:___________________________________________________
Bústaður:________________________________________________
Bygd/býur:_______________________________________________
ynski_____eintak/tøk av bindi I og bindi II av endurminningunum hjá
Eiler Jacobsen.
Postgjaldið
er
goldið
Bøkurnar kosta 190 kr. bindið (umfr. postgjald) og verða at gjalda hvør sær við postuppkravi,
tá tær koma út, fyrra bind í apríl/mei og annað í september
Egið forlag
postboks 213
Tórshavn