Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast Miðflokkurin higartil hevur stuðlað samgonguni í sjálv- stýristilgongdini, mæli hann nú løg- tinginum frá at sam- tykkja sjálvstýris- leistin SJÁLVSTÝRIS- UPPSKOTIÐ John Johannessen Miðflokkurin er nú ímóti sjálvstýrisuppskoti sam- gongunnar. Hetta er greitt, eftir at utt- anlandsnevndin mikudagin skrivaði álit um uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks. Jenis av Rana hevur einsamallur skrivað minni- lutaálit, har hann ger greitt, at hann ikki tekur undir við málinum, og at hann mælir løgtinginum frá at sam- tykkja tað. Formaður Miðfloksins vísir í áliti sínum á, at hóast høvuðstættirnir í uppskoti landsstýrissins eru í sam- svari við stevnuskrá Mið- floksins, so eru týðandi veikleikar, sum forða fyri, at hann kann atkvøða fyri tí. Landsstýrið virkar ikki Jenis av Rana ivast nevni- liga í, um í dag yvirhøvur hava eitt virkisfúst lands- stýri, sum kann fara undir ætlanina. »Høvuðstíðindini í Út- varpinum tveir av páska- døgunum vóru, at ein av landsstýrisflokkunum heitti á hinar um, at vórðu ávísar treytir ikki fylgdar, so átti løgmaður at skriva út nýval. Sama áheitan varð aftur borin okkum bæði í gjár og í dag, og ger hetta, at minnilutin ivast í, um fortreytirnar frá valinum ikki eru so broyttar, at landsstýrisflokkarnir ikki eru førir fyri at røkja ta uppgávu, veljarin leit teimum í hendi. Tí metir minnilutin, at rættast var at litið veljaranum í hendi at seta saman eitt nýtt løgting og harvið eitt nýtt lands- stýri«, skrivar Jenis av Rana. Eisini vísir Jenis av Rana á, at landsstýrið hevur brot- ið lyftið um fólkaatkvøðu um sjálvstýrisleistin, og at landsstýrið ikki hevur megnað greinað út, um blokkurin er ein gáva, ella hann er eitt endugjald fyri millum annað NATO støðir. POLITIKKUR & SAMFELAG Jenis vendir samgonguni bakið Jóannes Eidesgaard vil hava at vita frá løgmanni, hvussu nógv miðfyrisitingin er dýrkað, og um ætlanir eru at endur- skoða fyrisitingina FYRISPURNINGUR John Johannessen Hvussu nógv starvsfólk eru sett í miðfyrisitingini hetta valskeiðið, hvussu nógv størv eru ikki sett í løtuni, hvussu nógv er fyrisitingin dýrkað og hvørji stig eru tikin til at endurskoða hana? Hesir spurningar hevur Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sett løgmanni í skrivligum fyri- spurningi um almenna fyrisitingarbygnaðin. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað stendur í sam- gonguskjalinum, at mið- fyrisitingin skal endur- skoðast. Millum annað stendur soleiðis í sam- gonguskjalinum: »Til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyri- siting og almennar stovnar, má bygnaðurin endurskoð- ast, so hann gerst lutfals- liga bíligari og kemur betur í javnvág við vinnuliga sektorin. Fyrisitingarliga lógar- verkið verður endurskoðað, so umsitingin av øllum málsøkjum verður einfald- ari og lagað til tørvin í før- oyska samfelagnum. Í samsvari við arbeiðið við nýggjum kommunu- bygnaði, verða partar av almenna sektorinum lagdir nærri borgarunum.« Eisini vísir Jóannes Eidesgaard á kjakið, sum av og á hevur verið um bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Normann Christen- sen. Fólk hava í hesum kjaki reist spurningin, um hesar bygnaðarbroytingar vóru tær best hóskandi. – Men kjakið hevur eisini snúð seg um, at hesin bygn- aðurin gjørdist rættiliga kostnaðarmikil við mun- andi størri kravi til starvs- fólkatal í mun til gomlu skipanina, tó uttan at ávís- ast kundi, at fyrisitingin gjørdist samsvarandi meira effektiv, sigur Jóannes Eidesgaard. Jenis av Rana, sum higartil hevur stuðlað samgonguni í sjálv- stýristilgongdini, hevur nú vent henni bakið Jóannes spyr um dýrkaða fyrisiting Nr. 75 - 20. apríl 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 75 - 20. apríl 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 Uttanlandsnevndin hevur býtt seg í fýra partar í støðutakanini til uppskotið til sjálv- stýri Føroya fólks. Samgonguflokkarnir taka undir við upp- skotinum, Javnaðar- flokkurin mælir til broytingar og Sam- bandsflokkurin og Miðflokkurin mæla hvør í sínum lagi frá at samtykkja upp- skotið SJÁLVSTÝRIS- UPPSKOTIÐ John Johannessen Undantikið samgongu- flokkarnar, er tað bert Javn- aðarflokkurin, ið eftir við- gerðina í uttanlandsnevnd- ini, ikki mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks. Javnaðarflokkurin tekur enntá undir við inngangin- um í uppskotinum, sum staðfestir, at Føroyar eru tjóð við ómissandi sjálvs- avgerðarrætti. Men Jóannes Eidesgaard vil hava uppskotið broytt, áðrenn hann tekur undir við tí. Millum annað vil Jóann- es Eidesgaard hava, at upp- skotið verður avmarkað, so talan er um eina ætlan, ið er galdandi valskeiðið út, og ikki í 12 ár, eins og sam- gongan skjýtur upp. Hann vil, at ætlanin skal kallast ein sjálvstýrisætlan í staðin fyri fullveldisætlan. Og heildarveitingina úr Dan- mark vil Jóannes Eides- gaard lækka við 107,5 milliónum krónum frá 1. januar 2002. Hetta er tann upphæddin, ríkssstuðulin er hækkaður hetta valskeið- ið. Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum skal heildar- veitingin lækka við 300 til 400 milliónum krónum frá 1. januar 2002. Jóannes Eidesgaard vil harafturat, at orðingin í uppskotinum hjá landsstýr- inum, sum sigur, at búskap- argrunnur skal setast á stovn, verður strikað. For- maður Javnaðarfloksins heldur nevniliga, at ætlanin um ein búskapargrunn eig- ur at verða løgd fram sum sjálvstøðugt lógarmál. Færri yvirtøkur Í uppskoti sínum skjýtur landsstýrið upp, at fólka- kirkja, revsirættarmál, per- sónsrættarmál, húsfólka- rættarmál, arvarættarmál, fíggjarrættarmál, havum- hvørvisvernd, skúlamál, Íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Vága floghavn skulu yvirtakast í seinasta lagi 1. januar 2002. Hetta heldur Jóannes Eidesgaard ikki verða ráðil- igt, og mælir han tí í staðin til, at havumhvørvisvernd og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða tey einastu málsøkini saman við Skipaeftirlitinum, ið verða yvirtikin innan 1. januar komandi ár. Jóannes Eidesgaard vísir tó á, at tað ikki er heilt ein- falt at yvirtaka havum- hvørvisverndina. Orsøkin er, at málsøkið ikki finst í Heimastýrislógini og eitt notat frá forsætismálaráðn- um frá fyrst í áttatiárunum sigur, at málsøkið ikki kann yvirtakast orsakað av al- tjóða samstarvinum. Men formaður Javnaðarfloksins heldur kortini, at landsstýr- ið eigur at royna at fáa hetta málsøki yvirtikið, tí ein fiskivinnutjóð sum Føroyar skal sjálvsagt hava ábyrgd av egnum havumhvørvi. Íleggingargrunnin sær Jóannes Eidesgaard ongar trupulleikar í at yvirtaka. Yvirtøkurnar av hinum átta málsøkjunum heldur Jóannes Eidesgaard eiga at verða betri fyrireikaðar, áðrenn tær verða framdar. Millum annað vísir hann á, at verður Vága Floghavn yvirtikin í ár í tí líki, hon nú er, kann avleiðingin gerast, at vøllurin ikki verður góð- kendur til altjóða flúgving. Men tað eru eisini máls- øki, sum Jóannes Eides- gaard vil hava yvirtikin fyrr, enn landsstýrið hevði ætlað. Í áliti sínum sigur Jóann- es Eidesgaard, at hann kundi hugsað sær, at lands- stýrið skundaði undir yvir- tøkuna av útlendingalóg- gávuni og av fjølmiðla- ábyrgdarlógini. Hann vísir á, at hesi bæði eru mál, sum bæði hava skund, og sum áttu at verið yvirtikin. Uppskotið er valskrá Jóannes Eidesgaard sigur kortini einki um, nær hesi málsøki skulu verða yvir- tikin. Hetta er møguliga or- sakað av, at Jóannes Eides- gaard ikki vil viðgera tann partin í uppskotinum, sum fellur uttan fyri hetta val- skeiðið. Formaður Javnaðarfloks- ins sigur seg bert vilja nýta orku til at viðgera tann partin av uppskotinum, sum fellur innan fyri ver- andi valskeið. Restina met- ir hann ikki sum annað, enn eina valskrá. »Tá landsstýrið ikki megnaði at realisera sítt egna samgonguskjal, legg- ur man í staðin fram eina valskrá fyri komandi val- skeið, har man biðjur kom- andi samgongur fremja tað í verki, man ikki sjálvur megnaði«, skrivar Jóannes Eidesgaard. Annita á Fríðriks- mørk heldur, at tað eigur at vera ókeypis at gista í Kvinnuhús- inum. Tí spyr hon landsstýrismannin í almannamálum, um hann hevur ætlanir um at gera hetta møguligt FYRISPURNINGUR John Johannessen Hvønn politikk hevur landsstýrið viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum, og er ætlanin at gera tað møguligt, at kvinnur og børn kunnu fáa ókeypis mat og innivist í Kvinnu- húsinum? Hetta spyr Annita á Fríðriksmørk úr Tjóð- veldisflokkinum Sámal Petur í Grund, landsstýris- mann, í skrivligum fyri- spurningi. Annita á Fríðriksmørk sigur, at hon setur lands- stýrismanninum í almanna- og heilsumálum fyri- spurningin, tí hetta fyrst og fremst er eitt sosialt mál. Men hon væntar sær upplýsingar frá landsstýr- ismanninum í lógarmálum um tey viðurskifti, ið viðvíkja tí revsirættarliga. – Ynski hjá einum og hvørjum barni, hjá einari og hvørjari mammnu og hjá einum og hvørjum pápa má vera at virka í einari vælvirkandi og dynamiskari familju. Men hetta eydnast tíverri ikki øllum. Meðan flestu børn og foreldur gleða seg til tær løtur, tey kunnu vera saman, so eru nøkur, sum stúra fyri hesum sama, sigur Annita á Fríðriks- mørk og sipar til harðskap í heimunum. Tingkvinnan vísir á, at avleiðingarnar av harð- skapinum kunnu verða, at sjálvsálitið hjá kvinnun- um hvørvur, og tær verða ótryggar. Og hon vísir somuleiðis á, at børnini líða sálarliga av harðskap- inum. Tey ræðast at síggja ella hoyra mammu sína vera offur fyri harðskapi frá pápanum. Hetta ávirk- ar sosiala lívið, og evnini at læra og mennast verða merkt av teirri viðferð, mamman fær. – Hesar kvinnur og hesi børn eiga at fáa eina hjálpandi hond, so tey koma burturúr teirri óndu ringrás, tey eru vavd inní, so tey gerast før fyri at koma víðari í samfelagn- um, sigur Annita á Fríð- riksmørk í viðmerkingum sínum til fyrispurningin. Annita á Fríðriksmørk vísir á, at Kvinnuhúsið ger eitt megnar arbeiði fyri hesum kvinnum og børnum. Tí heldur hon, at landsstýrið eigur at bera so í bandi, at tey, sum leita sær hjálp í Kvinnu- húsinum, fáa uppihaldið og matin ókeypis. Eyðun Elltør skal svara Hergeir Niels- en, nær hann fer at koma við uppskoti um at javna avgjald- ið á brennievni við atliti til árinini á umhvørvið FYRISPURNINGUR John Johannessen Í samgonguskjalinum er avtalað, at brennievni, sum hava minst skaðilig árin á umhvørvið, fáa framíhjárætt við lægri av- gjaldi. Tí spyr Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum í skrivligum fyrispurningi Eyðun Elltør, landsstýris- mann í umhvørvismálum, nær hann fer at koma við uppskoti um at javna av- gjaldið á brennievni við at- liti til skaðiligu árinini, hesi hava. Hergeir Nielsen vil eisini hava at vita, um landsstýr- ismaðurin hevur gjørt nakr- ar kanningar í hesum sam- bandi, og um roknast kann við einum avgjaldspolitikki á hesum øki, sum samsvar- ar við samgonguskjalið. Henrik Old úr Javnaðar- flokkinum hevur eitt upp- skot um at lækka avgjaldið á bensini liggjandi í fíggjar- nevndini. Hetta uppskot varð beint aftur í nevnd eftir triðju viðgerð, tí tað var við at forkoma samgonguni. Fólkaflokkurin tók undir við tí, meðan Tjóðveldis- flokkurin var ímóti. Tjóð- veldisflokkurin metti ikki uppskoti hava nakað við umhvørvispolitikk at gera. Í staðin metti hann upp- skotið sum útgjaring. Fyri at bjarga samgongustev- inum, gekk Fólkaflokkurin við til at beina málið aftur í fíggjarnevndina, har tað í løtuni verður viðgjørt av nýggjum. Spjødd uttanlandsnevnd: Jóannes er næstur samgonguni POLITIKKUR & SAMFELAG Vent er nú í holuni í sjálvstýrismálinum. Jóannes Eidesgaard er nú einasti andstøðulimurin í uttanlandsnevndini, ið ikki mælir løgtinginum frá, at samtykkja eina miðvísa sjálvstýrisætlan Mynd: Jens Kristian Vang Kvinnuhúsið skal vera ókeypis Hergeir spyr um avgjald á brennievni