Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 23. august 2007 37 tíðindi Renault hava fleiri nýggjheitir á stóru bilaframsýningini, sum verður í Frankfurt í september. Ein av hesum er ein heilt nýggjur Renault Laguna, ið er nakað størri og rúmligari enn forgangarin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ein heilt nýggjur Renault Laguna kemur á marknaðin fyrst í 2008. Talan er um ein bil, ið eins og forgan­ garin kemur bæði sum se­ dan og stationcar. Við eini longd upp á 4,69 m er nýggi Laguna 10 cm longri enn forgangarin og eisini rúmligari. Designið er eyðkent Renault og min­ nir nakað um Renault Még­ ane í sedan útgávuni. Seinastu nógvu árini hava Renault fingið toppkarakter í evropeisku EuroNCAP krasj­ og trygdartestum, og sambært Renault eru bæði aktiva og passiva trygdin í nýggja Laguna millum tær bestu í klassanum. Laguna fæst frá byrjan av við fleiri bensin­ og diesel­ motorum í ymiskum stød­ dum, m.a. 2.0 dCi (diesel) frá 130 til 175 hk umframt einum sera økonomiskum og umhvørvisvinarligum 1.5 dCi motori við 110 hk og koyrir 19,6 km/l. Allir motorarir eru umhvørvis­ vinarligir og lúka tey strang­ astu ES­krøvini um dálk­ ing.. Nógv er gjørt burturúr kvalitetinum, og komfort­ inum er á høgum støði. Nýggi Laguna hevur heim­ spremieru í bilaframsýn­ ingini í Frankfurt í sep­ tember og kemur í mark­ naðin fyrst í 2008, verður sagt í tíðindaskrivi frá Ren­ ault. Nýggjur Renault Laguna í Frankfurt Innan er nýggi Laguna ein luksusbilur við øllum teimum mest framkomnu hentleikunum Laguna hevur sermerkt Renault design Nýggi Renault Laguna hevur heimspremieru í Frankfurt í september Audi fáast skjótt í øllum støddum frá A1 til A8. Eftir ætlan skal nýggi minibilurin Audi A1 frumsýnast á Tok­ yo Motor Show í oktober, men roknað verður við at hann eisini verður at síggja á Frankfurt Motor Show í september. Talan er um ein smartan bil við sermerktum designi ­ stórum kølaragittari og lágum rútum. Designið min­ nir eitt sindur um tann fyrra Audi TT. Bilurin verður í sama klassa sum t.d. Mini, sum BMW eiga. Audi A1 kemur eftir ætlan á mark­ naðin í 2009. Audi koma nú við nýggja minibilinum Audi A1, sum verður sýndur fram á altjóða bilaframsýningum í heyst Audi minibilur Suzuki Liana til sølu Suzuki Liana 1,6 S, árg. 2006 Km. 30.000 4 píkadekk við alufelgum fylgja við Prísur: 149.000 Áhugað kunnu ringja á tel. 235910 Laguna Sport Tourer er stationcar útgávan av Laguna