Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 162 - 23. august 2007 tíðindi At uppliva náttúr­ una skal verða bæði spennandi og stuttligt, og haraftrat fer nú at bera til at fáa alt hetta uttan at fáa sveittan í barm FERÐAVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Birgir Waag Høgnesen Tað er ein gamal sannleiki, at Føroyar skulu ikki selja seg sjálvar sum ferðaland upp á tað góða veðrið. Vit skulu selja okkum upp á upplivingar, náttúruna og – heldur onkur – enntá regn­ ið. Tveir brøður í Vestmanna fara nú at bróta burtur úr nýggjum, tá tað ræður um at selja upplivingar til ferða­ fólk. Talan verður nevniliga um eina samanrenning av upplivilsi og náttúru. Talan er um brøðurnar Johnny og Agnar Joensen, sum hava fingið tað hug­ skot, at bjóða áhugaðum náttúruupplivingar á fýra­ hjólaðum motorsúklum. Talan er um tær sonevndu ATV (All Terraine Vehicle) motorsúklurnar. Hesar eru vorðnar alt meiri vanligar í Føroyum, og eru serstakliga væl egnaða at koyra í bøi og haga við – allastaðni, har tað er trupult ella vón­ leyst at koyra við vanligum akførum. ­ Hugskotið kom bara. Eg havi havt eina slíka motorsúklu í eina tíð nú, og havi koyrt rættiliga nógv i haganum. Eg plagi at hjálpa einum bónda í einum av hagapørtunum, og tá so hug­ skotið kom, fekk eg eina avtalu í lag við hann, um at sleppa at koyra í haganum við ferðafólki og áhugaðum føroyingum annars, sigur Johnny Joensen. Órógvar ikki Johnny og Agnar hava rætti­ liga gjørt seg út til hesa spennandi avbjóðingina, og í síðstu viku komu so tíggju ATV motorsúklur til landið, sum teir báðir skulu nýta til virksemi sítt. Teir eru sjálvsagt greiðir yvir, at ligið er so langt út á árið nú, at tað ikki verður tað stóra virksemi í summar. Men við at fáa motorsúkl­ urnar til landið nú, hava teir góða tíð at fyrireika seg til komandi ár. ­ Sum sagt havi eg sjálvur koyrt rættiliga nógv í haga­ num, og vit hava sum er lagt okkum á tvær ymiskar rutur. Onnur er minni krevj­ andi og koyrt verður fyri tað mestga á grúsvegi. Hendan rutan gongur niðan Náttúran á motorsúklu Johnny Joensen (fremst) og bróðurin Agnar (næstur honum og nr. Tvey frá vinstru) hava tikið stig til eina øðrvísi náttúruuppliving