hósdagur 23. august 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 23. august 2007
39
tíðindi
Leygardagin skipar
Kvívíkar Sóknar
Róðrarfelag og
bygdarfelagið
Glæman fyri árliga
dansinum við
bátahylin í Kvívík
Ja, nú verður hann so!
Hvør?
Jú,
tann
vælumtókti
urðardansurin verður við
bátahylin í Kvívík leygar
dagin 25. august, sum KSR
og Bygdarfelagið Glæman
skipa fyri. Soleiðis hevur
staðið í bløðunum eina tíð,
og nú verður tiltakið so
komandi leygardag.
Byrjað verður klokkan15
við tombola við 200 vinn
ingum
og
fiskibrunni,
hoppiborg, og barnaróður
verður um viðrar. Hartil
verður sjálvandi eisini okk
urt etandi, so sum grønar
pannukøkur við litaðum
róma, kaffi og ísi. Og einki
slíkt tiltak uttan eisini ein
pylsuvogn.
Byrjað verður við dans
inum klokkan 18, og tað
verða børnini, sum leggja
fyri.
Frá klokkan 21 verður
møguleiki at keypa sær ein
góðan, grillaðan kjøtbúff
við salati, og hann verður
etin saman við harmoniku
tónleiki frá vælumtóktu
harmonikutónleikarunum
úr Kvívík. Teir hita upp til
veruliga dansin, sum verð
ur við LMband og byrjar
klokkan 22. Til dansin
verður 14ára aldursmark.
Verður veðrið til vildar,
koma motorsúklur frá MC
felagnum
til
Kvívíkar
klokkan 16.
Trygdin verður í lagi, tí
samarittar
frá
Reyða
Krossi verða á staðnum.
Fyrireikararnir vóna, at
nógv fólk nýta høvið at
hava eitt gott kvøld og nátt
í Kvívík.
Kvívíkingar gera nógv burtur
úr urðardansinum í bygdini
Savnsmynd
á Mýrarnar, tann vegin
niðan, har vindmyllurnar
standa. Hin er meiri at
rokna til teirra, sum eru van
ari við at koyra á slíkum
motorsúklum, og tann rutan
liggur niðan á eitt fjall,
Loysningsfjall nevnt, sigur
Johnny Joensen.
Roknað verður við at lætt
ara rutan fer at taka áleið
ein til hálvanannan tíma,
meðan tann tyngra varar
um tveir tímar.
Johnny sigur víðari, at
tað hevur víst seg, at hesar
motorsúklurnar ikki órógva
í haganum.
– Seyðurin hevur longu
vant seg við motorsúkurnar
og verður liggjandi, tá koyrt
verður framvið. Hinvegin
fer seyðurin undan, tá fólk
koma til gongu, greiðir
Johnny Joensen frá.
Ávirkar ikki hagan
So Johnny hevur staðfest,
at motorsúklurnar spekja
heldur enn styggja seyðin,
men hvussu so við haganum
sjálvum?
– Nei, har sæst eingin far
vegur eftir hjólunum, so tað
merkir ikki hagan á nakran
hátt. Hartil sigur tað seg
næstan sjálvt, at hesar
útferðirnar bert verða gjørd
ar, tá líkindi eru til tess – tað
vil siga, tá hagin er turrur,
sigur Johnny Joensen.
Tað hevur sjálvandi verið
eitt sindur trupult at kanna
marknaðin
fyri
slíkum
útferðum á motorsúklu í
haganum, men í Vestmanna
sjálvum er stórur áhugi.
– Tað hava vit í hvussu er
fingið staðfest. Vit hava eis
ini gjørt nakrar túrar longu,
meiri soleiðis á royndarstøði,
og tað vísir seg, at fólk eru
rættiliga spent at sleppa
við. So sjálvandi vóna og
rokna vit við, at sami áhugi
verður aðrastaðni frá, eisini
frá útlendskum ferðafólki,
sigur Johnny.
Vestmanna
hevur
jú
framman undan eitt av
størstu ferðafólkamálum í
landinum, nevniliga túrar
nar undir Vestmannabjørg
unum. Nú fer so at bera til
at uppliva bjørg í Vestmanna
á annan hátt.
– Tað er klárt, at talan er
um eina rímiliga stóra
íløgu. Vit hava eisini keypt
neyuga trygdarútgerð so
sum draktir, handskar og
hjálmar. Hartil eru vit greið
ir yvir, at talan verður um
nógv viðlíkahald, men eg
ivist ikki í, at fólk fara at
taka væl undir við hesum
tilboðnum
at
uppliva
náttúru og haga á ein »be
kvemman« og spennandi
hátt, sigur Johnny Joensen.
Urðardansur í Kvívík
Høgni Johansen var og royndarkoyrdi ATV-irnar hendan dagin,
myndamaður okkara var framvið
Áhugin í Vestmanna er ógvuliga stórur fyri túrunum, sum teir báðir brøðurnir
fara at skipa fyri. Her roynir Jákup Follend seg