fríggjadagur 24. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 163 - 24. august 2007
Í komandi blaði
Sosialurin
fer aftur um
politisku
flokkarnar
Sum uppfylging til greinarøðina fer Sosialurin
at skipa fyri Trapputingi og orðaskifti í
Miðlahúsinum seinnapartin í september
Nú stundar móti løgtingsvali, sum í
seinasta lagi verður 19. januar, fer
Sosialurin undir eina nýggja greinarøð
um politisku flokkarnar.
Tað er ein av okkara mætastu sam
felagsfrøðingum og politisku viðmerkj
arum, Jógvan Mørkøre, sum skrivar
greinarøðina ið byggir á samrøður við
floksformennirnar fylgt upp við einum
søguligum yvirliti yvir einstaka flokkin.
Fyrsta greinin var í blaðnum mikudagin,
og onnur greinin kemur mánadagin.