fríggjadagur 24. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 • 24. august 2007
Vikuskifti
4
Brúðarparið fylgist
Tað er siðvenja í Føroyum, at brúðarparið fylgist inn í kirkjuna. Í øðrum londum
kemur brúðgómurin fyrst í kirkjuna, og síðani verður brúðurin leidd inn av
pápanum. Sonja Klein heldur, at føroyska siðvenjan er tann betra. - Summi fólk
spyrja, um tey kunnu gera sum uttanlands, har brúðgómurin kemur í kirkjuna
fyrst, og um tey veruliga vilja tað, so loyvi eg teimum. Men eg mæli teimum til
at koma í kirkjuna saman. Eg havi roynt bæði, og eg haldi, at tað er sterkari og
flottari, at brúðarparið kemur inn í senn, sigur Sonja Klein. - Harafturat eru vit
føroyingar eitt sindur framman fyri onnur við javnstøðu í hesum førum, og tað
skulu vit halda fast við, sigur hon.
Stóri da
og fami
– Eg havi havt nógvar
góðar vígslur, og tað er
altíð hugaligt at gifta
fólk, men sjálvsagt var
hendan vígslan nakað
serligt fyri meg, nú tað
var dóttrina, sum eg gifti,
sigur presturin Sonja
Klein. Vit hittu prestin til
eitt prát um serliga dagin
og um hjúnabandið sum
heild
– Eg var eitt sindur nervøs undan vígsluni, tí hetta var
ein so stórur dagur fyri okkum øll. Eg vildi gjarna hava, at
vígslan ikki gjørdist til nakað ov privat fyri okkum, men at
eg var í leiklutinum sum prestur og ikki bara sum mamma,
sigur Sonja Klein
Myndir Edith Johannesen