fríggjadagur 24. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 163 - 24. august 2007
200 ár síðani bumbing
av Keypmannahavn
Rani Nolsøe á Skarv
Leygarkvøldið fara Rani Nolsøe og Páll Sólstein at
undirhalda á Skarv. Herfyri spældu hesir báðir til eitt
sera væleydnað tiltak í heimbýnum Klaksvík.
Leygarkvøldið syngja og spæla teir tónleik eftir
Frændir, Straight Ahead, Elton John, Billy Joel, John
Lennon, Queen og Kris Kristofferson. Rani syngur
og spælir gittar og Páll á keyboard. Føroyska
róðrarstevnan í Sydhavnini endar somuleiðisá Skarv
við máltíð og undirhaldi áðrenn almenni dansurin
byrjar.
Ikki allir samgongu
limir ætla at akta
floksformenninar,
sum hava avtalað
at bíða við einum
valdømi til eftir valið
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fyrst boðaðu floksformenn
inir í samgonguni frá, at
teir hava avtalað at bíða við
uppskotinum um eitt val
dømi.
Síðani
boðaði
Edmund Joensen, løgtings
formaður og samgongulim
ur frá, at hann kortini ætlar
sær at koyra uppskotið
ígjøgnum. Og nú siga aðrir
limir í samgonguni, at teir
heldur ikki ætla at akta for
menn
sínar.
Í
Sam
bandsflokkinum ger Jóhan
Dahl, tingmaður úr Suðuroy,
púra greitt, at hann fer at
atkvøða fyri uppskotinum
um eitt valdømi, sum tað
fyriliggur nú, tí hann sær
onki endamál við at drála.
Eisini Poul Mikkelsen úr
Fólkaflokkinum ætlar sær
avgjørt at atkvøða fyri upp
skotinum, koyrir Edmund
Joensen tað ígjøgnum.
Øll góvu seg
Í gjár, hósdagin, ljóðaði
annars, at samgonguflokk
arnir og formenn teirra
vóru komnir til ein semju,
sum millum annað hevði
við sær, at málið um eitt
valdømi verður útsett til
eftir løgtingsvalið. Eftir
fundin segði Jóannes Eides
gaard, løgmaður, at sam
gongan var býtt í tveir
bólkar, og tá hvørki løg
tingsformaðurin ella nei
síðan vildu slakað, varð
neyðugt at finna eina semju,
sum partarnir kundu liva
við. Tí innibar semjan eis
ini, at Suðurstreymoyar val
dømi til komandi løgtings
val fær ein umdømisvaldan
tingmann afturat.
Onki broytt
Men Edmund Joensen, sum
eigur uppskotið um Føroyar
sum eitt valdømi, segði við
Útvarpið, at einki er broytt
fyri hansara viðkomandi,
og at Løgtingið ikki er
bundið av nakrari avtalu í
samgonguni.
Tað er upp til Løgtingið
at gera av, hvat skal henda
við hesum uppskotinum, og
nær møguligar broytingar
skulu koma í gildi, og tað er
ikki bundið av nakrari sum
helst avtalu við samgonguna.
Tað er lagt fram, so Tingið
frítt kann taka støðu til sína
egnu skipan, sigur Edmund
Joensen.
Samgongan ósamd um semju
Bæði Jóhan Dahl og Poul Mikkelsen fara at atkvøða fyri uppskotinum um eitt valdømi, sum
Edmund Joensen ætlar at koyra ígjøgnum
Eg kenni onki
til nakra semju á
kreppufundinum
í samgonguni um
ætlanina at gera
Føroyar til eitt
valdømi, sigur
Johan Dahl, sum
er næstformaður í
Sambandsflokkinum
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg kenni ikki til nakra
semju í samgonguni um
ætlanina
hjá
Edmundi
Joensen at gera Føroyar til
eitt valdømi.
Johan Dahl tvíheldur
um, at spurningurin um at
gera Føroyar til eitt val
dømi hevur ongantíð verið
eitt samgongumál og tað
verður aldrin eitt sam
gongumál.
Ongin samangonga
hevði
nakrantíð
blivið
samd um hetta mál og tí er
tað eisini rætt at tað er løg
tingsformaðurin,
sum
vegna allar flokkar á tingið
leggur málið fram, hann
umboðar alt tingið og ikki
bert samgonguna.
Sostatt fer hvør ting
limur framvegis at atkvøða
eftir egnari sannføring.
Johan Dahl sigur, at
hann kennir onki til nakra
semju, sum tað varð frá
boðað at floksformenninir
í
samgonguflokkunum
skuldi havt gjørt á kreppu
fundinum í samgonguni í
gjár.
Tann semja, sum Sam
bandsflokkurin gjørdi inn
anhýsis í gjár, er, at upp
skotið hjá Edmund Joensen
verður viðgjørt í Løgting
inum, sum vanligt.
Aðrar semjur kenni eg
ikki til og eg vænti ikki at
formaður okkara fer at
avtala annað enn tað sum
tingmanningin avtalaði við
hann ígjár, leggur Johan
Dahl afturat.
Men Johan Dahl stað
festir eisini, at tað tykist
sum um at løgmaður, og
partvís eisini formaður
Fólkafloksins,
Jørgen
Niclasen, hava hug at
venda málinum á høvdið
og at leggja nakað annað í
tað sokallaðu semjuna enn
tað, sum í veruleikanum
liggur í henni.
Johan fylgir
Edmundi
Eftir samgongufundin í
gjár, kunngjørdu Løgmað
ur og Jørgen Niclasen, at
semja var um, at Føroyar
skulu ikki verða eitt val
dømi á hesum løgtingsval
inum,
men
at
Suðurstreymoy skuldi fáa
ein tinglim afturat.
Men tað sær út til, at
Løgmaður og fólkafloks
maðurin hava selt skinnið,
áðrenn teir høvdu fingið
lívið av bjørnini.
Tí Johan Dahl ger púra
greitt, at hann ætlar at at
kvøða fyri uppskotinum
hjá Edmundi Joensen, akk
urát, sum tað fyriliggur.
Men hann staðfestir eis
ini, at nú svarar hann bara
fyri seg sjálvan og ikki fyri
flokkin.
Eg dugi ikki at síggja
nakað sum helst endamál í
at útseta ætlanina at gera
Føroyar til eitt valdømi,
sigur Johan Dahl.
Tað er ikki til nakað
sum helst gagn at drála við
ætlanini, tí hugsa vit bæði
um ætlanini at styrkja
kommunubygnaðin, um at
fáa abyrgdarbýtið millum
land og kommunur greiðari
og hugsa vit um ætlanina
at fáa eina kommunala
útjavningarskipan, hevur
tað týdning at málið um at
gera Føroyar til eitt val
dømi, verður avgreitt bein
anvegin.
So koma hesi viður
skifti eisini upp á pláss tí
tað er umráðandi fyri
økini, sigur Johan Dahl.
Kennir onki til nakra semju
Tað er ongin
orsøk til at drála
við ætlanini at
gera Føroyar til
eitt valdømi,
sigur samgongu
tingmaðurin, Johan
Dahl, hann ætlar
sær at atkvøða fyri
uppskotinum frá
Edmundi Joensen
sum tað fyriliggur,
tí hann kennir
ikki nakra semju í
samgonguni
Nógv verður gjørt burturúr, at tað í ár er 200 ár liðin, síðani
Keypmannahavn varð bumbaður. Tað er felagið History Tours, sum skipar
fyri hópin av tiltøkum í hesum sambandi. Frá 1. til 4. sepember vera seks
gongutúrar ígjøgnum býnin, har bumbingin er tema. Bumbingin hevur
ovurhondsstórar fylgjur. Frá at hava verið eitt regionalt stórveldi varð
Danmark bumbað aftur til at gerast eitt fátækt smáríki.